BEINTA
KLAKSTEIN

námsfrøðingur og leiðari

BEINTA KLAKSTEIN

BEINTA KLAKSTEIN

Stutt um Beintu
Beinta livir saman við makanum Rana og børnunum Hóra, Braga og Døgg. Hon er leiðari í frítíðarskúlanum Snjallubjallu og eigur eisini nógvar tímar í Klaksvíkar róðrarfelag, bæði sum rógvari og nevndarlimur. Hóast seinasta býráðsval var hennara fyrsta, so fekk Beinta
heili 93 persónligar atkvøður og gjørdist soleiðis fyrsta varafólk floksins.

Hjartamálini hjá Beintu snúgva seg um familjurnar og fólkini, sum búgva í Klaksvíkar kommunu. Hon vil raðfesta íbúðarbygging, soleiðis at serliga ung pør, ungar familjur, støk og stakir uppihaldarar kunnu fáa leigumál í býnum. Eisini vil Beinta virka fyri spæliplássum og betri umstøður í barnagørðunum og útibarnagørðunum.

Ungdómurin hevur eisini stóran týdning fyri Beintu, og vil hon virka fyri, at øll fáa somu møguleikar at ganga til ítrott, umframt einum uttanduraøki við eitt nú skaterpark, har ung kunnu vera úti í góðum og tryggum kørmum, og í øllum lutum eiga atlit at vera tikin til atkomiligheit fyri fólk við skerdum førleikum.

Seinastu greinar hjá Beintu:

Fylg Beintu her: