Saman hava vit tikið nøkur góð tøk

Í inniverandi setu hava undirritaði og Jógvan Skorheim myndað Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð. Saman við hinum samgongufeløgunum hava vit í felag tikið nøkur góð tøk til frama fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu. Áralagið hevur verið framúr gott, og hava vit havt eitt fast stavnhald við vøkstri, framburði og trivnaði sum mið.

Eitt, sum sermerkir Klaksvíkar kommunu í løtuni, er, at fólk eru jalig, og ein góður dámur og trivnaður merkist millum Kjølin, Háfjall og Klakkin. Tað er júst hetta, sum vit hava lagt dent á. Heldur enn at hugsavna okkum um hvat onnur ikki hava framt, hava vit lagt áherðslu á at hava eina konstruktiva tilgongd í býráðsarbeiðinum. Tá ið vit settu okkum við róðrið, ynsktu vit at síggja møguleikar fram um forðingar.

Hetta hevur givið úrslit. Í september í ár kundu vit bjóða Árna Brandsson Petersen vælkomnan til Klaksvíkar kommunu sum borgara nummar 5.000. Hetta er fyrstu ferð í nærum 30 ár, at vit røkka hesum málinum. Tey ungu velja Klaksvíkina og ynskja at seta búgv her. Vit vilja arbeiða víðari fyri hesum - Klaksvíkar kommuna skal vera ein framburðarvinarlig kommuna við møguleikum, har kommunan hjúklar um tey góðu hugskotini.

Í Klaksvík skulu øll trívast. Vit skulu vera rúmlig og taka tøk fyri allar borgarar í kommununi. Talið av innflytarum í Føroyum er vaksandi, og eisini her hava vit sum kommuna gingið undan. Kommunan hevur sum tann fyrsta orðað ein integratiónspolitik, har sjóneykan serliga er á málmenning og samleika millum tilflytarar.

Vit í Sjálvstýrisflokkinum vilja halda fast í góðu gongdini og taka enn fleiri tøk fyri Klaksvíkina - teinurin er ikki hálvrógvin enn. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at Klaksvíkar kommuna er góð hjá øllum at búgva í og flyta til. Við opinleika, gjøgnumskygni og skynsamari fíggjarstýring skulu vit ganga undan og tryggja, at Klaksvík verður grønasta, vakrasta og besta kommuna í landinum.

Við tykkara hjálp, ynski eg framhaldandi at seta føtur í bekk og gera mítt ítarsta til at halda stavnhald og framdrátt Klaksvíkini at frama.

Vinarliga  
Kristian Eli Zachariasen
býráðslimur

Nov 3, 2016

Seinastu tíðindi