Skulu garantera vinnuøkir

Grundarlagið í Klaksvík er, og hevur altíð verið, vinnan. Eitt sterkt vinnulív fær samfelagshjólini at mala, og sum valevni til býráðið vil eg arbeiða fyri, at tað altíð skal vera møguligt hjá fyritøkum at fara undir virksemi í Klaksvík. 

Í 2003 var eg sjálvur vinnurekandi og stóð tá í tí støðu, at eg vildi víðka um virksemið og byggja nýtt høli. Men hetta lat seg ikki gera, tí ongi vinnugrundstykkir vóru tøk, tá ið eg skuldi brúka tað. Eg veit, at fleiri onnur eisini hava staðið í somu støðu, og kenni onkran sum søkti heilt afturi í 1996 og fekk sama svar. Hetta vil siga, at støðan hevur verið sum hon er í minsta lagi í 20 ár, og hetta er als ikki nóg gott fyri eina kommunu, sum skal vera fremst á vinnuøkinum. Í hesum sama tíðarskeiði hava vit sæð nógvar vinnubygningar verða bygdar í øðrum kommunum, so hetta hevur beinleiðis gingið útyvir kappingarførið hjá Klaksvík á vinnuøkinum.

 

Tí vil eg virka fyri, at Klaksvíkar kommuna í framtíðini fer at veita garanti uppá vinnuøkir. Við hesum meini eg, at vit altíð eiga at hava tøk stykkir, sum fyritøkur kunnu byggja á, tá ið tær eru klárar til tað. Ístaðin fyri at bíða við planering, tilgerðing o.ø. til fyritøkurnar standa og spyrja eftir stykkjum, eiga nøkur stykkir altíð at vera byggibúgvin, soleiðis at kommunan er eitt fet frammanfyri og klár, tá ið góðu tíðirnar eru.

Vit eiga ikki at stúra fyri at hava stór tøk øki til vinnulív, tí hetta ger kommununa attraktiva fyri fyritøkur, sum leita eftir støðum at leggja teirra virksemi og arbeiðspláss. Besta dømið um hetta er risastóra stykkið norðuri á Strond, har Bakkafrost nú ger størstu vinnuíløguna nakrantíð í Klaksvík.

Í løtuni er ætlanin hjá býráðnum at gera vinnuøki á Borðoyavík, og hesi ætlan taki eg undir við, so leingi vit tryggja, at økið verður ivaleysa stórt, soleiðis at tørvurin verður nøktaður í rúma tíð fram. Hetta er alneyðugt, um Klaksvíkar kommuna skal halda fram í fremstu røð í føroyskum vinnulívi.

Oct 6, 2016

Seinastu tíðindi