Stevnuskrá floksins

Grundsjónarmið1. Sjálvstýri og stýrisskipan2. Fíggjar- og búskaparmál, kervi og orka3. Fyrisitingarmál4. Vinnumál5. Almannamál6. Móðurmál, skúli, mentan, ítrótt, kirkja og samfelag7. Kommunumál, náttúru- og umhvørvismál
Grundsjónarmið Sjálvstýrisfloksins

Flokkurin er sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. Flokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Ognarrættur og fíggjarlig ábyrgd eiga at vera knýtt hvørt at øðrum við tí fyri eyga at røkja og økja ognir Føroya fólks. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi, og er ímóti mannamuni og allari happing. Á hesum grundarlagi hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at tryggja lívsgrundarlag og sjálvsøgd rættindi hins einstakra borgara, at fremja ein rættvísan sosialan politikk eftir føroyskum fortreytum, og at menna føroyskan siðaarv, mál og mentan.

1. Sjálvstýri og stýrisskipan

Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu. Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum. Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest. Fólkatingssessirnir verða tiknir av. Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum. Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks og skal verða gagnnýtt við skynsemi til frama fyri tjóðina sum heild bæði nú og í framtíðini. Undirgrundin út á hálva leið til næstu grannalond verður løgd undir føroyskt vald. Landsrættindi Føroya verða varðveitt og ikki latin aðrari tjóð, millumtjóða feløgum, felagsskapi ella einstaklingi at ráða yvir.

2. Fíggjar- og búskaparmál, kervi og orka

Fíggjarorka landsins verður grundað á tað vinnuvirði, sum samfelagið skapar. Peningakervi landsins eigur at vera føroyskt sermál. Langtíðaravtala verður gjørd við donsku stjórnina um fíggjarviðurskifti landanna millum, serliga blokkstuðulsskipanina og uttanlandsskuldina.  Íleggingar verða langtíðarraðfestar. Løgtingsfíggjarlógirnar skulu javnviga. Skattur, tollur og onnur avgjøld Skatta- og avskrivingarlóggávan verður tillagað soleiðis, at hon eggjar til privata uppsparing og arbeiðis- og vinnuskapandi virksemi. Bruttoskattaskipanin verður dagførd og víðkað, lagt skal verða upp fyri, at láginntøku- og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti. Skattagjaldið má í ongum føri fara upp um 50%. Toll- og merivirðisgjald á føroyskum vørum og tænastum verður endurskoðað og tillagað, so at tey gagna vinnulívinum.

Orka
Vatn-, vind-, og aðrar nýtiligar orkukeldur verða at kanna og brúktar, tá ið tøknin og fíggjarliga grundarlagið eru í lagi, og raksturin væntast at bera seg. Tó má farast um náttúruna og umhvørvið við størsta varsemi.

3. Fyrisitingarmál

Almenn fyrisiting
Almenna umsitingin verður skipað soleiðis, at hon hóskar til føroysk viðurskifti.

Uttanríkismál
Landsstýrið leiðir allar samráðingar við onnur lond um mál, ið viðvíkja Føroyum. Føroyar skulu hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Virkað verður fyri linna í heiminum gjøgnum altjóða samstarv.

Umboðsstovur
Í teimum londum, sum vit samskifta við, eiga vit at nýta rættin til at seta egin umboð á donsku sendistovurnar.

4. Vinnumál

Vinnulívspolitikkur
Ein hóskiligur og miðvísur vinnulívspolitikkur fyri landið eigur at tryggja øllum hondum arbeiði, og føroyskum vinnulívi eigur at verða tryggjað kappingarføri.

Fiskivinna
Virkað verður fyri at fremja miðvísa og burðardygga stovnsrøkt í fiskivinnuni grundað á praktiskar og vísindaligar royndir og tilmæli, og at gera greitt býti millum veiðihættir. Húkafiskiskapinum skal verða veittur best møgulig kor. Mest loyvda veiði, tøkniligar stýringar, friðingar og tillaging í veiðiorkuni, eru saman við fiskiloyvum, besti stovnsvarðveitandi politikkur, til tess at vit kunnu gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt við besta samfelagsbúskapi fyri eyga. Heildarætlan verður gjørd fyri fiski- og alivinnuna, undir hesum royndir og kanningar við havbiti. Dentur eigur at verða lagdur á royndarfiskiskap í heima- og altjóðasjógvi. Góðskueftirlit verður skipað eftir myndugleika- og marknaðarkundakrøvum.

Kunningartøkni
Dentur verður lagdur á at geva kunningartøknini møguleikar at mennast og gerast lønsamur vinnuvegur og stuðul í landsbúskapinum.

Landbúnaður
Búnaðarpolitikkurin skal við langtíðarheildarætlan verða settur í fastar karmar, so at hann við menning, ráðgeving, upplýsing og frálæru kann gerast týðandi og burðardyggur vinnuvegur.





Ídnaður

Føroyskur ídnaður og føroyskt handverk verða at stuðla. Heimamarknaðurin skal vaksa og verða stuðlaður við miðvísari upplýsing, marknaðarføring og heildarætlan.

Handil
Føroyar eiga at vera uttan fyri ES. Við millumtjóða avtalum og samstarvi grundað á handilsligan dugnaskap eiga vit at fáa best møguligt samstarv við ES og aðrar marknaðarsamgongur.


Samferðslumál
Arbeiðið upp á vegir, havnir, berghol og lendingar verður framt um alt landið eftir heildarætlan. Samferðslan eftir landi, sjógvi og loftvegis verður útbygd og samskipað.

Ferða- og farmasigling
Ferða- og farmasigling eigur at vera á føroyskum hondum. Flutningsfyritøkum okkara skulu verða veitt kor, ið gera tær førar fyri at geva dygga og kappingarføra tænastu eisini í altjóða samanhangi.

Oljuvinna
Føroyskt oljufelag verður sett á stovn. Dentur verður lagdur á at gera okkum tilbúgvin til at vera uppi í oljuvinnuni, tá olja verður funnin í føroysku undirgrundini. Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í sambandi við rannsóknum og vinnu úr havbotninum ella slíkari vinnu á landi. Við áløgdum burturleggingum skal verða forðað fyri, at stórar tíðaravmarkaðar inntøkur til landið avskepla búskap og kappingarføri okkara á øðrum økjum.

5. Almannamál

Sosialmál
Sosiala forsorgin verður skipað eftir føroyskum viðurskiftum og eigur at veita tryggleika tá ið sjúka er, í ófullføri, arbeiðsloysi og í elli, og arbeiðisloysistrygging verður skipað við sjálvstrygging. Virkað verður fyri at fyribygja sjúku, neyð og líðing, at ófullførum gevast møguleikar at vera uppi í arbeiðis- og samfelagslívi, og at eldri kunnu verða verandi í egnum umhvørvi ella heima hjá familju síni sum longst. Barnsburðarfarloyvisgrunnur verður settur á stovn fyri allar partar á arbeiðsmarknaðinum. Røktar- og ellisheim, vardar íbúðir, ansingar-, barna, og smábarnastovnar verða bygd eftir tørvi.

Heilsumál
Øllum borgarum verður tryggjað ókeypis lækna-, tannlækna- og sjúkraviðgerð, eins og læknakanning til tess at fyribyrgja sjúkum. Sjúkratryggingarskipanin verður dagførd og skipað til føroysku fyrisitingina at reka. Heilsumiðstøðir verða bygdar, har tørvur er á teimum. Lívsneyðugur heilivágur verður ókeypis.

6. Móðurmál, skúli, mentan, ítrótt, kirkja og samfelag

Málið
Føroyskt er móðurmálið og megingrundarlagið undir øllum
mentanarlívi og okkara fremsti samskiftismiðil. Útbúgving í føroyskum á øllum stigum verður
ment, og dentur skal verða lagdur á dagliga menning og røkt.
Føroyskt er almenna málið í Føroyum. Settur verður serkønur málrøkil við almennu fjølmiðlarnar, og almennu fjølmiðlunum verður álagt at gera sítt ítarsta at skapa málinum bestu kor.

Skúli og útbúgving
Landsins skúlaskapur verður skipaður á føroyska grund og eftir føroyskum tørvi. Hann skal tryggja borgarum holla frameftirlítandi útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll, sum hava hug og hegni, skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving - heima og burturi. Útbúgvingar- og granskingarætlanir, ið kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív, vaksa útflutningsvirði og møguleikar, skulu verða raðfestar, somuleiðis tær útbúgvingar ið menna føroyskt mál, siða- og mentanararv og vitan um føroysk samfelagsviðurskifti. Bygdarskúlarnir eiga at verða varðveittir, har tað er møguligt. Dygd og møguleiki í frálæruni skal tó altíð liggja fremst. Møguleiki skal vera at reka frískúlar á góðkendum grundarlagi. Dentur verður lagdur á at tálma allari rúsevnismisnýtslu, og at upplýsa um hesi evni innan skúlagátt.  

Mentan
Lista-, skjala-, bóka- og onnur søvn verða skipað soleiðis, at tey kunnu veita øllum borgarum holla og dygga tænastu, og ansurin fyri listini skal mennast. Tjóðleikpallur, áhugaleikpallur, menning av kvøðing og dansi og tónlistaskúli eins og felagslívið verður at stimbra og leggja í fastar karmar. Fornminnini skulu verða skrásett og kannað. Lóg um fjølmiðlasið verður sett í gildi til tess at verja einstaklingin, eins væl og móðurmálið og siðaarv okkara.  

Ítrótt
Ítróttin verður stuðlað, í tann mun tað er neyðugt, til tess at geva øllum møguleika at íðka ítrótt.  

Kirkjan
Fólkakirkjan verður yvirtikin.

7. Kommunumál, náttúru- og umhvørvismál

Kommunumál
Virkað verður fyri betri samvinnu millum kommunur, og fyri at kommunur sjálvbodnar leggja saman í størri eindir, so at tær kunnu gerast førar fyri at loysa uppgávur til frama fyri samfelagið. Inntøkubýtið og ábyrgd millum land og kommunur verða broytt, so kommunur fáa størri part av skattligu inntøkunum, størri avgerðarrætt í kommunalum spurningum og størri ábyrgd av avgerðum sínum. Almennu stovnarnir verða skipaðir soleiðis, at teir ið eru, betur kunnu verða kommununum til hjálpar. Virkað verður fyri, at partar av almennu umsitingini verða lagdir út á kommunurnar. Kommunulóggávan verður nútímansgjørd.

Náttúru- og umhvørvismál
Tiltøk verða framd, so at náttúran verður ikki óneyðugt skemd av bygging, vegagerð, burturkasti, dálking og slíkum. Djóralívið verður fjálgað um við bøttum friðingarreglum. Dentur verður lagdur á at fyribyrgja dálking á landi, sjógvi og í luft, heima og í altjóða samstarvi. Trygdarætlan verður gjørd at taka til í umhvørviskreppu. Náttúruráð verður sett á stovn. Kommunur verða stuðlaðar at seta upp reinsiverk. Gjørdar verða lógir og reglugerðir fyri ferðafólk og ferðafólkavinnu í samráð við kommunurnar.

Ferðsla
Dentur verður lagdur á at útbúgva øll væl, tá um ferðslu ræður. Tiltøk verða sett í verk til tess at bøta um trygdina, eitt nú í fjølbygdum økjum. Upplýsing um ferðslu, eigur at vera týðandi táttur innan skúla og í allari ferðslufrálæru.

Trivnaður
Førdur verður miðvísur trivnaðarpolitikkur, sum hevur sítt fremsta stavnhald at tryggja øllum vinnuførum hondum arbeiði á staðnum, og sum skal bøta um mentanar- og trivnaðarviðurskifti. Vinnugrundarlagið verður víðkað við øktari ídnaðarútbúgving og øktari landbúnaðarframleiðslu. Føroyskur heimaídnaður og smáídnaður verður stuðlaður. Virkað verður fyri, at persónligt frælsi við ábyrgd verður veruleiki, og at lóggáva og almenn fyrisiting nívir ikki hin einstaka, men verður einføld og løtt at skilja. Felagslívið verður styrkt.