Vegir og gongubreytir – alneyðugt við einari viðlíkahaldsætlan

Nú val stendur fyri durum, skriva og tosa valevnini um mangt og hvat. Eitt evni, sum fleiri lata liggja, er okkara vegakervi og gongubreytir. Hví so er, vita vit óivað øll. Vegakervið og gongubreytirnar í Klaksvík eru eitt niðurraðfest og ótíðarhóskandi øki, sum eingin politikari kann vera stoltur av. Vit kunnu ikki plasera ábyrgdina á nakran einstakan og kasta við móru hvør eftir øðrum. Økið hevur verið niðurraðfest av øllum flokkum í eini 30 ár, so allir flokkar eiga medábyrgd hesum viðvíkjandi. Latið okkum heldur taka ábyrgd og koma víðari!   

Viðlíkahalds- og raðfestingarætlan fyri vegakervið 

Eftir mínari áskoðan, er ein orsøk til støðuna viðvíkjandi vegakervinum í Klaksvíkar Kommunu, at arbeiðið og viðlíkahald ikki eru nóg væl skipað. Gongdin seinastu nógvu árini hevur verið, at man árliga ásetur hvat skal viðlíkahaldast. Úrslitið er, at nakrir vegir ongan góðan hava átt í fleiri ár. Fyri at sleppa undan tílíkari individualistiskari raðfesting av vegakervinum, eiga vit at skipa økið betri.

 

Vit hava tørv á einari ítøkiligari ætlan fyri viðlíkahald og liðugtgerð av øllum vegum í kommununi. Á skynsaman hátt skal ein raðfestingarlisti gerast yvir øll vegastrekkini, umframt eina tíðarætlan, sum skal tryggja, at vegarbeiði í Klaksvíkar Kommunu altíð verða gjørd liðug, og at allir vegir fáa sítt tørn. Vit skulu hava opinleika og gjøgnumskygni. Tískil skal raðfestingarætlanin og tíðarætlanin vera alment atkomulig á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, so til ber at kunna seg um ætlanirnar í nærumhvørvinum.

 

Ein heildarkostnaðarmeting fyri viðlíkahald av øllum vegakervinum í Klaksvíkar Kommunu er leystliga mett til 40 mió. kr. Fimm mió. kr. hava verið settar av til økið um árið - undantikið í ár, har ið játtanin er hækkað til 6,2 mió. So statt skuldi ein komið ígjøgnum alt vegakervið eftir 7-10 árum treytað av, at ein raðfestingarlisti verður gjørdur, og at politiskt støðufesti er til at fremja hetta.

 

Gongubreytir og ferðslutrygd skulu takast við 

Vit hava stórar avbjóðingar við gongubreytunum eisini. Hetta má eg ásanna, nú eg sjálvur havi roynt eydnuna við barnavogni á ”gongubreytunum” í Klaksvík. Eisini eru breytirnar ótryggar og til stóran ampa fyri tey, sum nýta koyristól, eldri og onnur fólk til gongu. Gongubreytirnar eiga sjálvsagt at verða ein náttúrligur partur av eini framtíðar viðlíkahaldsætlan fyri vegakervið.

 

Á sama hátt eiga vit at taka ferðslutrygdina við í hesi ætlan. Vantandi parkeringsmøguleikar eru ein stór atvold til ferðslutrupulleikarnir í Klaksvík. Serliga er hetta galdandi fyri eldri býlingarnar, har fá parkeringsøkir eru á privatu grundøkjunum. Í dag er krav, at hvørt grundøki skal kunna hýsa tveimum akførum. Klaksvíkar Kommuna hevur seinastu setuna keypt økir, sum skulu nýtast til parkeringsøkir. Hetta eiga vit framhaldandi at gera, tá ið høvi býðst. Við at hava ferðslutrygdina og gongubreytirnar við í hesi ætlan, fáa vit heildarloysnir heldur enn lappaloysnir viðvíkjandi vegakervinum, gongubreytunum og parkering í Klaksvíkar Kommunu.

 

Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur

 

 

 

 

 

 

Oct 16, 2016

Seinastu tíðindi