Tað skal verða gott at eldast í Klaksvík

Kommunurnar yvirtóku Eldraøkið og Heimatænastuna tann 1. januar 2015. Vit kunnu bara staðfesta, at yvirtøkan varð skundað ígjøgnum uttan neyðuga fyrireikingararbeiðið. Landið gav so statt kommununum eitt økið, sum hevur verið merkt av skerjingum og sparingum ígjøgnum fleiri ár. Tískil er hetta ein avbjóðandi og stór uppgáva at lyfta, men vit vilja og ynskja at lyfta hesa uppgávuna betri, enn landið megnaði. Man plagar at siga, at eitt samfelag verður mett eftir, hvussu tað fer við sínum veikastu borgarum. Latið okkum í Klaksvíkar Kommunu fara væl við teimum, sum hava gingið undan, og harvið skora høgt í hesi meting. 

Nøgdsemiskanning 

Tað fyrsta hálvtannað árið eftir yvirtøkuna hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu havt dialogfundir og gjørt eina nøgdsemiskanning, soleiðis at brúkarar, avvarðandi og starvsfólk kundu sleppa til orðanna um framtíðarvirksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu. Kanningin avdúkaði nøkur felags virðir, sum høvdu týdning, nevnliga nærvera, fleksibilitet og álit heldur enn eftirlit. 5. juli 2016 varð ein nýggj strategi løgd fram á Skúlatrøð. Nøkur titøk eru longu nú sett í verk fyri at betra um tænastuna. Tó so, tað er lætt at orða eina strategi, eina visjón og eitt virðisgrundlag, men tað er ein sannroynd, at eitt er teori og føgur orð, og eitt annað er praksis – tað gongur ikki altíð hond í hond. Tí er tað umráðandi, at vit fylgja hesum arbeiðinum neyvt upp. 

Nøgd starvsfólk veita betri tænastu 

Tann týdningarmiklasti liðurin innan eldratænastuna eru starvsfólkini. Uttan starvsfólk er eingin tænasta, og uttan trivna er eingin menning. Tískil eru trivnaður og starvsfólksrøkt við menning av persónligum og fakligum førleikum ein fortreyt fyri einum vælvirkandi eldraøki. Harumframt vildi ein fingið støðugari starvsfólk og færri sjúkradagar, sum hevði verið ein sparing í sjálvum sær. 

Hagtøl vísa, at talið av eldri borgarum er vaksandi, og arbeiðsfjøldin kemur at minka. Samstundis er miðalaldurin á starvsfólkunum á eldraøkinum høgur í mun til aðrar vinnugreinar. Starvsfólkatørvurin á eldraøkinum kemur tí at vaksa komandi árini, og yngru starvsfólkini eru tilvitaði og seta krøv. Tað er ikki serliga lokkandi og motiverandi hjá starvsfólkum at hoyra um eitt øki, sum javnan skal rationaliserast og effektiviserast, tá ið arbeiðið inniber nærveru, samveru og at møta øðrum menniskjum. Um Norðoya bú- og heimatænatsa skal standa seg í kappingini um starvsfólk í framtíðini, má økið verða kveikandi, og starvsfólkatrivnaðurin má raðfestast, soleiðis at nýggj starvsfólk fáa hug til at velja sína yrkisleið á hesum øki. 


Fleksiblar arbeiðstíðir 

Flestu starvslýsingarnar til eldraøkið eru brøkstørv til niðursetta tíð. Vit hava avgjørt tørv á tí, tá ið fleiri ynskja hetta. Men hetta eigur ikki at verða ein forðing fyri tey, sum hava tørv á og ynski um at arbeiða fulla tíð. Starvsfólkatørvurin kemur at vaksa komandi árini, og ein byrjan er at loyva starvsfólkunum at arbeiða fulla tíð, um tey ynskja tað. Harumframt eru arbeiðstíðirnar innan eldraøkið ólagaligar og hóska ikki altíð væl við familjulívið. Tí er umráðandi, at arbeiðstíðirnar eru fleksiblar – bæði til ung og eldri starvsfólk. 

Trivnaður og nøgdsemi eru nær tengd hvørt at øðrum. Um vit skulu hava eitt høgt tænastustøði á eldraøkinum, er tað avgerandi, at starvsfólkini eru nøgd við arbeiðsumstøðurnar sum heild. Nøgd starvsfólk vilja altíð veita eina betri tænastu. 


Bústaðarviðurskifti hjá teimum eldru 

Úti er gott, men heima er best, sigur orðatakið. Hetta sást eisini aftur í úrslitinum av nøgdsemiskanningini, har 44% av brúkararunum hjá Heimatænastuni ynsktu at búgva í núverandi bústaði, um teir sloppu at velja. 24% ynsktu at búgva í núverandi bústaði – tillagaðum, so hann var meira praktiskur. Eitt røktarheimspláss kostar útvið 500.000 kr. árliga í rakstri. Um ein hugsar um alla heimahjálpina o.a., ið ein kundi fingið fyri eina tílíka upphædd, er tað avgjørt ein gongd leið at betra um umstøðurnar heima og veita fleiri tænastur úti í heimunum hjá borgarunum. Tíðin er komin til, at vit fáa eitt kjak og nýhugsan innan bústaðarviðurskiftini hjá teimum eldru og koma við fleiri alternativum bústaðarmøguleikum. 

Virknan og innihaldsríkan aldurdóm 

Tað snýr seg ikki bert um bústaðir og røktarheimspláss til tey eldru, men eisini um lívið á røktarheimunum og sambýlunum. Vantandi nærvera var eitt lyklaorð í nøgdsemiskanningini. Tí er umráðandi, at arbeiðsumstøðurnar á búeindunum eru skipaðar soleiðis, at røktarstarvsfólkini kunnu brúka tíðina til kjarnuuppgávurnar, nevnliga røkt og umsorgan, heldur enn aðrar praktiskar arbeiðsuppgávur. Eisini hevur tað týdning fyri tey, sum flyta á røktarheim, at tey framhaldandi varðveita tilknýtið til samfelagið í tann mun, tey eru før fyri tí. Longu nú eru nógv tilboð til tey eldru í býnum. Vit eiga at skipa tað soleiðis, at tað er møguligt hjá teimum, sum hava førleika og hug til tess, at taka lut í hesum tilboðunum. 

Núverandi tilboðini til tey eldru eru góð stig á leiðini, men vit eiga framhandlandi at stimbra møguleikarnar hjá tí einstaka at liva eitt virkið og innihaldsríkt lív í aldurdóminum. Tað eru nógv eldri, ið búgva heima, sum hava góða heilsu. Vit eiga at síggja hetta sum eitt tilfeingi. Vit hava í fleiri ár havt sera góðar royndir við tiltakinum ”ung í arbeiði”, sum hevur fingið góða móttøku og givið eitt gott úrslit. Tað hevði verið áhugavert við einum líknandi tiltaki til tey eldru, sum bæði hevði verið fyribyrgjandi og heilsufremjandi. Tey eldru hava nógvar royndir og vitan, sum kunnu koma okkum øllum tilgóðar, og tí eiga vit at síggja møguleikar heldur enn forðingar á hesum økinum. 

Tað skal verða gott at eldast í Klaksvík.

Kristian Eli Zachariasen,
býráðslimur Klaksvíkar Kommuna 

Oct 6, 2016

Seinastu tíðindi