Persónlig hjálp til eldri

Eg fari at arbeiða fyri, at eldri í Klaksvíkar kommunu fáa møguleika at velja BPA tænastu. Verandi tænastur á eldraøkinum eru ikki nøktandi, men eru beinleiðis við til at skerja persónliga frælsið hjá fólki

 
Tá ið fólk fylla 67 ár, verða tey av tí almenna roknað sum gomul, hóast  tey eru púra klár. Hevur ein eitt likamligt brek, sum ger ógjørligt at klára seg, so er einki annað tilboð at fáa enn heimahjálp ella røktarpláss. Hetta nýtist ikki at vera so, tí loysnir finnast, sum væl kunnu lata seg gera - eisini í Klaksvíkar kommunu. 

Borgarastýrd Persónlig Atstøða 

BPA er ein stuðulstænasta, sum gevur tí einstaka møguleika at skipa sín egna gerandisdag. Við BPA stuðulsskipanini stendur tann einstaki borgarin við róðrið. Hann velur sjálvur sín hjálpara, og hann velur nær og hvussu hann skal brúkast. Í øllum okkara grannalondum hava eldri fólk við breki rætt til at søkja um persónligan hjálpara.  

Klaksvíkar kommuna eigur at liva upp til ST-sáttmálan, sum sigur, at fólk skulu hava virðilig kor og valmøguleika, tá ið tað ræður um bústað og tænastu. Hetta er ein sáttmáli, sum Føroyar hava bundið seg til at halda. 

Persónlig hjálp

Við Borgarastýrdari Persónligari Atstøðu (BPA) fær tann einstaki ein persónligan hjálpara, har viðkomandi ger sáttmála ella avtalu um, hvussu gerandisdagurin hjá viðkomandi skal skipast. 

Kravið er, at tann einstaki, ella ein av hansara avvarðandi, kann átaka sær at skipa gerandisdagin saman við stuðulinum. 

Fleiri útlendskar kanningar vísa, at persónligir hjálparar økja um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá eldri:

http://www.sfi-campbell.dk/resultater-4841.aspx?Action=1&NewsId=1830&PID=10045

Rúna Sivertsen
Valevni til Klaksvíkar býráð

Oct 2, 2016

Seinastu tíðindi