Magni og Óli á sjálvstýrislistan

Nýtt Sjálvstýri boðar í dag frá, at Magni Garðalíð og Óli M. Lassen verða at finna millum valevnini til komandi býráðsval.

Nýtt Sjálvstýri boðar í dag frá, at Magni Garðalíð og Óli M. Lassen verða at finna millum millum valevnini til komandi býráðsval í Klaksvík.

Magni Garðalíð er sitandi og seinasti borgarstjóri í Húsa kommunu, sum frá 1. januar 2017 verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu. Magni er sostatt royndur í lokalpolitiskum høpi og umframt at vera borgarstjóri, fæst hann nógv við ferðavinnu og hevur einastu matstovuna á Kalsoynni. - Eg eri sera spentur uppá kommunusamanleggingina, sum heilt sikkurt fer at styrkja báðar partar. Komandi valskeið verður tað týdningarmikið, at góða samstarvið, sum hevur eyðmerkt samanleggingina higartil, heldur fram, og hesum arbeiðnum eri eg sjálvandi fúsur at taka virknan lut í, sigur Magni Garðalíð. Ferðavinna og viðurskiftini á útoyggj fylla somuleiðis nógv hjá borgarstjóranum á Húsum. - Í Kalsoynni hava vit sæð ein stóran vøkstur innan ferðavinnuna, og hetta er avgjørt ein vinna, sum vit framhaldandi eiga at menna, bæði á útoyggj, men eisini á meginøkinum, sigur hann.

Óli Lassen er somuleiðis royndur býráðspolitikkari, og til seinasa býráðsval fekk hann 82 persónligar atkvøður. - Klaksvík er ein býur í menning við einum sterkum vinnulívi, og tað er av alstórum týdningi, at vit halda fast í góðu gongdini, sum hevur verið seinastu árini. Fíggjarstøðan í kommununi er góð, og nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd, men enn fleiri mál, sum kunnu betrast, eitt nú í mun til bústaðarmøguleikar, sigur Óli Lassen.

Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, Jógvan Skorheim greiðir frá, at bæði Magni Garðalíð og Óli Lassen styrkja um listan hjá flokkinum. - Magni og Óli hava báðir royndir í býráðspolitiskum høpi, og báðir eru teir dugnaligir og arbeiðssamir, so tað er ongin ivi um, at tað eru tvey sterk valevni, sum nú leggjast afturat listanum, sigur Jógvan Skorheim, floksformaður og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Frammanundan hevur Nýtt Sjálvstýri kunngjørt, at tey trý valevnini, ið fingu flestar atkvøður til seinasta býráðsval, Jógvan Skorheim, Kristian Eli Zachariasen og Beinta Klakstein, eisini stilla upp til býráðsvalið 8. november.

Sep 6, 2016

Seinastu tíðindi