Vinna, umhvørvi og grótbrot – hvussu taka vit atlit?

Tað er nógv virksemi at hóma kring um í býnum bæði kommunalt, privat eins væl og vinnuligt - býurin osar av íverksetan bæði vinnuliga og mentanarliga. Kommunan skal vera ein viðleikari, og vit skulu tryggja okkum, at karmarnir fyri hesum framdrátti eru so góðir sum gjørligt. 

 

Verkætlanir í vinnuni og hjá privatum skapa ein tørv
Fyrr í ár varð grótbrotið á Strond niðurlagt, og hetta hevur við sær trot á gróti til ymiskar verkætlanir. Spurningurin er, hvussu okkara tilgongd sum kommuna skal vera til at nøkta hendan tørvin. Klaksvíkar Kommuna skal kunna veita grót til slíkar verkætlanir. Hesin tørvurin er eitt gott høvi hjá okkum at hugsa øðrvísi - leggja á annan bógv.

 

Vit skulu taka atlit til umhvørvið og náttúruna
Tey sjónligu umhvørvisárini eftir einum opnum grótbroti eru stór. Tað verður gjørt eitt stórt inntriv í náttúruna, tá ið eitt grótbrot verður stað- og íverksett. Síggi fyri mær fleiri alternativ í staðin fyri eitt opið grótbrot. Mest upplagt er at bora tunlar, ið ikki er eitt ógvusligt inntriv í náttúruna í mun til eitt opið grótbrot. Við hesari loysnini kunnu vit loysa fleiri aðrar avbjóðingar, ið Klaksvíkar Kommuna hevur. 

  • Vit kunnu veita grót til framtíðar verkætlanir. 
  • Vit kunnu veita goymslupláss til fyritøkur, tá ið ein tunnil er liðugur. Væntandi goymslupláss er ein staðfestur tørvur.
  • Vit kunnu rudda upp á havna- og vinnuøkjum kring um í Klaksvík. Sum er, verða stórir partar av havna- og vinnuøkjunum brúktir sum goymslupláss. Ein tunnil er so statt eitt upplagt alternativ.

 

Ein annar møguleiki, í mun til eitt opið grótbrot, er at gera atløgubryggjurnar í Klaksvík djúpri. Sum er, kunnu størri skip ikki leggja at bryggjukantinum í Klaksvík, tí hesi skip stinga ov djúpt. Tað kundi verið ein møguleiki at sprongt grót framvið bryggjunum, tikið tað upp og havt eitt goymslupláss til hetta. Við hesum høvdu vit kunna fingið størri skip inn á vágna og samstundis eina grótgoymslu uttan at gera sjónlig árin á náttúruna. Tó skal viðmerkjast, at hetta alternativið er dýrari enn at bora tunlar. 

 

Vit seta punktum fyri sárunum á Strond og Bumshamri
Klaksvíkar Kommuna er í tí hepnu støðu, at økið, har ið grótbrotið á Strond var, er selt. Í løtuni verður ein stór smoltstøð bygd, og umhvørvisvinarlig átøk framd fyri at fáa økið at fella inn í náttúruna aftur. Eftir er grótbrotið á Bumshamri. Sum er, eru gott og væl tveir triðingar av grótbrotinum fyltir í aftur. Í løtuni er endurnýtslan hjá Klaksvíkar Kommunu har. Endurnýtslan skal flytast til komandi vinnuøkið við bátahylin á Borðoyarvík. Við hesum sleppa vit undan tungu ferðsluni ígjøgnum býin. Harnæst fylla vit grótbrotið út, planta trø og annan vøkstur, og harvið leggja dent á at fáa endurnýtsluna og fyrrverandi grótbrotið á Bumshamri til eitt grønt øki.

Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur

Sep 24, 2016

Seinastu tíðindi