Byrsuskjóting í Klaksvík

Líka sum fletting og grindadráp, er skjóting av haru og fugli eisini ein partur av føroysku matmentanini, og tí eiga umstøðurnar til byrsuskjóting at betrast, soleiðis at møguligt verður at skjóta alt árið.

Tann lógarásetta tíðin til skjóting er so stutt, at man hvørt ár næstan má læra seg av nýggjum fyri at kunna skjóta haru og fugl. Allíkavæl eiga vit í Klaksvík nógv fólk við talenti og áhuga fyri skjóting, og tí haldi eg, at vit áttu at havt eitt øki í kommununi, har loyvt var at skjóta við byrsu alt árið. Hetta økið kundi til dømis verið úti við endurnýtsluna á Bumshamri, úti í Oyri ella í Borðoyavík, og tað hevði skjúttunum møguleika fyri at vant alt árið og harvið verið betri fyri til eitt nú harutíðina.

Eisini ber til at hugsa um byrsuskjóting sum ítrottargrein, sum jú eisini er ein oyggjaleikagrein, har føroyingar saktans kunnu standa seg væl. 

Verði eg valdur til Klaksvíkar býráð, vil eg tí arbeiða fyri einum stykki, har tað ber til at skjóta við byrsu alt árið uttan at verða meldaður ella at vera til ampa fyri onnur. 

Kjartan á Gravarbø
valevni á lista D

Nov 7, 2016

Seinastu tíðindi