Nýtt Sjálvstýri ynskir at gerast sjónligari!

Vit ynskja at vaksa okkum stór og sterk aftur, og tí hava vit viðka um tilfarið, ið kann geva øllum borgarum, betri vitan um flokkin.

Nýggjasta veljarakanningin vísir eisini á eina ávísa framgongd fyri okkara flokk. Tað gleðast vit yvir, men vit ynskja at koma nógv longri fram aftur í føroyskum politikki, tí vit meina sjálvi, at vit hava so nógv uppá hjarta. Hesin nýggi faldarin skal geva Føroya fólki eitt skjótt og greitt yvirlit yvir, hvat flokkurin stendur fyri, og hvat vit ynskja at arbeiða fyri.

Tit sum lesa hetta eru vælkomin at deila faldaran við onnur, soleiðis at okkara boðskapur skal koma so víða út sum møguligt – og helst vera eitt íkast til eitt sunt og mennandi orðaskifti um, hvussu okkara vælferðarsamfelag skal innrættast upp á best møguliga hátt.

Sí faldaran her.

Oct 14, 2016

Seinastu tíðindi