MAGNI P.
GARÐALÍÐ

sjálvstøðugt vinnurekandi

MAGNI GARÐALÍÐ

MAGNI GARÐALÍÐ

Stutt um Magna
Magni Garðalíð er sitandi og seinasti borgarstjóri í Húsa kommunu, sum frá 1. januar verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu. Hetta merkir eisini, at hóast Magni hevur drúgvar royndir í lokalpolitiskum høpi, so er hetta fyrstu ferð, at hann stillar upp til býráðsval í Klaksvík.

Magni er giftur Hannebethu og tilsamans eiga tey børnini Sámuel, Dávid, Gudrun og Helga. Hann er útlærdur sveisari, tekniskur assistentur á maskinlinju og kokkur, og seinastu árini hevur hann verið sjálvstøðugt vinnurekandi innan matveitan og ferðavinnu.

Magni vil leggja serliga stóran dent á umstøðurnar á útoyggjunum í kommununi og ferðavinnumøguleikarnar í Norðoyggjum. Eitt nú einum stórum og góðum kampingplássi, og harafturat vil hann virka fyri, at inntøkurnar frá ferðavinnuni í størst møguligan mun skulu síggjast aftur í nærumhvørvinum.

Harumframt liggja eldraøkið og verjan av teimum veikastu í samfelagnum eisini Magna nær, og vil hann virka fyri, at atlit altíð verða tikin við útgangsstøði í einstaka borgaranum.

Seinastu greinar hjá Magna:
Einki lesarabræv skriva enn...

Fylg Magna her: