Nýggjan Musikkskúla

Eg vil arbeiða fyri, at børn og ung í Klaksvíkar Kommunu fáa ein nýggjan musikkskúla, tí at verandi hølir eru ov trong og ótíðarhóskandi.

Klaksvíkar Tónlistaskúli heldur til í Gamla Skúla í Klaksvík.  Bygningurin er 122 ára gamal. Hann er søguligur, men als ikki hóskandi sum musikkskúli.  Umframt, at bygningurin er ótíðarhóskandi, so hoyrist alt ov væl ímillum hølini. Eg minnist, tá eg sjálv spældi har, hvussu strævið tað var at hoyra uppá trummurnar, meðan eg sjálv royndi at fokusera á mítt egna spæl.

Hølini eru smá, tað er sera lágt til loftið og tað gevur afturljóð. Tá størsta rúmið verður brúkt til at goyma tey ljóðførini, sum ikki passa inn aðrastaðni, er sera trongt tá vant verður við orkestri. Konsertir eru vanliga á Skúlatrøð, men tann loysnin er heldur ikki nóg góð.  Afturat tí, at hølið har ikki er egnað sum konserthøli, og at ljóðførini mugu flytast aftur og fram millum skúlarnar, so er heldur ikki sitipláss fyri øllum áhoyrarunum.  Klaksvíkar Tónlistaskúli hevur um 170 næmingar, og til konsertir koma bæði foreldur, systkin, ommur og abbar, mostrar og fastrar, og so framvegis.

At tónleikur og list sum heild hava so vánalig kor sigur mær, at tað eigur at verða raðfest hægri í Klaksvíkar Kommunu. Tað er neyðugt fyri listaliga fjølbroytnið og menningina í kommununi, serliga tá fleiri kanningar vísa, at næmingar, ið fáast við listarlig ítriv í frítíðini, hava bæði betri fakligar førleikar og betri arbeiðsførleikar.

Eg stilli upp til býráðið í Klaksvíkar Kommunu, og eg ætli mær at arbeiða fyri, at Klaksvíkar Tónlistaskúli fær nýggj og nøktandi høli, ið eru eggjandi fyri bæði næmingar og lærarar.

Birgit Sivertsen
Nýtt Sjálvstýri

Oct 6, 2016

Seinastu tíðindi