Grundstykkini á Fossum tøk í 2017

Fyri summarfrítíðina varð samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skuldi fara í holt við eina útstykkingarætlan á Fossum, ið skuldi byrja í 2018. Síðani hetta varð kunngjørt, hava fólk víst ætlanini rættiligan stóran áhuga. Um vit taka útgangsstøði í grundstykkjalistanum, vóru 13 fólk á bíðilistanum í juni 2016, áðrenn ætlanin á Fossum varð kunngjørd. Síðst í august vóru 42 umsóknir, sum er meira enn ein trífalding av umsóknum. Vit kunna loyva okkum at staðfesta, at ætlanin á Fossum óivað er orsøkin til hetta.

 

Vit framskunda ætlanina til 2017

Tað er stórur gravgangur eftir at seta búgv í Klaksvík. Um vit leita ígjøgnum heimasíðurnar hjá teimum ymisku húsameklarunum, síggja vit nærum ongin hús á sølulistanum, ið eru í Klaksvík. Somuleiðis er sera torført at fáa fatur á leiguíbúðum í løtuni. Hetta skulu vit sum kommuna loysa. Tískil er bráneyðugt, at Klaksvíkar Kommuna framskundar útstykkingarætlanina á Fossum og byrjar uppá hana í 2017.

 

Byggingin skal vera fjølbroytt

Tað skal vera rúm fyri fjølbroyttari bygging. Ásannandi tørvin á leiguíbúðum, skulu vit taka hædd fyri hesum og seta øki av til tað. Klaksvíkar Kommuna skal samskifta við Bústaðir um at útvega einar 8-12 leiguíbúðir, ið ikki endavenda tí mánaðarligu fíggjarætlanini hjá einari familju, samstundis sum vit bjóða eini 20-25 grundstykkir út.

 

Taka hædd fyri trivnaði og grønum økjum

Tey síðstu árini hevur dentur verið lagdur á at fremja grøn økir kring um í býnum. Hetta skal takast við frá byrjan í nýggja býlinginum. Tað skal vera rúm fyri grønum og rekreativum økjum. Somuleiðis skulu vit hava eitt spælipláss við fótbóltsvølli tilknýtt nýggja býlinginum.

 

Ikki neyðugt við lántøku - kommunan megnar at fíggja ætlanina

Kommunan hevur fleiri stórar verkætlanir í gongd í løtuni, ið verða fíggjaðar uttan lántøku. Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av tøka peninginum á íløgusíðuni fer til hesar ætlanirnar.

Fyrsta byggistig á Fossum er mett at kosta 12,5 mió. kr. Inntøkurnar frá 20-25 grundstykkjum eru áleið 8,5 mió. kr. Sostatt er kostnaðurin 4 mió. kr. at íverkseta ætlanina á Fossum. Til dømis kundi hetta verði fíggjað við at halda aftur við avdrøgum í 1 ár. Í verandi stund verða 8,5 mió. kr. goldnar um árið. Tá ið grundstykkini eru seld, kann peningurin nýtast til eitt dupultgjald av avdrøgum áljóðandi 17 mió. kr. Til ber at finna tær írestandi 4 mió. kr. innanfyri tann verandi íløgukarmin hjá kommununi.

 

Útstykkingin á Fossum er alneyðug

Klaksvíkar Kommuna er í menning. Vit hava rokkið 5.000 íbúgvum. Nú snýr tað seg um at vera framskygdur - leggja lunnar undir einum enn størri vøkstri. Skulu vit tryggja vøksturin og eitt fjøllbroytt úrval av grundstykkjum og íbúðum, er tað alneyðugt, at vit sum kommuna fara undir verkætlanina í 2017!

 

Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur

 

Sep 21, 2016

Seinastu tíðindi