KRISTIAN ELI
ZACHARIASEN

Býráðslimur og KT-leiðari

KRISTIAN ELI ZACHARIASSEN

KRISTIAN ELI ZACHARIASSEN

Stutt um Kristian Eli:
Kristian Eli býr saman við konuni Elsebeth, soni hennara Magnus og saman hava tey fingið lítla Símun Petur. Hann arbeiðir sum KT leiðari hjá Bakkafrost og hevur harumframt drúgvar royndir í býráðspolitiskum høpi.

Hesa farnu býráðssetuna hevur hann verið formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, næstformaður í Havna- og Vinnunevndini, og harumframt limur í Teknisku nevnd og Trivnaðarnevndini Børn og Ung. Harafturat er hann næstformaður í IRF, og soleiðis hevur Kristian Eli átt virknan lut í nærum øllum verkætlanum, sum eru framdar hesa býráðssetuna. 

Kristian Eli vil leggja serligan dent á, at Klaksvík gongur á odda sum ein grøn kommuna, eitt nú við sjóhitaskipanini, sum fer at hita flestu av teimum stóru bygningunum í Klaksvík við sjógvi ístaðin fyri olju. Harafturat vil Kristian Eli betra um bústaðarmøguleikarnar í kommununi við grundstykkjum og fjølbroyttum íbúðarbyggingum, og so gongur hann á odda, tá tað snýr seg um at fríðka um býin og skapa grøn frírúm til almenna nýtslu, eitt nú í lundini á Bakkanum, sum er ávegis.

Havnaøkið, maritima umhvørvið við bátabrúgvarnar og umstøðurnar á útróðrarøkinum á Stongunum liggja eisini Kristian Eli nær, og fyri hann hevur tað stóran týdning, at avvarandi aktørar verða hoyrdir, tá ið broytingar skulu fremjast á hesum økinum. Hetta ger seg somuleiðis galdandi á eldraøkinum, har Kristian Eli vil seta sjóneykuna á trivnaðin hjá brúkarum og starvsfólkum.

Seinastu greinar hjá Kristian Eli:

Fylg Kristian Eli her: