Møðgur á sjálvstýrislistan

Onnur hevur drúgvar royndir í føroyskum politikki, har hon hevur verið virkin síðan 1990, og hin er forkvinna í ungmannafelagnum Ungt Sjálvstýri. Nú stilla tær báðar Rúna og Birgit upp saman á fyrsta sinni. 

Rúna Sivertsen arbeiðir dagliga sum málsviðgeri á sosiala økinum og hennara politisku hjartamál eru eisini at finna innan trivnaðarøkið, har hon vil arbeiða fyri yngstu og elstu borgarunum í samfelagnum. - Eg fari at arbeiða fyri umstøðunum og rættindunum hjá børnum, og so er eisini tørvur á nýhugsan á eldraøkinum, har okkara eldru eiga at kunna búgva heima og fáa neyðuga stuðulin har so leingi, sum tey ynskja tað, sigur Rúna Sivertsen. 

Birgit Sivertsen fekk politikk inn við móðurmjólkini, tá ið mamma hennara miðskeiðis í hálvfemsunum hevði hana við á tingfundir. Hetta var ikki sæð fyrr, so Birgit gjørdist samstundis fyrsti nýføðingur í tinginum, og politikkur fyllir framvegis nógv hjá forkvinnuni í ungmannafelagnum.

- Eg lesi Stjórnmálafrøði á Setrinum og tað hevur higartil givið mær góðan kunnleika um politisku skipanina, sum eg onkursvegna altíð havi verið ein partur av, eisini áðrenn eg fekk valrætt og valbæri sjálv, sigur Birgit Sivertsen. Sum ung og lesandi umboðar hon eisini ein týdningarmiklan part av fólkinum, har eitt nú bústaðarmøguleikar, umstøður hjá teimum lesandi og eitt ríkt mentanarlív hava stóran týdning, og hesi eru eisini hennara hjartamál. 

Gott fyri fólkaræðið

Floksformaðurin fegnast um at hava bæði Rúnu og Birgit Sivertsen á listanum til kommunuvalið, tí hetta ger listan meira umboðandi, sigur hann. - Rúna er ein av okkara royndastu kvinnuligu politikkarum og tað, at hon nú kann stilla upp saman við Birgit, sum avgjørt eisini hevur politisk tev og góðan arbeiðshug, tað er at fegnast um, bæði fyri Nýtt Sjálvstýri, men eisini fyri fólkaræðið, tí her hava vit tvær kvinnur í tveimum aldursbólkum, sum báðar vilja virka fyri einum góðum og sterkum samfelag, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og floksformaður.

Rúna og Birgit Sivertsen eru tvær av trimum kvinnum á sjálvstýrislistanum. Afturat teimum stillar Beinta Klakstein, sum fekk triðflestar atkvøður seinast, eisini upp aftur.

Sep 15, 2016

Seinastu tíðindi