BORGARSTJÓRIN
TEKUR SAMANUM

Ein stuttur samandráttur av farna valskeiði

SAMANDRÁTTUR

SAMANDRÁTTUR

Vælkomin
Nýtt Sjálstýri hevur tikið stóra ábyrgd í Klaksvíkar býráð hesa farnu valsetuna, og í góðum samstarvi hava vit í býráðsmeirilutanum tikið stór og týdningarmikil fet, sum hava ment Klaksvíkar kommunu.

Framburður og fólkavøkstur vóru lyklaorðini, tá ið vit tóku við stýringini fyri fýra árum síðani. Í dag kunnu vit staðfesta, at vit fyri fyrstu ferð í 28 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvíkar kommunu, gjaldførið er hækkað úr 10 til 70 milliónir krónur og samstundis er skattaprosentið hitt lægsta í átta ár. Stutt sagt: allir pílarnir peika rætta vegin.

Miðbýurin, sum tosað hevur verið um seinastu óteljandi árini tekur nú endiliga skap, og um eitt gott ár verða tær 30 íbúðirnar og handilshølini á Biskupstorgi tikin í nýtslu. Harumframt er Mentanarhúsið, sum fer at geva listini betri karmar, eisini komið á breddan og fíggjarætlanina.

Teir báðir fólkaskúlarnir í býnum eru lagdir saman og farið er undir at byggja ein vakran og tíðarhóskandi skúla fyri 100 milliónir á Skúlatrøð, har okkara børn og ungu kunnu læra og mennast í einum tryggum og góðum umhvørvi.

Klaksvík er soleiðis blivið eitt betri stað hjá barnafamiljum. Nýggjar dagstovnastovur eru latnar upp, gjøldini eru lækkaði og barnafrádrátturin er hækkaður, og hetta er alt við til at skapa trivnað og menning.

Kafé- og náttarlívið blómar, fleiri nýggjar fyritøkur hava sæð dagsins ljós og hol er sett á Føroya størstu vinnuverkætlan norðuri á Strond.

Vit eru errin av at hava verið partur av øllum hesum og nógvum afturat, men vit vita eisini, at nógv er eftir at fremja, fyri at Klaksvík framhaldandi skal vera besta og vakrasta kommuna í landinum.

Tí spyrja vit: hví steðga her?

Jógvan Skorheim
borgarstjóri