Kjartan til dystin fús

Tey flestu í Klaksvík kenna helst Kjartan sum ídnan fimleikara og KÍ-fjeppara. Harafturat hevur hann júst dømt fyrsta altjóða dystin hjá U15-dreingjalandsliðnum í fótbólti. Men saman við dómaraspíranum býr eisini ein politiskur spíri í búkinum hjá Kjartan, tí nú verður hann eisini at finna á sjálvstýrislistanum til býráðsvalið 8. november. 

- Eg eri glaður fyri at búgva og vera uppvaksin í Klaksvík, her er fantastiska gott at vera, og eg vil fegin vera við til at tryggja, at tað framhaldandi verður líka gott at liva her, sigur Kjartan á Gravarbø.

Kjartan er 21-ára gamal, giftur Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø og útlærdur timburmaður. Í løtuni starvast hann sum hjálparfólk í Drotning Margrethu Barnagarði, og sum valevni til býráðsvalið vil Kjartan virka fyri betri bústaðarmøguleikum í Klaksvík.

- Tað eru nógv ung og barnafamiljur, sum fegin vilja flyta til Klaksvíkar, men tað er ringt at finna nakað til sømiligar prísir, og tí hevur tað risastóran týdning, at hetta verður loyst sum skjótast, sigur Kjartan.

Harafturat vil hann eisini virka fyri eini nýggjari fimleikahøll í býnum. - Fimleikafelagið er í stórari menning og sjálvandi eiga umstøðurnar at fylgja við. Har eru góðir møguleikar fyri at savna nógvar ítrottargreinar við stadionøkið, har rennibreytin eisini verður staðsett, so har eiga vit eisini at byggja eina fimleikahøll, sum fimleikafelagið, skúlin og øll onnur kunnu fáa gleðina av, sigur Kjartan. 

Kjartan er ein fongur

Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri er glaður fyri at hava fingið Kjartan á Gravarbø á valevnislistan. - Kjartan er ungur og fúsur, hann hevur nógv góð hugskot og er arbeiðssamur, so hann er avgjørt ein styrkur á listanum. Fyri okkum er tað umráðandi, at okkara valevni umboða so stóran part av fólkinum sum gjørligt, og tí ger tað listan sterkari, at ein ungur og íðin maður sum Kjartan stillar upp, sigur Jógvan Skorheim.

Sep 19, 2016

Seinastu tíðindi