Nýggj heimasíða og listin klárur

Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur nú kunngjørt øll valevnini til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu 8. november og í dag letur eisini nýggja valsíðan hjá Sjálvstýri upp.

Seinastu vikurnar eru tey 10 nøvnini á Sjálvsýrislistanum kunngjørd og listin er nú klárur til býráðsvalið.

Tey 10 valevnini fyri Sjálvstýri er hesi:

Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur og KT-leiðari
Beinta Klakstein, námsfrøðingur og leiðari
Birgit Sivertsen, lesandi
Kjartan á Gravarbø, timburmaður og hjálparfólk
Óli M. Lassen, stjóri
Sven Dahl, arbeiðsmaður
Svein Rógvi Ljósstein, sjálvstøðugt vinnurekandi
Rúna Sivertsen, lesandi og málsviðgeri
Magni Garðalíð, borgarstjóri og sjálvstøðugt vinnurekandi

Í inniverandi setu hava tveir sjálvstýrismenn havt sæti í býráðnum, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Kristian Eli Zachariasen.

- Vit hava framt nógv hesi seinastu árini og vit hava nógvar spennandi verkætlanir koyrandi í kommununi, so vit síggja onga orsøk til at steðga her, tí vit vilja fegin vera við til at tryggja, at góða gongdin í Klaksvík heldur fram, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Og borgarstjórin er væl nøgdur við valevnislistan hjá flokkinum.

- Vit hava ein fjølbroyttan lista, sum tilsamans umboðar borgararnar í okkara kommunu væl. Umframt royndar kreftir, sum hava nógv politisk ár á baki, eru eisini fleiri nýggir spírar á listanum, sum øll eru ágrýtin eftir at arbeiða fyri býi okkara, sigur Jógvan Skorheim.

Umframt valevnislistan, er nýggja heimasíðan hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag eisini latin upp í dag. Á síðuni finnist avrikslisti fyri farna valskeið og harumframt eru persónligu síðurnar hjá valevnunum, lesarabrøv og greinar eisini at finna á heimasíðuni, sum sæst her: www.sjalvstyri.fo/klaksvik

Sep 28, 2016

Seinastu tíðindi