Tríggir skjótir til Birgit

Greið frá tínum ungdómspolitiska virksemi

Ungmannafelagið Ungt Sjálvstýri varð endurstovnað í fjør summar, og var eg við til at skipa fyrstu nevndina, og varð vald til næstforkvinnu. Stutt eftir hetta fór táverandi formaður niður at lesa, og havi eg síðani tá verið forkvinna í felagnum. Eg siti eisini í landsnevndini hjá Nýtt Sjálvstýri sum umboð fyri ungmannafelagið. Afturat arbeiðinum í Ungt Sjálvstýri havi eg verið virkin í Norrøna Ungmannafelag Føroya, og havi umboðað felagið til ráðstevnu í Helsinki og fundir í Tallinn.

Greið frá, hví tú ynskir at luttaka í politikki

Eg ynski at luttaka í politikki tí eg haldi tað vera umráðandi, at ungdómurin verður umboðaður í býráðnum. Eg havi og eri enn virkin í ungdómspolitikki, og tísskil trúgvi eg, at eg hevði umboðað ungdómin væl í býráðnum. Í fleiri førum havi eg samrátt við onnur føroysk ungmannafeløg um tiltøk, útmeldingar og tílíkt, og dugi eg væl at síggja styrkina í at standa saman um felags meiningar, heldur enn at arbeiða hvør sær orsakað av ósemjum. Eg haldi, at meira kemur burtur úr at byggja brýr enn at laga múrar.

 

Greið fra tínum politisku áhugamálum

Eg ynski at virka fyri at Klaksvíkar Tónlistaskúli fær sømilig og virðilig kor, ið eru eggjandi fyri bæði næmingar og lærarar. Harafturat er tað av stórum týdningi, at Klaksvíkar Kommuna fer undir at betra um bústaðarmøguleikarnar.  Vit síggja eitt vaksandi rák av ungum fólkum, ið velja at lesa heima í Føroyum heldur enn aðrastaðni.  Vit mugu lofta hesum rákinum og syrgja fyri, at tey fáa bústað fyri rímiligan prís.

 

 

 

Oct 20, 2016

Seinastu tíðindi