JÓGVAN
SKORHEIM

borgarstjóri

JÓGVAN SKORHEIM

JÓGVAN SKORHEIM

Stutt um Jógvan
Jógvan er maður Vígdis, pápi Vón, borgarstjóri og floksformaður í Nýtt Sjálvstýri.

Við drúgvum, fjølbroyttum og góðum politiskum royndum er Jógvan ein av Føroya fremstu politikkarum, og hann er fúsur at taka enn eitt tørn sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Við Jógvani á odda hevur Klaksvíkar býráð rokkið fleiri stórum málum. Fólkatalið er komið uppum 5000, nýggi miðbýurin er um at vera veruleiki og sjøtul er settur á eitt nú skúlabygging, mentanarhús og rennibreyt. Harumframt er vinnulívið sterkt og í menning, skatturin er lækkaður, barnafrádrátturin hækkaður og dagstovnagjøldini eru lækkaði munandi.

Komandi fýra árini vil Jógvan virka fyri, at góða gongdin í kommununi heldur fram og at Klaksvík skal gerast vakrari. Fleiri bústaðarmøguleikar skulu fáast til vega, barnafamiljan skal raðfestast og býurin skal kunna hýsa og bjóða fleiri upplivingar.

Nógv jørn eru í eldinum, og Jógvan Skorheim hevur prógvað sítt virði sum borgarstjórin, ið fær tingini at henda.

Seinastu greinar hjá Jógvan:

Fylg Jógvani her: