ÓLI M.
LASSEN

stjóri

ÓLI M. LASSEN

ÓLI M. LASSEN

Stutt um Óla
Óli hevur drúgvar royndir sum býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, og hesaferð stillar hann upp á sjálvstýrislistanum. Óli er giftur Marjuni Lassen og saman eiga tey børnini Hans Eli og Sofíu, og so er hann abbi lítla Franklin.

Óli vil leggja serligan dent á, at vinnan framhaldandi fær góðar karmar at virka undir, og at viðlíkahald av bryggjukantinum og vegakervinum í kommununi er nøktandi. Eisini vil hann virka fyri betri umstøðum á eldraøkinum, eitt nú við fleiri røktarheimsplássum og upraðfesting av normeringum, umframt at hann vil økja um tilboðini til demens sjúklingar og teirra avvarðandi.

Onnur hjartamál hjá Óla eru: Alternativ íbúðarbygging, betran av kommunulæknaskipanini, dagstovnaøkið, stadionøkið og fleiri mentanartilboð.

Seinastu greinar hjá Óla:

Fylg Óla her: