Sven og Svein Rógvi á Sjálvstýrislistan

Sven Dahl og Svein Rógvi Ljósstein eru tvey kend nøvn í býráðspolitiskum høpi í Klaksvík og báðir verða teir at finna á Sjálvstýrislistanum til kommunuvalið í november.

Sven hevur fleiri ferðir áður stillað upp fyri Sjálvstýri, og hevur havt álitisnevndarsessir vegna býráðið í eitt nú Skúlastýrinum. Umframt politisku royndirnar hevur hann eisini royndir sum sjálvstøðugur vinnurekandi í Klaksvík. Sven er útbúgvin bilsmiðjur, og arbeiðir dagliga innan hesa grein. Hann ynskir at leggja dent á fleiri vinnuøkir, og at styrkja um samanlagda skúlan, ið stendur fyri stórum broytingum. 

- Tað hevur verið sera spennandi at sitið í skúlastýrinum hesi seinastu fýra árini. Samanleggingin og byggingin av nýggja skúlanum hava fylt nógv, og hevur tað stóran týdning, at býráðið raðfestir hetta høgt komandi árini, so vit fáa ein vælvirkandi skúla, har børnini fáa bestu fortreytir at mennast, sigur Sven.

Svein Rógvi er leiðari á Magn-støðini í Klaksvík, men tey flestu kenna hann helst frá ítrotti, har hann bæði eigur óteljandi gullmerkir í kappróðri og hondbólti, umframt at hann er maðurin aftanfyri FullPower-venjingarnar. Svein Rógvi hevur eisini fyrr stillað upp fyri Sjálvstýri og til komandi býráðsval vil hann leggja dent á at fremja trivnaðin millum ungdómin í kommununi. 

- Ein býur sum Klaksvík eigur at bjóða ungu borgarunum fjølbroyttar møguleikar í frítíðini, tað verið seg á ítrottarøkinum so væl sum í náttarlívinum, og hesum vil eg virka fyri, sigur Svein Rógvi, sum eisini vil, at býráðið raðfestir heilsupolitikk nógv hægri í framtíðini.

Góðir og royndir menn

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og floksformaður fegnast um, at Sven og Svein Rógvi hava gjørt av at stilla upp til býráðsvalið. 

- Sven og Svein Rógvi eru royndir menn, bæði í vinnuligum og politiskum høpi, og so hava teir góðar og væl blandaðar dygdir, sum styrkja um sjálvstýrislistan. Tí hevur tað stóran týdning, at teir hava játtað seg klárar til val fyri Sjálvstýri, sigur Jógvan Skorheim.

Sep 22, 2016

Seinastu tíðindi