Heimloysið í Klaksvík skal burtur

Størsta avbjóðingin fyri trivnaðin í Klaksvík í løtuni eru væntandi bústaðarmøguleikar. Vit fegnast um fólkavøksturin og ynskja okkum altíð, at fleiri skulu velja Klaksvík sum heimstað, men hetta kunnu vit ikki vænta, um leitanin eftir bústaði er sum eftir einum húki á bládýpi. Serliga eru tað ung pør, ungar familjur, støk og stakar uppihaldarar, sum hava ringt við at finna bústaðir til sømiligir prísir. Samstundis eru tað tey ungu, sum í framtíðini skulu bera samfelagið víðari, og tí er tað altavgerandi, at vit fáa tey at støðast her sum skjótast.

Sum valevni til Klaksvíkar býráð seti eg borgaran fremst. Vit skulu hava betri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, soleiðis at øll tey, ið ynskja at flyta til Klaksvíkar, skulu hava møguleika fyri tí. Nakrar av teimum íbúðunum, sum eru komnar hesa býráðssetuna, eru tær vardu íbúðirnar á Kráarbrekku. Tær vórðu klárar uppá bert 10 mánaðar og verða nú leigaðar út fyri sømiligan prís. Tá ið tørvurin í løtuni er so stórur, at fleiri familjur eru húsvillar og leita av øllum alvi eftir íbúð, so tykist tað upplagt fyri mær, at vit eiga at lata fleiri íbúðir byggja, sum eru líka skjótar og góðar sum tær á Kráarbrekku, og hesum vil eg virka fyri, verði eg vald til Klaksvíkar býráð.

Menniskju eru størsta tilfeingið, sum vit eiga í samfelagnum, og tí eigur kommunan eisini at gera íløgur í borgararnar í kommununi og teirra trivnað. Vinna og framburður eru sjálvsagdir partar av einum samfelag í menning, men uttan menniskjaligan trivnað er heldur eingin at reka og njóta ágóðan av sterku vinnuni, sum vit hava í Klaksvík.

Beinta Klakstein, 
valevni fyri Sjálvstýri til Klaksvíkar býráð

Oct 16, 2016

Seinastu tíðindi