Handanin av barnabókavirðislønini hjá Útnorðurráðnum 2016

Endamálið hjá Útnorðurráðnum við virðislønini er at stuðla bókmentan í útnorði og at eggja og geva rithøvundum íblástur at halda áfram at brúka sínar gávur og hugflog, at skapa barna og ungdómsbókmentir.

Við byrjan skal eg sum næstformaður í Útnorðurráðnum, bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á Býarbókasavnið í Tórshavn, til handanina av barna-og ungdómsbókavirðislønini 2016.

Útnorðurráðsins barna-og ungdómsbókavirðisløn, verður latin annahvørt ár og bleiv fyrstu fer latin í 2002. Tað er sostatt áttandu fer, at virðislønin verður latin og aðru fer, at ein føroyskur rithøvundur er vinnari, hesafer er tað Rakel Helmsdal.

Endamálið hjá Útnorðurráðnum við virðislønini er at stuðla bókmentan í útnorði og at eggja og geva rithøvundum íblástur at halda áfram at brúka sínar gávur og hugflog, at skapa barna og ungdómsbókmentir.

Ráðið ynskir somuleiðis at leggja dent á, at Útnorður er eitt øki, sum hevur eina felags søgu, sterk vinarbond og nógvar felags avbjóðingar og møguleikar. Við bókmentavirðislønini vil Ráðið fegin betra møguleikarnar hjá børnum og ungum, at tey tíðliga í lívinum kunnu fáa eina fatan av søgu og mentan hjá teimum trimum londunum í økinum.

Skal boðskapurin koma út, er tað sera týdningarmikið, at bókin sum vinnur virðislønina eisini verður útgivin í hinum londunum, í hesum føri Grønlandi og Íslandi. Tí er tað mær ein gleði at fráboða, at Ráðið hevur avsett pening, har forløg hava møguleika at søkja um stuðul, at fáa bókina týdda og givna út á íslendskum og grønlendskum.

Hervið eru møguleikar givnir, at vinnarabókin kann koma út til lesararnar í Útnorði, á teirra egna máli.

Øll vita hvussu týdningarmikið tað er, at børn og ung nema sær kunnleika og lesa bøkur. Tað kann verða á telduni, teldlinum ella sum í gomlum døgum, við einari vanligari bók. Flestu av okkum hava eina yndisbók, ið vit serliga minnast frá okkara barna og ungdómsárum. Søgur hava ávirkan og eru við til at geva og mynda framtíðarútlit.

Hóast fáment, so eiga vit ein ríkan bókaskatt. Um eg skal velja eina bók, sum hevur havt størst ávirkan og serliga fest seg í minnið frá mínum barnaárum, so verður tað røðin: "Lívsmyndir úr Halgubók". Tann fyrsta kom út í 1958, og varð skrivað av Christian Høj lærara á Strondum. Einfalt og lættfatandi, eydnaðist honum at livandigera bíbliufrásagnirnar á slíkan hátt, at barnið livdi við og bleiv partur av hendingini og tær settu seg fastar í minninum. Frásagnirnar vórðu íklæddar ein nútíðar gerandisham ið gjørdi, at sjálvt hendingar sum fóru fram fyri øldum síðani, í so fjarðskotnum londum sum Egyptalandi og Ísrael, blivu so livandi, at tær eins væl kundu farið fram hinumegin Skálafjørðin ella í einum av grannabygdunum. Slíkur førningur er fyri meg ein góð barlast at hava við á lívsleiðini. Ein staðfesting, at tað er týdningarmikið við bókmentum, og at skrivað verður til børn og ung so tey skilja boðskapin og taka hann til sín.

Eg vil biðja Oddfríður Marna Rasmussen, sum er formaður fyri dómsnevndini í Útnorði, sum velur millum innkomnu uppskotini til barnabókavirðisløn, um at greiða okkum frá bókini, sum í ár vinnur virðislønina.

Príshandanin

Góða Rakel Helmsdal!

Tað er mær ein gleði at handa tær Útnorðurráðsins barna- og ungdómsbókavirðisløn 2016. Við hesi altjóða virðisløn fylgir ein stórur heiður, tí vinnarabókin er úrvald av einari dómsnevnd, sum kemur frá trimum ymiskum londum. Kann í hesum viðfangi nevna, at fyrst verða tilnevndu bøkurnar umsettar til danskt, áðrenn dómsnevndin kann taka støðu innkomnu uppskotini. Vinnarabókin " Hon, sum róði eftir ælaboganum", hevur tí møguleikan at koma út á íslendskum, grønlendskum og donskum, sum skuldi givið møguleikan fyri einum væl størri lesaraskara.

Við bókmentavirðislønini fylgir heiðursrit og ein kekkur áljóðandi 60.000.- kr. Tað er ikki bert peningaupphæddin sum er avgerandi, men meiningin við prísinum er, at talan er um ein heiður og gøðskumerki, sum kann samanberast við líknandi bókmentavirðislønir. Tí vil bókin fáa stemplið " Vinnari av Útnorðuráðsins barna-og ungdómsbókmentavirðislønini 2016". Vónandi fylgja forløg og bókaútgevarar í nevndu londunum áheitan okkara, um at taka stig til at fáa bókina givna út á teirra móðurmáli.

Góða Rakel! 
Enn einaferð hjartaliga tillukku.

Sep 2, 2016

Seinastu tíðindi