Hví steðga her?

Framburður og fólkavøkstur vóru lyklaorðini, tá ið vit tóku við stýringini fyri fýra árum síðani. Í dag kunnu vit staðfesta, at vit fyri fyrstu ferð í 28 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvíkar kommunu, gjaldførið er hækkað úr 10 til 70 milliónir krónur og samstundis er skattaprosentið hitt lægsta í átta ár. Stutt sagt: allir pílarnir peika rætta vegin.

Mest átroðkandi trupulleikarnir í kommununi í løtuni eru vegakervið og bústaðarmøguleikar. Neyðugt er alt fyri eitt at fara undir neyðugu ábøtirnar, soleiðis at vegir og gongubreytir í býnum verða trygg og góð at ferðast eftir, og í mun til bústaðarmøguleikarnar er neyðugt við bæði útstykking og alternativari íbúðarbygging.

Miðbýurin, sum tosað hevur verið um seinastu óteljandi árini, tekur nú endiliga skap, og um eitt gott ár verða tær 30 íbúðirnar og handilshølini á Biskupstorgi tikin í nýtslu. Harumframt eru eisini mentanarhúsið og rennibreyt við einum eyka fótbóltsvølli komin á breddan og fíggjarætlanina.

Teir báðir fólkaskúlarnir í býnum eru lagdir saman og farið er undir at byggja ein vakran og tíðarhóskandi skúla fyri 100 milliónir á Skúlatrøð, har okkara børn og ungu kunnu læra og mennast í einum tryggum og góðum umhvørvi.

Klaksvík er blivið eitt betri stað hjá barnafamiljum. Nýggjar dagstovnastovur eru latnar upp, gjøldini eru lækkaði og barnafrádrátturin er hækkaður. Hetta er alt við til at skapa trivnað og menning, og í komandi setu skulu vit syrgja fyri, at tørvurin á dagstovnaøkinum verður nøktaður til fulnar, og at býurin eisini gerst meira barnavinaligur, eitt nú við spæliplássum og betri umstøðum til gongu- og trillutúrar.

Kafé- og náttarlívið blómar, fleiri nýggjar fyritøkur hava sæð dagsins ljós og hol er sett á Føroya størstu vinnuverkætlan norðuri á Strond. Sterka vinnulívið hevur altavgerandi týdning fyri framburðin og trivnaðin, og tí skulu vit sjálvandi tryggja, at góða gongdin heldur framm, eitt nú við at hava vinnuøkir tøk til nýggjar fyritøkur, ið vilja byggja í Klaksvík.

Eg fegnist um at hava verið partur av øllum hesum og nógvum afturat, men eg veit eisini, at nógv er eftir at fremja, fyri at Klaksvík framhaldandi skal vera besta og vakrasta kommuna í landinum, og tí er tað umráðandi, at vit ikki taka okkum av løttum og bara njóta góðu úrslitini, men harafturímóti arbeiða víðari við skili og skynsemi.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Oct 20, 2016

Seinastu tíðindi