Amboðs- og fimleikahøll í Klaksvík

Fyrsta stigið til eina amboðs- og fimleikahøll varð tikið tann 15. februar í ár. Tá varð samtykt, at tann nýggja amboðs- og fimleikahøllin skal liggja eystantil KÍ-høllina. Í løtuni verður arbeitt við einari byggiskrá fyri høllina, ið lýsir tørvin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, inniheldur fyribils tekningar og eina kostnaðarmeting. 

Í dag eru tríggjar stórar kommunalar verkætlanir í gongd. Ein nýggjur skúli, miðbýurin og skjótt verður farið í gongd við rennibreytina. Í 2018 verður fyrsta byggistig í skúlanum liðugt, og loyvir fíggjarætlanin okkum at byrja uppá eina nýggja amboðs- og fimleikahøll uttan nakra lántøku. So statt kunnu vit byrja uppá eina nýggja amboðs- og fimleikahøll í 2019. 

Kann samantvinnast við umvælingum av KÍ-høllini 

Skiftingarrúmini í KÍ-høllini eru í rættiliga vánaligum standi. Fyri framman er ein kostnaðarmikil tilgongd at dagføra skiftingarrúmini. Tað er skilagott, tá man fer at byggja eina nýggja amboðs- og fimleikahøll, at samantvinna skiftingarrúmini og so statt dagføra skiftingarrúmini í KÍ-høllini - ein tilgongd, ið er ein sparing í sjálvum sær. 

Amboðs- og fimleikahøll er alneyðug

Klaksvíkar Fimleikafelag er eitt av teimun størstu feløgunum í Klaksvík, og harafturat eitt av teimum feløgunum, ið hevur torførastu fortreytirnar til at samskipa teirra venjingar. Umstøðurnar kring um fimleikin skulu betrast skjótast gjørligt. Hetta vil føra við sær, at onnur feløg, ið nýta Badmintonhøllina, fáa ágóðan av tøkum tímum, tá ið fimleikafelagið fær egin hølir. Eg fari at virka fyri, at vit byrja uppá eina nýggja amboðs- og fimleikahøll í 2019. 

Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur Klaksvíkar Kommuna

Sep 26, 2016

Seinastu tíðindi