SVEN
DAHL

arbeiðsmaður

SVEN DAHL

SVEN DAHL

Stutt um Sven
Sven er pápi Lailu, Sáru, Áron og Káru, og dagliga starvast hann á Smiðjuni hjá Klaksvíkar kommunu. Sum valevni hevur hann drúgvar royndir og seinastu árini hevur hann umboðað býráðið í eitt nú Skúlastýrinum. Harafturat hevur Sven eisini royndir sum vinnurekandi í Klaksvík.

Sven vil leggja serligan dent á ábyrgdarfullan vinnupolitikk, sum kann tryggja framhaldandi menning og sterkt gjaldføri í kommunukassanum. Harafturat vil Sven eisini virka fyri, at viðlíkahald av vegum og øðrum á tekniska økinum verður betri, og at komandi broytingarnar á skúlaøkinum verða framdar við skynsemi, soleiðis at nýggi samanlagdi skúlin fer at virka til fulnar í nýggja skúlabygninginum, sum er ávegis.

Seinastu greinar hjá Sven:

Fylg Sven her: