Fyri børnini skyld

 

Um eg verði vald í býráðið, so fari eg beinanvegin at arbeiða fram í móti, at foreldur, sum renna seg í trupulleikar í parlagnum skulu fáa tilboð um ókeypis ráðgeving.

Høvuðsdrívmegin hjá mær í akkurát hesum er, at verja børn í móti tí stóru sorg, sum tað í flestu førum er, tá foreldrini fara frá hvørjum øðrum.

Stórar útlendskar kanningar vísa, at ráðgeving kann fyribyrgja hjúna- og parlagsskilnaði. Kanningar vísa eisini, at tá fólk, sum vóru farin fra á hvørjum øðrum blivu spurd, søgdu tey, at tey høvdu ynskt, at tey høvdu kunnað fingið ráðgeving, áðrenn tey tóku avgerðina.

Í øðrum lagi er tað umráðandi - tá parlagið ikki kann bjargast og foreldur mugu fara frá hvørjum øðrum - at tey fáa ráðgeving í at samskifta væl, so børnini ikki verða sett í svárar tvístøður, tí foreldrini ikki kunnu einast.

Hetta haldi eg er sera neyðugt hjá kommununi at arbeiða við - fyri børnini skyld.

Oct 25, 2016

Seinastu tíðindi