‍Sjúka og aldur skiljast sundur

 Nýtt Sjálvstýri fer komandi fýra árini at seta hjálp inn í mun til brekið, sum tann einstaki borgarin ber. Aldurin skal framyvir ikki vera ein forðing fyri, at fólk fáa neyðugu hjálpina.

 Í seinastuni hava vit hoyrt um ung fólk, sum ikki fáa hjálp, tí tey eru ov ung. Somuleiðis síggja vit eldri fólk, sum heldur ikki fáa hjálp, tí tey eru ov gomul.

 Hetta fer Nýtt Sjálvstýri komandi fýra árini at bøta um. Fokus fer at verða sett á, at tað at bera brek, eigur ikki at tengjast at aldrinum.

 ST sáttmálin fyri fólk, ið bera brek eigur eisini at fevna um fólk omanfyri 67 ár. Somuleiðis eiga fólk undir 67 ár at fáa hjálp, hóast brekið, tey bera er eitt brek, sum vanliga sæst mest í aldurdóminum.

 Fólk gerast nógv eldri í dag enn fyri fáum árum síðani, og tí síggjast eisini sjúkur og brek hjá fólki í øllum aldri, sum vit ikki hava sæð áður. Tí er neyðugt við nýhugsan innan bæði brek- og eldraøkið.

 

Rúna Sivertsen
Valevni til Klaksvíkar býráð

Sep 18, 2016

Seinastu tíðindi