Ókeypis terapi til foreldur

Eg fari at arbeiða fyri, at foreldrapør í Klaksvík, sum hava trupulleikar í parlagnum, kunnu fáa ókeypis ráðgeving.

Í Danmark bjóða heilt nógvar kommunur ókeypis parterapi. Orsøkin er, at alt fleiri og fleiri foreldru fara frá hvørjum øðrum. 

Í Noregi eru hjúnaskilnaðir minkaðar við 12 prosentum og seperatiónir við 17 prosentum, síðani tey har fóru at veita hjúnum ókeypis ráðgeving.

Børn líða, tá foreldrini klandrast og tað kann skaða tey fyri lívið.

Í Klaksvík ynskja vit, at børnini skulu hava tað gott og fara vit tí at bjóða ráðgeving til foreldrini, tá tey renna seg í trupulleikar í parlagnum.

 

 

Oct 2, 2016

Seinastu tíðindi