Fimleikahøll NÚ!

Sjálvt um Klaksvíkar fimleikafelag er eitt av størstu feløgunum í býnum, og sjálvt um fimleikur er rørsla, sum øll fólk kunnu íðka og njóta ágóðan av, so er fimleikinum ikki lív lagað, um umstøðurnar ikki verða betri. Tí eiga vit sum skjótast at byggja nýggja fimleikahøll, og á tann hátt styrkja um alt ítrottarøkið í Klaksvík. 

Eg havi sjálvur gjørt fimleik tað mesta av lívinum og eri so at siga uppvaksin í fimleikahallunum á Skúlavegi. Tær vóru longu gamlar og slitnar, tá ið eg byrjaði at ganga til fimleik sum 3-ára gamal í 1998, og tær eru so avgjørt ikki blivnar betri við árunum. Allíkavæl er fimleikafelagið eitt av teimum størstu feløgunum í Klaksvík, men flestu íðkararnir byrja sum børn og fella so frá við aldrinum, tí umstøðurnar at venja eru so vánaligar, at áhugin dettur burtur, tá ið tey gerast eldri. Sannleikin er, at vit hava nógvar evnaríkar og ídnar fimleikarar, men vit eru ikki kappingarfør við stóru feløgini í Havn og í Runavík, um ikki umstøðurnar gerast betri. 

Hetta er stórt spell, bæði fyri hesar íðkararnar og fimleikafelagið, men eisini fyri aktiva lívið í Klaksvík, tí fimleikur er meira enn bara ein ítrottargrein. Rørslurnar styrkja allan kroppin og gera okkum fimari, lættari og sterkari. Hetta merkir, at fimleikarar ofta eisini eru stinnir í øðrum ítrottargreinum, og samstundis er fimleikur eisini ein grein, sum øll kunnu njóta ágóðan av. 

Ein nýggj fimleikahøll hevði tí komið øllum til góðar. Dagstovnarnir og skúlarnir kundu brúkt hana, fimleikafelagið kundi brúkt hana, og almenningurin kundi brúkt hana, líkasum vit kenna tað frá svimjihøllini og frá nýggju fimleikahøllini í Runavík. Harafturat hevði ein fimleikahøll eisini økt um møguleikarnar á eldraøkinum, har eldrafimleikur kundi verið boðin út, líkasum eldrasvimjing verður tað í dag. Tí sigi eg: fimleikahøll nú!

Kjartan á Gravarbø, valevni fyri Sjálvstýri til Klaksvíkar býráð

Oct 8, 2016

Seinastu tíðindi