Ókeypis ítrottargrein til øll børn

Um Klaksvík skal blóma í framtíðini, er neyðugt at vit hjúkla um okkara børn og ungu í nútíðini. Sum mamma og námsfrøðingur eri eg dagliga saman við nógvum børnum, og felags fyri tey øll er, at aktivitetur og samvera við øðrum børnum hava stóra jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum. 

Sum valevni til Klaksvíkar býráð vil eg tí arbeiða fyri, at Klaksvík verður ein meira barnavinaligur býur. Á dagstovnaøkinum skulu vit tryggja, at tørvurin á plássum verður nøktaður, og harumframt skulu útibarnagarðarnir gerast fleiri og betri.

Harafturat vil eg eisini arbeiða fyri, at vit fáa fleiri almenn spælipláss í býnum, soleiðis at børnini hava fleiri møguleikar fyri at spæla úti í einum góðum og tryggum umhvørvi í frítíðini. Ungdómsgransking, sum skúlanæmingar úr Klaksvík hava tikið lut í hevur víst, at skipað frítíðarvirksemi hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá teimum ungu, og tí vil eg virka fyri, at øll børn í kommununi kunnu ganga til eina ítrottargrein ókeypis, soleiðis at øll børn fáa javnbjóðis møguleikar fyri at vera partur av einum ítrottarligum felagsskapi uttan mun til, hvussu fíggjarligu umstøðurnar eru í heiminum. Hetta kann vera til fyrimuns bæði fyri børnini, sum sleppa at røra og royna seg í sosialum felagsskapi og fyri ítrottarfeløgini, sum kunnu fáa fleiri íðkandi limir.

Umframt at tað skal vera gott at vera barn í Klaksvík, so skal tað eisini vera gott at vera ungur í Klaksvík. Tað hevur stóran týdning fyri okkara ungu, at tað er pláss fyri teimum í býarmyndini, og tí vil eg eisini arbeiða fyri einum uttanduraøki við skaterpark, har tey ungu kunnu vera úti og stuttleika sær í hóskandi umstøðum. 

Beinta Klakstein
Valevni til Klaksvíkar Býráð

Oct 4, 2016

Seinastu tíðindi