Temafundur í Leirvík

Leygardagin 10. september var temafundur hildin í Leirvík, har millum annað stevnuskrá floksins var til umrøðu og annars poltiskt kjak.

Hóast veðrið ikki var av tí besta leygarmorgunin, var góð uppmøting til temafund floksins í Leirvík. Umboð fyri øll lokalfeløg floksins vóru á fundinum, har stevnuskrá floksins varð gjøgnumgingin, og annars ymiskt annað politiskt kjak eisini var á srkánni.

- Arbeiðið við at gjøgnumganga stevnurkánna hevur verið sera gevandi, og eru vit als ikki komin á mál. Arbeiðið krevur neyvleika og umhugsni, og tí fer hetta at taka nakað av tíð. Vit fara komandi tíðina at hava fleiri fundir, so vit kunnu koma við einari dagføring av stevnuskránni, ið vit øll kunnu standa aftanfyri, sigur Jógvan Skorheim, formaður floksins.

Fundurin í dag byrjaði kl. 09.30 um morgunin.

Sep 11, 2016

Seinastu tíðindi