Familjupolitikkur á breddan

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at orða ein familjupolitik.

Úrslitið av arbeiðnum eru 3 uppskot til samtyktar, umframt hesin snøggi faldarin. Tað fyrsta lógaruppskotið, ið snýr seg um at geva foreldrum møguleika at vera longri heima hjá sínum børnum, og fáa eina samsýning frá kommununi í hesum tíðarskeiði, vann tíverri ikki frama á tingið á hesum sinni.

Í næstum verða so hini bæði uppskotini viðgjørd á tingið. Tað eina snýr seg um at áseta eitt minstamark á normeringar og at uppraðfesta fyribyrgjandi trivnaðararbeiði í dagstovnum. Hitt uppskotið snýr seg um at seta á stovn ein familjudepil, sum m.a. skal hava til uppgávu at veita parterapi, samtalutilboð til skilnaðarbørn og mangt annað.

- Tað er gleðiligt, at vit eru komin hertil. Samfelagnum tørvar ein aktivan familjupolitikk, ið styrkir familjulívið. So at siga einki hevur verið gjørt burturúr hesum í føroyskum politikki, men ein sterk familja, hevur stóran týdning fyri samfelagið, sigur Bárður Kass Nielsen, tingmarður fyri Nýtt Sjálvstýri.

Uppskotini eru at finna á logting.fo (tingmál nr. 17 og 18).

Faldarin, ið er ein frágreiðing um familjupoltikk floksins, kann lesast her (trýst).

Oct 2, 2016

Seinastu tíðindi