RÚNA
SIVERTSEN

lesandi og málsviðgeri

RÚNA SIVERTSEN

RÚNA SIVERTSEN

Stutt um Rúnu
Umframt at vera gift Birgir Sivertsen og mamma Hansu, Sylviu, Randi, Boga og Birgit, er Rúna eisini ein av royndastu kvinnuligu politikkarunum í Føroyum.  

Hon hevur verið politiskt virkin síðan 1990 og arbeiðir í dag sum málsviðgeri í Eysturoyar barnaverndartænastu, umframt at hon í løtuni eisini tekur hægri útbúgving á økinum.  

Rúna vil leggja serliga stóran dent á umstøðurnar hjá børnum og barnafamiljum, eitt nú vil hon virka fyri at styrkja barnaverndararbeiðið og at veita foreldrum tilboð um parlagsskeið.  

Harafturat er eldraøkið eitt hjartamál hjá Rúnu, og vil hon virka fyri nýhugsan innan eldrarøkt, soleiðis at eldri kunnu búgva heima so leingi, sum tey ynskja tað, umframt nýhugsan, tá ið eldri borgarar flyta á eldraheim at búgva.

Seinastu greinar hjá Rúnu:

Fylg Rúnu her: