Jógvan Skorheim heldur fram sum floksformaður

Á aðal- og landsnevndarfundinum leygardagin 1. oktober 2106 í Leikalund í Klaksvík var Jógvan Skorheim einmælt afturvaldur sum floksformaður fyri Sjálvstýri, og Kári P. Højgaard heldur fram sum næst floksformaður.

Landsnevndin hjá flokkinum er manna við hesum fólkum:

Rógvi Fossadal, formaður, umboð fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag

Ronald Poulsen, næstformaður, umboð fyri Streymoyar Sjálvstýrisfelag

Sven Dahl, kassameistari, umboð fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag

Birgit Sivertsen, umboð fyri Ungt Sjálvstýri

Martin Sonny Frederiksen, umboð fyri Vágar

Arnfríð Vestergaard Hentze, umboð fyri Suðuroy.

Lasse Klein er skrivari í Landsfelagnum.

Oct 2, 2016

Seinastu tíðindi