Valskrá

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

21. februar: Sjóhitaskipanin løgd fyri býráðið

Framsíggin orkuverkætlan, ið skal koma ístaðin fyri oljuna, sum í dag hitar flest allar kommunal-, almennar- og vinnubygningar. Útbyggingarmøguleikarnir við skipanini gera, at hon í framtíðini kann koma í staðin fyri 5 mió litrar av olju. Við hesari íløguni, er Klaksvíkar kommuna á odda á gørna økinum í Føroyum.

Mars/apríl: Klaksvíkar kommuna byrjar at orða ein ungdómspolitikk

Fyrsta úrslit av at orða politikkir er veruleiki. Barna- og ungdómspolitikkur verður orðað, og skal gerast grundarlagið undir okkara yngra ættarliðið. Nógv verður gjørt burturúr, at fáa so nógv sum gjørligt við í tilgongdina, so arbeiðið verður neyðuga fjølbroytt og gevandi, og millum annað halda Jón Sigfússon og Firouz Gaini almennar framløgur av ungdómsgransking, har teir samanbera føroyskan ungdóm við íslendskan.

Í apríl: Borgarstjórin ger at av senda øllum nýføðingum í kommununi eina heilsan

Eisini tey minstu og familjur teirra skulu hava eina góða móttøku, á lívsins størsta degi. Tí velur borgarstjórin, vegna kommununa, at senda eina heilsan til allar nýfødd børn í kommununi.

Apríl/Maj: Heilsuvika í Klaksvík
Apríl/Maj: Heilsuvika í Klaksvík

Nógv verður gjørt burturúr Heilsuvikuni, ið Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hevur tikið stig til. Heilsurenning, venjingar, heilsugóður matur, fyrilestrar og mangt annað er á skránni gjøgnum alla vikuna.

1. maj: NR (Námsfrøðiliga ráðgevingin) samstarv við Hvannasunds kommunu

Samstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum styrkist, og Hvannasunds kommuna velur at samstarva við Klaksvíkar kommunu um Námsfrøðiligu ráðgevingina. Gott samstarv millum kommunurnar í Norðoyggjum, er gott grundarlag fyri menning í okkara øki.

30. maj: Sáttmáli undirskrivaður at umvæla og útbyggja Klaksvíkar svimjihøll

Gongd verður sett á arbeiðið við at dagføra og nýbyggja partar av svimjihøllini. Uml. 60.000 fólk vitja svimjihøllina hvørt ár, og góðir karmar, er grundarlag undir menningina av svimjihøllini. Ein tiltrongd umvæling, ið hevur bíða eftir sær í nógv ár.

3. juni: Spakin settur í til vardu íbúðirnar við Mylnutún

12 nýggjar íbúðir skulu byggjast, og standa tær lidnar á heysti í 2015. Arbeitt hevur verið av øllum alvi, fyri at hetta skal gerast veruleiki, og hevur býráðið veruliga spælt ein aktivan leiklut fyri at náa málinum. Endiliga fáa vit fleiri vardar íbúðir til borgarar í okkara øki.

5. juni: Nýggja røktarheimið eitur “Heimið við Vágna”

44 uppskot komu inn í samband við navnakappingina til nýggja røktarheimið. Heimið fekk navnið “Heimið við Vágna”. Nýggja heimið hevur 16 búðpláss.

20. juni: Tekjan á Íverksetarahúsinum verður umvæld

Sáttmáli verður skrivaður við Kanjon um at umvæla tekjuna á Íverksetarahúsinum fyri uml. 1 mió. kr. Samlaða íløgujáttanin til umvæling í Íverksetarahúsinum er uml. 3,5 mió, og er ætlanin, at betra um húsið komandi árini. Íverksetarahugburðurin er serstakur í Klaskvík, og er týðandi partur av okkara samleika, og tí er umráðandi, at menna menna húsið enn meiri í framtíðini.

13. august: Borgarstjórin skjýtur fyrsta skot til nýtt ídnaðarøki í Borðoyarvík

Jógvan Skorheim skjýtur fyrsta skot til nýtt ídnaðarøki í Borðoyarvík. Økið skal vera uml. 15000 fermetrar stórt, og borgarstjórin sigur soleiðis: “Eisini leggja vit okkum eftir at nýggja vinnuøkið við Borðoyarvík ikki er til bága ella skemmir náttúruna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hetta økið skal verða eitt vakurt øki, sum fellur væl inn í landslagið. Við síni staðseting beint við Norðoyatunnilin, verður tað mett heppið og sera innbjóðandi hjá vinnuni at seta seg niður her.”

2. september: Kunnandi fundur um Biskupstorg-verkætlanina

Verkætlanin á Biskupsstorg verður løgd fram á kunnandi fundi í býráðshøllini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Andras Róin, stjóri, og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiða frá.

2. september: Uppsalagøta er klár til nýtslu eftir umfatandi umvælingar

Leingi hevur strekkið frá Vágstúni niðan til klubban verið sera óskipað og vegurin í sera ringum standi. Nú eru umfatandi umvælingar og dagføringar gjørdar, ið betra um strekkið munandi.

3. september: Snjallabjalla víðkar virksemið til eisini at umfata næmingar í 2. flokki

Tørvurin á at víðka um virksemið hjá Snjallabjallu hevur verið reistur fleiri ferðir, og tí velur býráðið at raðfesta meiri pening, so tilboðið eisini umfatar næmingar í 2. flokki.

13. september: Kunoyar kommuna kemur uppí samstarvið um NR

Enn eitt samstarv millum kommunurnar í norðoyggum. Kunoyar kommuna kemur uppí samstarvið um Námsfrøðiligu Ráðgevingina, sum eisini umfatar Hvannasunds kommunu.

1. oktober: Farið verður undir umfatandi umvælingar í svimjihøllini - eitt nú nýggj skiftingarrúm og nýggj móttøka

Arbeiðið byrjar av álvara at síggjast, á umfatandi um- og nýbyggini av svimjihøllini.

8. oktober: Bygningurin hjá Posta verður keyptur, og skal verða karmur um nýtt mentanarhús í Klaksvík

Posta bygningurin skal vera nýtt Mentanarhús í Klaskvík. Bygningurin er keyptur, og býráðið hevur hevur samtykt at veita byrjunarpening til grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík. Visiónin er, at húsið skal brúkast til tónlist, leiklist, myndlist, móttøkur og býráðssal.

24. oktober: Nýggj vinarbýaravtala verður undirskrivað í Norrkøping fyri býirnar Kópavog, Odense, Tróndheim, Norrkøping, Tammerfors og Klaksvík.

Vinarbýarsamtarvið við hesar býirnar hevur verið gott, og semja er um at dagføra samstarvið, so tað kann styrkjast enn meiri.

6. november: Heimið við Vágna tikið í almenna nýtslu

Dagurin endiliga upprunnin. Tað er at fegnast um, at býráðið hevur játtað neyðuga peningin, so átrokandi tørvurin á fleiri plássum verður raðfestur.

7. november: Tekjan á stóraneysti í Mikladali skift sum liður í fyrireikingunum til, at standmyndin av Kópakonuni skal setast upp niðri á helluni

Kópakonan fer at hava stóran týdning fyri ferðavinnuna í Kalsoynni, og tí verður nógv gjørt fyri at fríðka um í Mikladali. Eitt av átøkunum er, at skifta tekjuna og mála “Stóraneyst”, sum stendur beint við trappurnar oman á helluna.

11. november: Det Nordatlantiske Hus tikið í nýtslu í Odense. Klaksvíkar kommuna letur stóra gávu við tað, at Edward Fuglø myndprýðir ein heilan vegg í einum fundarhøli

Býráðið gevur stóran málning til nýggja norðuratlantiska húsið í Odense, ið er okkara vinarbýur.

3. desember: Nýggja serstovan Perlan letur upp í Barnahúsinum Margit

Perlan veitir børnum við serligum tørvi eina serstovu, har fakligu førleikar eru savnaðir og stovan er normerað til seks børn. Nýggja tilboðið er alneyðugt fyri menningina av teimum børnum, ið hava serligan tørv.

6. desember: Nýggj gravimaskina at rudda kava av gonguteigum

Nýggja gravimaskinan, sum kommunan hevur keypt til kavarudding á gonguteigum, verður brúkt á fyrsta sinni, tá ið kavin leggur seg fyrst í desember. Ein lítil maskina, sum kemur at hava stóran týdning fyri tey mongu, ið brúka gongubreytirnar.

31. desember: Klaksvíkar kommuna bjóðar til ókeypis nýggjárshald á posthúsinum

Fyri fyrstu ferð, bjóðar Klaksvíkar kommuna til ókeypis nýggjárshald á posthúsinum. Nógv verður gjørt burturúr, hóast vindur og regn órógva tiltakið nógv.

31. desember: Hanus G. Johansen fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, sum verður latin á fyrsta sinni

Tað hevur stóran týdning, at vit heiðra okkara listafólki. Peningaupphæddin áljóðandi kr. 75.000,- varð givin av vinnulívinum í Klaksvík, saman við Klaksvíkar Kommunu. At vinnulív og kommuna standa saman um slík tiltøk, hevur týdning fyri menningina av okkara kommunu.

2014

1. januar: Foreldragjøldini til dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu lækka munandi

Klaksvíkar kommuna er enn einaferð slóðbrótandi. Um tú hevur eitt barn í vøggustovu lækkar gjaldið kr. 447,- um mánáðin. Kostnaðurin fyri eitt barnagarðsbarn lækkkar við kr. 317,- um mánáðin, og gjaldið fyri eitt barn, ið er undir dagrøktarskipanini lækkar við kr. 410,- um mánáðin. Samstundis hevur býráðið samstykt, at gjaldið skal lækka við upp til 35% komandi fýra árini.

11. februar: Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verkætlanir kunngjørdur

Lunnar eru lagdir til at menna nýhugsan og íverksetan við at byrja “vinnuliga útbúgvingargrunnurin”. Ætlanin við grunninum er, at grunnurin skal veita fíggjarliga orku til spennandi íverksetahugskot, ið kunnu vera við til at menna framtíðar vinnulív í Klaksvík.

21. februar: Spakin settur í til útbyggingarnar á Tekniska Skúla

Kommunan er altíð viðspælari, tá stórar verkætlanir verða skipaðar av landinum. Útbyggingin fer at hava stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap í kommununi, og vónandi kann hetta vera við til at menna bý okkara enn meiri á skúlaøkinum.

3. apríl: Nýtt havnalag millum Bedingskaiina og Kósakaiina

Tíðliga í 2013 fór kommunan í gongd við kajuna framanfyri Klaksvíkar Sleipistøð. Nú er arbeiðið komið á mál, og virksemið kring havnalagið kann mennast. Gleðiligt, at henda verkætlan hevur verið við til, at trekt nógv virksemi til okkara kommunu.

22. apríl: Súsanna Olsen sett sum verkætlanarleiðari fyri yvirtøkuna av eldraøkinum

Landið hevur boðað frá, at eldraøkið skal yvirtakast 1. januar 2015. Býráðið ynskir at vera í góðari tíð, og tí verður Súsanna sett at samskipa og kanna ymsikt á økinum.

24. apríl: Býráðsfundur stroymaður á fyrsta sinni

Kristian Eli Zachariassen legði uppskot fyri býráðið um at stroyma býráðsfundir, fyri at tryggja opinleika og geva høvi hjá øllum at fylgja við - bæði nær og fjarð.

24. apríl: Skúlarnir skulu leggjast saman

Ein drúgv tilgongd gevur úrslit. At leggja skúlarnir saman, og samstundis fara undir nýggja skúlabygging, fer at styrkja um møguleikarnar hjá okkara unga ættarliði.

12. juni: Sáttmáli undirskrivaður um skifta tekjuna á Badmintonhøllini

Tekjan hevur verið í ringum standi, og dystir hjá Team Klaksvík hava verið avlýstir. Við nýggjari tekju, bjálving og øðrum, tryggja vit eina dagførda høll, ið tænir ítróttinum best møguligt.

29. juni: Borgarstjórin vitjar Kirkwall í Orkneyoyggjum

Í ferðavinnuhøpi er Orkney sera væl fyri. Endamálið við túrinum var, at síggja og læra av teimum mongu átøkunum, ið tey hava eydnast við, á ferðavinnuøkinum.

1. august: Standmyndin av Kópakonuni avdúkað

Umleið 1.500 fólk hava leita sær til Mikladals til stóru løtuna, tá ið Kópakonan verður avdúkað. Ein sannur fongur fyri bygdina og alla ferðavinnuna í oynni. Tíðina eftir avdúkingina stendur stríður streymur av ferðafólki til Kalsoynna, fyri at síggja flottur standmyndina.

14. august: Bussleiðin tikin í nýtslu
14. august: Bussleiðin tikin í nýtslu

Meirilutin í býráðnum setti sær fyri, at ein nýggja bússleið skuldi gerast. Nýggja bússleiðin er ómetaliga væl móttikin, og er eisini ein lætti hjá mongum barnafamiljum og eldri fólki, ið ikki hava góðar møguleikar at koyra. Bussleiðin er komin fyri at verða.

11. september: Kommunurnar í Norðoyggjum skipa eldraøkið í NBH

Samstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum hevur verið framúr gott, og í sátt og semju, verður Norðoya Bú- og Heimatænasta skipað, sum skal taka sær av allari menningini av eldraøkinum.

28. oktober: Fyrsti spakin settur í byggingina á Biskupstorg

Stóra løtan, ið bíða hevur verið eftir seinastu 30 árini, er endiliga veruleiki. Miðbýurin fer í gongd, og í góðum samstarvi við Bústaðir, Christian í Grótinum, Heilsutrygd, BankNordik og onnur, kann fyrsti spakin setast í miðbýin.

10. desember: Ungdómsbýráð í Klaksvík
10. desember: Ungdómsbýráð í Klaksvík

Fyri fyrstuferð í søguni, fær ungdómurin møguleika at virka sum býráðspolitikarar. Ungdómsbýráðið eydnast ómetaliga væl, og fer heilt víst at viðvirka til nýggj andlit í kommunupolitikki í framtíðini.

18. desember: Fyrsti spakin settur í byggingina av nýggjum skúla

Eitt týdningamikið stig á vegnum til ein nýggjan skúla, sum verður størsta einstaka verkætlan, ið kommunan nakrantíð er farin undir. Hetta er eisini ein verkætlan, ið hevur bíða í 20 ár, men sum endiliga er komin á beint.

31. desember: Edward Fuglø fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2014

Jógvan Skorheim handar Edward Fuglø Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2014.

2015

1. januar: Foreldragjøldini til barnaansing lækka aftur

Enn einaferð lækka gjøldini á barnagarðsøkinum í kommununi. At barnafamiljur fáa eina góða byrjan, hevur stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi.

1. januar: Eldraøkið lagt út til kommunurnar - NBH fer formelt til verka

Ein stór ábyrgd, ið skal farast um við stórum álvara. NBH semist skjótt um, at vit skulu kanna alt økið væl og virðiliga, áðrenn átøk verða sett í verk.

4. februar: Arbeiðið við Føroya fyrsta integratiónspolitikki sett í verk

David Im er settur í verkætlanarstarv. David fer í hesum verkætlanarstarvi at kanna tørvir og ynski v.m. hjá innflytarum og út frá tí at orða og byrja at fremja ein integrations- og útlendingapolitikk fyri Klaksvíkar kommunu.

6. mars: Arbeiðsøkið til byggingina á Biskupstorg verður gjørt klárt.

Farið verður undir at gera arbeiðsøkið klárt til byggingina í miðbýnum, niðri við Sandin. Ymiskar forkanningar skulu gerast í økinum, áðrenn sjálv byggingin kann fara í gongd.

2. mai: Altjóða mentanardagur í Klaksvík - Integratiónspolitikkurin handaður borgarstjóranum og landsstýrismanninum í útlendingamálum

Raðfestingin av integratiónspolitikkinum hevur havt alstóran týdning fyri kommununa. Nú hava vit eina ætlan, ið vit kunnu arbeiða eftir, og sum kann hjálpa teimum mongu útlendingunum, sum í dag búgva í Klaksvíkar kommunu. Altjóða mentanardagurin eydnast fantastiska væl, og fleiri 100 fólk møta til fyrst tiltakið.

18. mai: Tvær nýggjar stovur lata upp í Drotningar Margethu Barnagarði

Tvær nýggjar stovur lata upp í Drotningar Margethu Barnagarði.  Talan er um Lítlustovu, ið rúmar fimm vøggustovubørnum og Miðlingastovu, har pláss er fyri átta barnagarðsbørnum. Gleðiligt er, at fólkatalið veksur, og tørvur er á fleiri plássum.

22. mai: Nýggja Heilsuhúsið á Fornagørðum verður tikið í nýtslu

Almenn móttøka, nú Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin og Sernám eru flutt í nýumvæld høli í Húsinum á Fornagørðum.

22. mai: TopShine vinnur Startup International, sum er íverksetarakapping fyri útisetar

Startup International fer av bakkastokki. Hetta er íverksetarakapping fyri útisetar, sum Kommunan skipar fyri saman við Íverksetarahúsinum. Vinnari av kappingini gjørdist bilvaskifyritøkan TopShine, sum síðani er vorðin verulig fyritøka í Klaksvík.

22. juni: Býráðsmeirilutin ger av, at lækka skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu 1,25% 1. januar 2016

Skattalættin er grundaður á tvær høvuðsorsøkir: vaksandi skattainntøkur í kommununi og framtíðar sparingar orsakað av sjóhitaskipanini.

1. juli: Endaliga ætlanin fyri miðbýarbyggingina á Biskupsstorg samtykt

Á eykabýráðsfundi verður endaliga ætlanin fyri miðbýarbyggingina á Biskupsstorg samtykt.

23. juli: Nólsoyar Pálsgøta verður dagførd við gonguteigum, flisum, trøðum og umskipan av vegnum

At fáa býin vakrari hevur stóran týdning, og tí verður raðfest, at seta trøð og leggja flisar framvið Nólsoyar Pálsgøtu, sum tó bert er byrjanin. Ætlanin er, at alt økið kring víkina verður flisalagt og gróðursett.

1. august: Kópakonudagur í allari Kalsoynni

Kópakonan hevur staðið niðri á Hellu í eitt ár, og stórur dagur verður skipaður, at halda 1 ára dagin. Enn einaferð møta fleiri enn 1000 fólk upp, at síggja kópakonuna og uppliva ymisk mentanarupplivingar.

13. august: Samanlagdi skúlin í Klaksvík fær navnið “á Skúlatrøð”

Samanlagdi skúlin í Klaksvík fær navnið “á Skúlatrøð”.

17. august: Byggingin av nýggja miðbýarøkinum Biskupsstorg byrjar

Eftir at umfatandi forkanningararbeiðið er gjørt, og allar samtyktir endaliga eru komnar upp á pláss, verður nú av álvara farið undir víðari arbeiðið.

18. august: Borgarstjórin fær bræv frá Gail Ross úr Wick, sum sigur seg vilja kvetta sambandið við Klaksvík av tí at føroyingar drepa grind

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fær bræv frá Gail Ross úr Wick, sum sigur seg vilja kvetta sambandið við Klaksvík. Wick og Klaksvík hava havt vinarbýarsamstarv síðani 1995. Í svari til Gail Ross sigur Jógvan Skorheim seg ikki hava ilt við at velja ímillum vinarbýarsamstarv við Wick og føroyska rættin til grindadráp.

3. september: Met stór ferðsla gjøgnum Norðoytunnilin

Fleiri enn 93.300 bilar hava koyrt ígjøgnum Norðoyatunnilin í August 2015. Hetta er met.

16. september: Frítíðarskúlin víðkar um virksemið til eisini at umfata Badmintonhøllina

Frítíðarskúlin Snjallabjalla er umskipaður soleiðis, at teir seks flokkarnir skiftast um at vera í Badmintonhøllini sættu hvørja viku. Hetta kemur bæði av, at fleiri børn ganga í frítíðarskúlanum enn áður, og samstundis gevur Badmintonhøllin børnunum møguleika fyri at menna grovmotorikkin við nógvari rørslu.

24. september: Árnafjørður skal hava hava nýggja spillivatnsskipan

Kommunan tekur av tilboði um nýggja spillivatnsskipan í Árnafirði. Arbeiðið skal byrja sum skjótast.

8. oktober: Fyrsti fundur í Integratiónsnevndini í Klaksvíkar kommunu

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur sín fyrsta fund. Í nevndini sita Kinga Eysturland, Jean Gudjonsson, Rainer Latupeirissa, Sadiqull Patawary og Catherine Steinberg, sum umboða tilflytarar í Klaksvík. Harumframt umboða Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Gunvá við Keldu býráðið í nevndini.

16. oktober: Arbeiðið við rennibreytini byrjar

Klaksvíkar kommuna hevur nú kunngjørt ognartøku fyri tvey stykkir til komandi rennibreytina, sum eisini skal umfata ein fótbóltsvøll. Rennibreytin skal eftir ætlan vera klár til nýtslu í 2019.

5. november: Bakkafrost vil byggja heimsins størstu Smoltstøð norðuri á Strond

Eftir samráðingar við Bakkafrost, kann borgarstjórin saman við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, kunngerða spennandi verkætlanina við nýggjari smoltstøð á Strond. Framburðurin av hesari verkætlan, fer at hava stóran týdning fyri vinnuvirksemið í norðoyggjum. Samlaða verkætlanin kostar væntandi uml. 500 - 600 mió.

Talan er helst um størstu einstøku vinnuverkætlan í Klaksvíkar søgu.

19. november: Almenn móttøka við Mylnutún, har 12 nýggjar vardar íbúðir til fólk við skerdum førleikum verða tiknar í nýtslu

Almenn móttøka við Mylnutún, har 12 nýggjar vardar íbúðir til fólk við skerdum førleikum verða tiknar í nýtslu

15. desember: Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar verður tikin í nýtslu í Klaksvík

Løðistøðin stendur á parkeringsøkinum á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.

31. desember: Eyð Matras fær við Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2015

Eyð Matras verður heiðrað við Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2015.

2016

1. januar: Skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu lækkar 1,25% niður á 20,75%

Skattaprosentið er nú tað lægsta í 8 ár. Góða gongdin hevur gjørt tað møguligt, at tryggja kommuna fíggarliga í góðum tíðum, og givið møguleika fyri at lækka skattin.

1. januar: Foreldragjøldini til ansingarpláss í kommununi lækka enn einaferð
1. januar: Foreldragjøldini til ansingarpláss í kommununi lækka enn einaferð

Enn einaferð lækka gjøldini á barnagarðsøkinum í kommununi. At barnafamiljur fáa eina góða byrjan, hevur stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi.

12. februar: Búðatrøð nýggjar karmar
12. februar: Búðatrøð nýggjar karmar

Móttøka í niðastu hædd í Heiminum við Vágna, har dagtilboðið Búðatrøð nú fer at halda til, sum er eitt tilboð til fólk við demens.

24. februar: Sáttmálin um samanlegging millum Húsa og Klaksvíkar kommunu undirskrivaður

Á samkomu á Húsum, har landsstýriskvinnan Siðri Stenberg, borgarstjórin í Húsa kommunu og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu eru hjástødd, verður samleggingin undirskrivað. Tilgongdin hevur verið fólkslig, og neyðuga tíðin hevur verið sett av til samanleggingartilgongdina. Samanleggingin kemur alment í gildi 1. januar 2017.

10. mars: Gigni verður partur av húsinum á Fornagørðum

Móttøka í Húsinum á Fornagørðum, har Gigni nú eisini húsast. Frammanundan halda Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám til í húsinum.

17. mars: Peningur settur av til nýggjan Húsarhaldsskúla

Klaksvíkar býráð samtykkir at geva tilsøgn um sín part av fíggingini til nýggjan Húsarhaldskúla. Nýggi skúlin verður staðsettur í miðbýnum, beint við Biskupstorg og Betesda.

7. mai: Umsitingin bjóðar til opið hús í Býráðshúsinum

Í samband við, at Norðoyatunnilin hevur 10 ár á baki, bjóðar umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu til opið hús í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu. Endamálið við degnum, er at kunna borgarar um ymisku verkætlaninar, ið kommunan arbeiðir við, og fyri at borgarar kunnu spyrja um ymisk mál.

19. mai: Øll kunnu geva sítt íkast til komandi umhvørvis- og orkupolitikkin í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum at geva sítt íkast til komandi umhvørvis- og orkupolitikkin, sum kommunan er byrjað at orða. Arbeiðið skal gerst liðugt í september-oktober 2016.

14. juni: Borgarstjórin handar áhugabólkinum Nólsoyar Páll skeytið fyri lendið, har húsið hjá Nólsoyar Páll skal byggjast

Jógvan Skorheim, borgarstjóri handar Archibald Black, formanni fyri áhugabólkin Nólsoyar Páll skeytið fyri lendið, har húsið hjá Nólsoyar Páll skal byggjast. Spennandi verkætlanin við at endurreiðsa gomlu húsini hjá Nólsoyar Páll, fer at hava stórt virði fyri okkara søgu, og fyri ferðavinnuna í býnum.

15. juni: Grøn lund skal gerast á Bakkanum

Ætlanin um grønu lundina á Bakkanum verður kunngjørd í tíðindaskrivi. Kommunan hevur keypt húsini á Bakkanum, og í næstum verða húsini niðurtikin og í staðin verður grønt fríøki við trøum og runnum mitt í býnum.

18. juni: Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu tekur stig til sjálvbodna arbeiðsdagin “International Volunteer Day”

Integratiónsnevndin í Klaksvíkar kommunu tekur stig til sjálvbodna arbeiðsdagin “International Volunteer Day”

23. juni: Nýggi talgildi læknaportalurin verður tikin í nýtslu.

Við hesum kunnu borgarar eitt nú bíleggja tíð hjá lækna umvegis læknaportalin.

24. juni: Almannakunngerð av uppskotunum til nýggja Mentanarhúsið, sum verður í gamla posthúsinum í miðbýnum

Almannakunngerð av uppskotunum til nýggja Mentanarhúsið, sum verður í gamla posthúsinum í miðbýnum. Ósbjørn Jacobsen arkitektar eiga vinnandi uppskotið.

1. juli: Kommunan tekur stig til at leiga Smyril til steypafinaluna millum KÍ og Víking

Í samband við steypafinaluna ímillum KÍ og Víking í Havn 27. august, hevur borgarstjórin tikið stig til at leiga Smyril at sigla KÍ fjepparar til Havnar. Teir 975 ferðaseðlarnir til Smyril hendan túrin verða útseldir innan fáar dagar.

4. juli: Øll børn og ung upp til 18 ár í Klaksvíkar kommunu fáa ókeypis sertannviðgerð

Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna skriva undir avtalu við sertannlækna í ortodonti, sum tryggjar øllum børnum og ungum upp til 18 ár í Klaksvíkar kommunu ókeypis sertannviðgerð.

5. juli: Nýggja strategiin fyri framtíðarvirksemið hjá NBH almannakunngjørd í Miðhøllini á Skúlatrøð

Nýggja strategiin er grundað á eitt umfatandi kanningararbeiði, har borgarstjórin eisini hevur verið í dialogi við aktørarnar á eldraøkinum.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

30. maj: Sáttmáli undirskrivaður at umvæla og útbyggja Klaksvíkar svimjihøll
30. maj: Sáttmáli undirskrivaður at umvæla og útbyggja Klaksvíkar svimjihøll

Gongd verður sett á arbeiðið við at dagføra og nýbyggja partar av svimjihøllini. Uml. 60.000 fólk vitja svimjihøllina hvørt ár, og góðir karmar, er grundarlag undir menningina av svimjihøllini. Ein tiltrongd umvæling, ið hevur bíða eftir sær í nógv ár.

1. oktober: Farið verður undir umfatandi umvælingar í svimjihøllini - eitt nú nýggj skiftingarrúm og nýggj móttøka
1. oktober: Farið verður undir umfatandi umvælingar í svimjihøllini - eitt nú nýggj skiftingarrúm og nýggj móttøka

Arbeiðið byrjar av álvara at síggjast, á umfatandi um- og nýbyggini av svimjihøllini.

8. oktober: Bygningurin hjá Posta verður keyptur, og skal verða karmur um nýtt mentanarhús í Klaksvík
8. oktober: Bygningurin hjá Posta verður keyptur, og skal verða karmur um nýtt mentanarhús í Klaksvík

Posta bygningurin skal vera nýtt Mentanarhús í Klaskvík. Bygningurin er keyptur, og býráðið hevur hevur samtykt at veita byrjunarpening til grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík. Visiónin er, at húsið skal brúkast til tónlist, leiklist, myndlist, móttøkur og býráðssal.

7. november: Tekjan á stóraneysti í Mikladali skift sum liður í fyrireikingunum til, at standmyndin av Kópakonuni skal setast upp niðri á helluni
7. november: Tekjan á stóraneysti í Mikladali skift sum liður í fyrireikingunum til, at standmyndin av Kópakonuni skal setast upp niðri á helluni

Kópakonan fer at hava stóran týdning fyri ferðavinnuna í Kalsoynni, og tí verður nógv gjørt fyri at fríðka um í Mikladali. Eitt av átøkunum er, at skifta tekjuna og mála “Stóraneyst”, sum stendur beint við trappurnar oman á helluna.

11. november: Det Nordatlantiske Hus tikið í nýtslu í Odense. Klaksvíkar kommuna letur stóra gávu við tað, at Edward Fuglø myndprýðir ein heilan vegg í einum fundarhøli
11. november: Det Nordatlantiske Hus tikið í nýtslu í Odense. Klaksvíkar kommuna letur stóra gávu við tað, at Edward Fuglø myndprýðir ein heilan vegg í einum fundarhøli

Býráðið gevur stóran málning til nýggja norðuratlantiska húsið í Odense, ið er okkara vinarbýur.

31. desember: Klaksvíkar kommuna bjóðar til ókeypis nýggjárshald á posthúsinum
31. desember: Klaksvíkar kommuna bjóðar til ókeypis nýggjárshald á posthúsinum

Fyri fyrstu ferð, bjóðar Klaksvíkar kommuna til ókeypis nýggjárshald á posthúsinum. Nógv verður gjørt burturúr, hóast vindur og regn órógva tiltakið nógv.

31. desember: Hanus G. Johansen fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, sum verður latin á fyrsta sinni
31. desember: Hanus G. Johansen fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls, sum verður latin á fyrsta sinni

Tað hevur stóran týdning, at vit heiðra okkara listafólki. Peningaupphæddin áljóðandi kr. 75.000,- varð givin av vinnulívinum í Klaksvík, saman við Klaksvíkar Kommunu. At vinnulív og kommuna standa saman um slík tiltøk, hevur týdning fyri menningina av okkara kommunu.

2014

12. juni: Sáttmáli undirskrivaður um skifta tekjuna á Badmintonhøllini
12. juni: Sáttmáli undirskrivaður um skifta tekjuna á Badmintonhøllini

Tekjan hevur verið í ringum standi, og dystir hjá Team Klaksvík hava verið avlýstir. Við nýggjari tekju, bjálving og øðrum, tryggja vit eina dagførda høll, ið tænir ítróttinum best møguligt.

1. august: Standmyndin av Kópakonuni avdúkað
1. august: Standmyndin av Kópakonuni avdúkað

Umleið 1.500 fólk hava leita sær til Mikladals til stóru løtuna, tá ið Kópakonan verður avdúkað. Ein sannur fongur fyri bygdina og alla ferðavinnuna í oynni. Tíðina eftir avdúkingina stendur stríður streymur av ferðafólki til Kalsoynna, fyri at síggja flottur standmyndina.

31. desember: Edward Fuglø fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2014
31. desember: Edward Fuglø fær Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2014

Jógvan Skorheim handar Edward Fuglø Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2014.

2015

1. august: Kópakonudagur í allari Kalsoynni
1. august: Kópakonudagur í allari Kalsoynni

Kópakonan hevur staðið niðri á Hellu í eitt ár, og stórur dagur verður skipaður, at halda 1 ára dagin. Enn einaferð møta fleiri enn 1000 fólk upp, at síggja kópakonuna og uppliva ymisk mentanarupplivingar.

16. oktober: Arbeiðið við rennibreytini byrjar
16. oktober: Arbeiðið við rennibreytini byrjar

Klaksvíkar kommuna hevur nú kunngjørt ognartøku fyri tvey stykkir til komandi rennibreytina, sum eisini skal umfata ein fótbóltsvøll. Rennibreytin skal eftir ætlan vera klár til nýtslu í 2019.

31. desember: Eyð Matras fær við Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2015
31. desember: Eyð Matras fær við Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2015

Eyð Matras verður heiðrað við Listarvirðisløn Nólsoyar Páls 2015.

2016

14. juni: Borgarstjórin handar áhugabólkinum Nólsoyar Páll skeytið fyri lendið, har húsið hjá Nólsoyar Páll skal byggjast
14. juni: Borgarstjórin handar áhugabólkinum Nólsoyar Páll skeytið fyri lendið, har húsið hjá Nólsoyar Páll skal byggjast

Jógvan Skorheim, borgarstjóri handar Archibald Black, formanni fyri áhugabólkin Nólsoyar Páll skeytið fyri lendið, har húsið hjá Nólsoyar Páll skal byggjast. Spennandi verkætlanin við at endurreiðsa gomlu húsini hjá Nólsoyar Páll, fer at hava stórt virði fyri okkara søgu, og fyri ferðavinnuna í býnum.

24. juni: Almannakunngerð av uppskotunum til nýggja Mentanarhúsið, sum verður í gamla posthúsinum í miðbýnum
24. juni: Almannakunngerð av uppskotunum til nýggja Mentanarhúsið, sum verður í gamla posthúsinum í miðbýnum

Almannakunngerð av uppskotunum til nýggja Mentanarhúsið, sum verður í gamla posthúsinum í miðbýnum. Ósbjørn Jacobsen arkitektar eiga vinnandi uppskotið.

1. juli: Kommunan tekur stig til at leiga Smyril til steypafinaluna millum KÍ og Víking
1. juli: Kommunan tekur stig til at leiga Smyril til steypafinaluna millum KÍ og Víking

Í samband við steypafinaluna ímillum KÍ og Víking í Havn 27. august, hevur borgarstjórin tikið stig til at leiga Smyril at sigla KÍ fjepparar til Havnar. Teir 975 ferðaseðlarnir til Smyril hendan túrin verða útseldir innan fáar dagar.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

Mars/apríl: Klaksvíkar kommuna byrjar at orða ein ungdómspolitikk
Mars/apríl: Klaksvíkar kommuna byrjar at orða ein ungdómspolitikk

Fyrsta úrslit av at orða politikkir er veruleiki. Barna- og ungdómspolitikkur verður orðað, og skal gerast grundarlagið undir okkara yngra ættarliðið. Nógv verður gjørt burturúr, at fáa so nógv sum gjørligt við í tilgongdina, so arbeiðið verður neyðuga fjølbroytt og gevandi, og millum annað halda Jón Sigfússon og Firouz Gaini almennar framløgur av ungdómsgransking, har teir samanbera føroyskan ungdóm við íslendskan.

Í apríl: Borgarstjórin ger at av senda øllum nýføðingum í kommununi eina heilsan
Í apríl: Borgarstjórin ger at av senda øllum nýføðingum í kommununi eina heilsan

Eisini tey minstu og familjur teirra skulu hava eina góða móttøku, á lívsins størsta degi. Tí velur borgarstjórin, vegna kommununa, at senda eina heilsan til allar nýfødd børn í kommununi.

3. september: Snjallabjalla víðkar virksemið til eisini at umfata næmingar í 2. flokki
3. september: Snjallabjalla víðkar virksemið til eisini at umfata næmingar í 2. flokki

Tørvurin á at víðka um virksemið hjá Snjallabjallu hevur verið reistur fleiri ferðir, og tí velur býráðið at raðfesta meiri pening, so tilboðið eisini umfatar næmingar í 2. flokki.

3. desember: Nýggja serstovan Perlan letur upp í Barnahúsinum Margit
3. desember: Nýggja serstovan Perlan letur upp í Barnahúsinum Margit

Perlan veitir børnum við serligum tørvi eina serstovu, har fakligu førleikar eru savnaðir og stovan er normerað til seks børn. Nýggja tilboðið er alneyðugt fyri menningina av teimum børnum, ið hava serligan tørv.

2014

1. januar: Foreldragjøldini til dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu lækka munandi
1. januar: Foreldragjøldini til dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu lækka munandi

Klaksvíkar kommuna er enn einaferð slóðbrótandi. Um tú hevur eitt barn í vøggustovu lækkar gjaldið kr. 447,- um mánáðin. Kostnaðurin fyri eitt barnagarðsbarn lækkkar við kr. 317,- um mánáðin, og gjaldið fyri eitt barn, ið er undir dagrøktarskipanini lækkar við kr. 410,- um mánáðin. Samstundis hevur býráðið samstykt, at gjaldið skal lækka við upp til 35% komandi fýra árini.

21. februar: Spakin settur í til útbyggingarnar á Tekniska Skúla
21. februar: Spakin settur í til útbyggingarnar á Tekniska Skúla

Kommunan er altíð viðspælari, tá stórar verkætlanir verða skipaðar av landinum. Útbyggingin fer at hava stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap í kommununi, og vónandi kann hetta vera við til at menna bý okkara enn meiri á skúlaøkinum.

24. apríl: Skúlarnir skulu leggjast saman
24. apríl: Skúlarnir skulu leggjast saman

Ein drúgv tilgongd gevur úrslit. At leggja skúlarnir saman, og samstundis fara undir nýggja skúlabygging, fer at styrkja um møguleikarnar hjá okkara unga ættarliði.

10. desember: Ungdómsbýráð í Klaksvík
10. desember: Ungdómsbýráð í Klaksvík

Fyri fyrstuferð í søguni, fær ungdómurin møguleika at virka sum býráðspolitikarar. Ungdómsbýráðið eydnast ómetaliga væl, og fer heilt víst at viðvirka til nýggj andlit í kommunupolitikki í framtíðini.

18. desember: Fyrsti spakin settur í byggingina av nýggjum skúla
18. desember: Fyrsti spakin settur í byggingina av nýggjum skúla

Eitt týdningamikið stig á vegnum til ein nýggjan skúla, sum verður størsta einstaka verkætlan, ið kommunan nakrantíð er farin undir. Hetta er eisini ein verkætlan, ið hevur bíða í 20 ár, men sum endiliga er komin á beint.

2015

18. mai: Tvær nýggjar stovur lata upp í Drotningar Margethu Barnagarði
18. mai: Tvær nýggjar stovur lata upp í Drotningar Margethu Barnagarði

Tvær nýggjar stovur lata upp í Drotningar Margethu Barnagarði.  Talan er um Lítlustovu, ið rúmar fimm vøggustovubørnum og Miðlingastovu, har pláss er fyri átta barnagarðsbørnum. Gleðiligt er, at fólkatalið veksur, og tørvur er á fleiri plássum.

13. august: Samanlagdi skúlin í Klaksvík fær navnið “á Skúlatrøð”
13. august: Samanlagdi skúlin í Klaksvík fær navnið “á Skúlatrøð”

Samanlagdi skúlin í Klaksvík fær navnið “á Skúlatrøð”.

16. september: Frítíðarskúlin víðkar um virksemið til eisini at umfata Badmintonhøllina
16. september: Frítíðarskúlin víðkar um virksemið til eisini at umfata Badmintonhøllina

Frítíðarskúlin Snjallabjalla er umskipaður soleiðis, at teir seks flokkarnir skiftast um at vera í Badmintonhøllini sættu hvørja viku. Hetta kemur bæði av, at fleiri børn ganga í frítíðarskúlanum enn áður, og samstundis gevur Badmintonhøllin børnunum møguleika fyri at menna grovmotorikkin við nógvari rørslu.

2016

1. januar: Foreldragjøldini til ansingarpláss í kommununi lækka enn einaferð
1. januar: Foreldragjøldini til ansingarpláss í kommununi lækka enn einaferð

Enn einaferð lækka gjøldini á barnagarðsøkinum í kommununi. At barnafamiljur fáa eina góða byrjan, hevur stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi.

10. mars: Gigni verður partur av húsinum á Fornagørðum
10. mars: Gigni verður partur av húsinum á Fornagørðum

Móttøka í Húsinum á Fornagørðum, har Gigni nú eisini húsast. Frammanundan halda Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám til í húsinum.

4. juli: Øll børn og ung upp til 18 ár í Klaksvíkar kommunu fáa ókeypis sertannviðgerð
4. juli: Øll børn og ung upp til 18 ár í Klaksvíkar kommunu fáa ókeypis sertannviðgerð

Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna skriva undir avtalu við sertannlækna í ortodonti, sum tryggjar øllum børnum og ungum upp til 18 ár í Klaksvíkar kommunu ókeypis sertannviðgerð.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

21. februar: Sjóhitaskipanin løgd fyri býráðið
21. februar: Sjóhitaskipanin løgd fyri býráðið

Framsíggin orkuverkætlan, ið skal koma ístaðin fyri oljuna, sum í dag hitar flest allar kommunal-, almennar- og vinnubygningar. Útbyggingarmøguleikarnir við skipanini gera, at hon í framtíðini kann koma í staðin fyri 5 mió litrar av olju. Við hesari íløguni, er Klaksvíkar kommuna á odda á gørna økinum í Føroyum.

Apríl/Maj: Heilsuvika í Klaksvík
Apríl/Maj: Heilsuvika í Klaksvík

Nógv verður gjørt burturúr Heilsuvikuni, ið Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hevur tikið stig til. Heilsurenning, venjingar, heilsugóður matur, fyrilestrar og mangt annað er á skránni gjøgnum alla vikuna.

2. september: Kunnandi fundur um Biskupstorg-verkætlanina
2. september: Kunnandi fundur um Biskupstorg-verkætlanina

Verkætlanin á Biskupsstorg verður løgd fram á kunnandi fundi í býráðshøllini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Andras Róin, stjóri, og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, greiða frá.

2014

28. oktober: Fyrsti spakin settur í byggingina á Biskupstorg
28. oktober: Fyrsti spakin settur í byggingina á Biskupstorg

Stóra løtan, ið bíða hevur verið eftir seinastu 30 árini, er endiliga veruleiki. Miðbýurin fer í gongd, og í góðum samstarvi við Bústaðir, Christian í Grótinum, Heilsutrygd, BankNordik og onnur, kann fyrsti spakin setast í miðbýin.

2015

6. mars: Arbeiðsøkið til byggingina á Biskupstorg verður gjørt klárt.
6. mars: Arbeiðsøkið til byggingina á Biskupstorg verður gjørt klárt.

Farið verður undir at gera arbeiðsøkið klárt til byggingina í miðbýnum, niðri við Sandin. Ymiskar forkanningar skulu gerast í økinum, áðrenn sjálv byggingin kann fara í gongd.

1. juli: Endaliga ætlanin fyri miðbýarbyggingina á Biskupsstorg samtykt
1. juli: Endaliga ætlanin fyri miðbýarbyggingina á Biskupsstorg samtykt

Á eykabýráðsfundi verður endaliga ætlanin fyri miðbýarbyggingina á Biskupsstorg samtykt.

23. juli: Nólsoyar Pálsgøta verður dagførd við gonguteigum, flisum, trøðum og umskipan av vegnum
23. juli: Nólsoyar Pálsgøta verður dagførd við gonguteigum, flisum, trøðum og umskipan av vegnum

At fáa býin vakrari hevur stóran týdning, og tí verður raðfest, at seta trøð og leggja flisar framvið Nólsoyar Pálsgøtu, sum tó bert er byrjanin. Ætlanin er, at alt økið kring víkina verður flisalagt og gróðursett.

17. august: Byggingin av nýggja miðbýarøkinum Biskupsstorg byrjar
17. august: Byggingin av nýggja miðbýarøkinum Biskupsstorg byrjar

Eftir at umfatandi forkanningararbeiðið er gjørt, og allar samtyktir endaliga eru komnar upp á pláss, verður nú av álvara farið undir víðari arbeiðið.

24. september: Árnafjørður skal hava hava nýggja spillivatnsskipan
24. september: Árnafjørður skal hava hava nýggja spillivatnsskipan

Kommunan tekur av tilboði um nýggja spillivatnsskipan í Árnafirði. Arbeiðið skal byrja sum skjótast.

15. desember: Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar verður tikin í nýtslu í Klaksvík
15. desember: Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar verður tikin í nýtslu í Klaksvík

Løðistøðin stendur á parkeringsøkinum á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.

2016

19. mai: Øll kunnu geva sítt íkast til komandi umhvørvis- og orkupolitikkin í Klaksvíkar kommunu
19. mai: Øll kunnu geva sítt íkast til komandi umhvørvis- og orkupolitikkin í Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna bjóðar øllum at geva sítt íkast til komandi umhvørvis- og orkupolitikkin, sum kommunan er byrjað at orða. Arbeiðið skal gerst liðugt í september-oktober 2016.

15. juni: Grøn lund skal gerast á Bakkanum
15. juni: Grøn lund skal gerast á Bakkanum

Ætlanin um grønu lundina á Bakkanum verður kunngjørd í tíðindaskrivi. Kommunan hevur keypt húsini á Bakkanum, og í næstum verða húsini niðurtikin og í staðin verður grønt fríøki við trøum og runnum mitt í býnum.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

2. september: Uppsalagøta er klár til nýtslu eftir umfatandi umvælingar
2. september: Uppsalagøta er klár til nýtslu eftir umfatandi umvælingar

Leingi hevur strekkið frá Vágstúni niðan til klubban verið sera óskipað og vegurin í sera ringum standi. Nú eru umfatandi umvælingar og dagføringar gjørdar, ið betra um strekkið munandi.

6. desember: Nýggj gravimaskina at rudda kava av gonguteigum
6. desember: Nýggj gravimaskina at rudda kava av gonguteigum

Nýggja gravimaskinan, sum kommunan hevur keypt til kavarudding á gonguteigum, verður brúkt á fyrsta sinni, tá ið kavin leggur seg fyrst í desember. Ein lítil maskina, sum kemur at hava stóran týdning fyri tey mongu, ið brúka gongubreytirnar.

2014

14. august: Bussleiðin tikin í nýtslu
14. august: Bussleiðin tikin í nýtslu

Meirilutin í býráðnum setti sær fyri, at ein nýggja bússleið skuldi gerast. Nýggja bússleiðin er ómetaliga væl móttikin, og er eisini ein lætti hjá mongum barnafamiljum og eldri fólki, ið ikki hava góðar møguleikar at koyra. Bussleiðin er komin fyri at verða.

2015

23. juli: Nólsoyar Pálsgøta verður dagførd við gonguteigum, flisum, trøðum og umskipan av vegnum
23. juli: Nólsoyar Pálsgøta verður dagførd við gonguteigum, flisum, trøðum og umskipan av vegnum

At fáa býin vakrari hevur stóran týdning, og tí verður raðfest, at seta trøð og leggja flisar framvið Nólsoyar Pálsgøtu, sum tó bert er byrjanin. Ætlanin er, at alt økið kring víkina verður flisalagt og gróðursett.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

3. juni: Spakin settur í til vardu íbúðirnar við Mylnutún
3. juni: Spakin settur í til vardu íbúðirnar við Mylnutún

12 nýggjar íbúðir skulu byggjast, og standa tær lidnar á heysti í 2015. Arbeitt hevur verið av øllum alvi, fyri at hetta skal gerast veruleiki, og hevur býráðið veruliga spælt ein aktivan leiklut fyri at náa málinum. Endiliga fáa vit fleiri vardar íbúðir til borgarar í okkara øki.

5. juni: Nýggja røktarheimið eitur “Heimið við Vágna”
5. juni: Nýggja røktarheimið eitur “Heimið við Vágna”

44 uppskot komu inn í samband við navnakappingina til nýggja røktarheimið. Heimið fekk navnið “Heimið við Vágna”. Nýggja heimið hevur 16 búðpláss.

6. november: Heimið við Vágna tikið í almenna nýtslu
6. november: Heimið við Vágna tikið í almenna nýtslu

Dagurin endiliga upprunnin. Tað er at fegnast um, at býráðið hevur játtað neyðuga peningin, so átrokandi tørvurin á fleiri plássum verður raðfestur.

2014

22. apríl: Súsanna Olsen sett sum verkætlanarleiðari fyri yvirtøkuna av eldraøkinum
22. apríl: Súsanna Olsen sett sum verkætlanarleiðari fyri yvirtøkuna av eldraøkinum

Landið hevur boðað frá, at eldraøkið skal yvirtakast 1. januar 2015. Býráðið ynskir at vera í góðari tíð, og tí verður Súsanna sett at samskipa og kanna ymsikt á økinum.

11. september: Kommunurnar í Norðoyggjum skipa eldraøkið í NBH
11. september: Kommunurnar í Norðoyggjum skipa eldraøkið í NBH

Samstarvið millum kommunurnar í Norðoyggjum hevur verið framúr gott, og í sátt og semju, verður Norðoya Bú- og Heimatænasta skipað, sum skal taka sær av allari menningini av eldraøkinum.

2015

1. januar: Eldraøkið lagt út til kommunurnar - NBH fer formelt til verka
1. januar: Eldraøkið lagt út til kommunurnar - NBH fer formelt til verka

Ein stór ábyrgd, ið skal farast um við stórum álvara. NBH semist skjótt um, at vit skulu kanna alt økið væl og virðiliga, áðrenn átøk verða sett í verk.

2016

12. februar: Búðatrøð nýggjar karmar
12. februar: Búðatrøð nýggjar karmar

Móttøka í niðastu hædd í Heiminum við Vágna, har dagtilboðið Búðatrøð nú fer at halda til, sum er eitt tilboð til fólk við demens.

23. juni: Nýggi talgildi læknaportalurin verður tikin í nýtslu.
23. juni: Nýggi talgildi læknaportalurin verður tikin í nýtslu.

Við hesum kunnu borgarar eitt nú bíleggja tíð hjá lækna umvegis læknaportalin.

5. juli: Nýggja strategiin fyri framtíðarvirksemið hjá NBH almannakunngjørd í Miðhøllini á Skúlatrøð
5. juli: Nýggja strategiin fyri framtíðarvirksemið hjá NBH almannakunngjørd í Miðhøllini á Skúlatrøð

Nýggja strategiin er grundað á eitt umfatandi kanningararbeiði, har borgarstjórin eisini hevur verið í dialogi við aktørarnar á eldraøkinum.

Trýst á boksirnar niðanfyri, og les meira.

2013

20. juni: Tekjan á Íverksetarahúsinum verður umvæld
20. juni: Tekjan á Íverksetarahúsinum verður umvæld

Sáttmáli verður skrivaður við Kanjon um at umvæla tekjuna á Íverksetarahúsinum fyri uml. 1 mió. kr. Samlaða íløgujáttanin til umvæling í Íverksetarahúsinum er uml. 3,5 mió, og er ætlanin, at betra um húsið komandi árini. Íverksetarahugburðurin er serstakur í Klaskvík, og er týðandi partur av okkara samleika, og tí er umráðandi, at menna menna húsið enn meiri í framtíðini.

13. august: Borgarstjórin skjýtur fyrsta skot til nýtt ídnaðarøki í Borðoyarvík
13. august: Borgarstjórin skjýtur fyrsta skot til nýtt ídnaðarøki í Borðoyarvík

Jógvan Skorheim skjýtur fyrsta skot til nýtt ídnaðarøki í Borðoyarvík. Økið skal vera uml. 15000 fermetrar stórt, og borgarstjórin sigur soleiðis: “Eisini leggja vit okkum eftir at nýggja vinnuøkið við Borðoyarvík ikki er til bága ella skemmir náttúruna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hetta økið skal verða eitt vakurt øki, sum fellur væl inn í landslagið. Við síni staðseting beint við Norðoyatunnilin, verður tað mett heppið og sera innbjóðandi hjá vinnuni at seta seg niður her.”

2014

11. februar: Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verkætlanir kunngjørdur
11. februar: Stuðulsgrunnurin til vinnuligar verkætlanir kunngjørdur

Lunnar eru lagdir til at menna nýhugsan og íverksetan við at byrja “vinnuliga útbúgvingargrunnurin”. Ætlanin við grunninum er, at grunnurin skal veita fíggjarliga orku til spennandi íverksetahugskot, ið kunnu vera við til at menna framtíðar vinnulív í Klaksvík.

3. apríl: Nýtt havnalag millum Bedingskaiina og Kósakaiina
3. apríl: Nýtt havnalag millum Bedingskaiina og Kósakaiina

Tíðliga í 2013 fór kommunan í gongd við kajuna framanfyri Klaksvíkar Sleipistøð. Nú er arbeiðið komið á mál, og virksemið kring havnalagið kann mennast. Gleðiligt, at henda verkætlan hevur verið við til, at trekt nógv virksemi til okkara kommunu.

2015

22. mai: TopShine vinnur Startup International, sum er íverksetarakapping fyri útisetar
22. mai: TopShine vinnur Startup International, sum er íverksetarakapping fyri útisetar

Startup International fer av bakkastokki. Hetta er íverksetarakapping fyri útisetar, sum Kommunan skipar fyri saman við Íverksetarahúsinum. Vinnari av kappingini gjørdist bilvaskifyritøkan TopShine, sum síðani er vorðin verulig fyritøka í Klaksvík.

5. november: Bakkafrost vil byggja heimsins størstu Smoltstøð norðuri á Strond
5. november: Bakkafrost vil byggja heimsins størstu Smoltstøð norðuri á Strond

Eftir samráðingar við Bakkafrost, kann borgarstjórin saman við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, kunngerða spennandi verkætlanina við nýggjari smoltstøð á Strond. Framburðurin av hesari verkætlan, fer at hava stóran týdning fyri vinnuvirksemið í norðoyggjum. Samlaða verkætlanin kostar væntandi uml. 500 - 600 mió.

Talan er helst um størstu einstøku vinnuverkætlan í Klaksvíkar søgu.

Góði veljari
Seinastu fýra árini hevur Sjálvstýri sitið við stýrisvøl í Klaksvíkar kommunu, og kommunan er blivin betri, størri og ríkari. Nú býráðsval aftur er fyri framman hava vit sett saman hesa valskrá, ið greiðir nærri frá, hvørjum vit ynskja at virka fyri í komandi setu.

Kommunan skal gerast vakrari
Frá náttúrunnar hond eru Norðoyggjar umgirdar av vakurleika, og eru allar fortreytir fyri, at okkara býur kann verða vakrasta stað í Føroyum - um ikki í heiminum. Men hetta krevur arbeiði, raðfesting og í ein vissan mun eisini hugburðsbroyting.
Sum borgarar eiga vit at vera errin av at vísa okkara bý fram. Miðbýurin og skúlin eru ávegis, og skjótt fara vit at kunna njóta alskyns mentanarupplivingar í nýggja mentanarhúsinum. 
Men umhvørvið er meira enn hús og betong - tað er eisini at hava ein vakran og ruddiligan bý, sum vit øll kunnu hava ognarkenslu av og vera við til at halda reinan. Kommunan eigur at ganga á odda við at verja umhvørvið og prýða um við eitt nú planting og steinseting, og harvið gera býarmyndina og nógv ferðaðu økini í býnum vakrari. Eisini skal pláss vera fyri listarligum hugflogi í almenna rúminum, soleiðis at Klaksvík verður vakrari og hugnaligari.
Tí vilja vit raðfesta, at arbeiði verða gjørd liðug, at meiri tíð verður sett av til at planta, og at vegirnir í kommununi verða raðfestir væl hægri, so vit fáa ein betri og vakrari bý.

Fleiri vinnumøguleikar
Tá ið vinnan hevur tað gott, hevur Klaksvík tað gott, tí vinnan er grundarlagið fyri okkara vælferðarsamfelag. 
Vit kunnu fegnast um, at vit hava fingið Føroya størstu einstøku vinnuíløgu á landi, staðsetta í okkara kommunu. At nýggj atløga er gjørd millum Klaksvíkar Sleipistøð og Kósina, og at ferð er komin á útstykkingina á Borðoyavík, men vit mugu ikki helma í her.
Tí vilja vit virka fyri fleiri vinnumøguleikum í kommununi, eitt nú við at veita garanti fyri vinnugrundstykkjum - tað skal altíð vera pláss hjá nýggjum fyritøkum at fara undir virksemi í Klaksvík.
Harumframt vilja vit eisini raðfesta pening til nýggjar vinnur, eitt nú umvegis Íverksetarahúsið.

Enn fleiri bústaðarmøguleikar
Hóast fleiri nýggj hús eru bygd Undir Fossum og Niðan Horn, fleiri grundøki standa tøk Millum Hjalla, samstundis sum 20 fjølbroyttir bústaðir eru tiknir í nýtslu seinastu fýra árini, eru vit als ikki komin á mál. Íbúðarbyggingin í miðbýnum fer at geva okkum 30 íbúðir afturat, men vit mugu hugsa longri. 
Vit uppliva støðugan fólkavøkstur í Klaksvíkar kommunu, og fyri at tryggja framhaldandi menningina, er tað alneyðugt, at vit halda okkum eitt fet frammanfyri tørvin. Sjálvstýri vil virka fyri einum bústaðar-garanti, har útboðið altíð megnar at nøkta tørvin á bústaðarmarknaðinum.
Vit vilja raðfesta útbyggingina á Fossum saman við øðrum verkætlanum, sum skulu skapa fleiri grundstykkir til sethúsabygging og harafturat virka fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum við lestrar-, luta- og leiguíbúðum.

Barnavinaligur býur
Seinastu árini hava vit fleiri ferðir økt um stovnsplássini í kommununi. Í skjótt farna valskeiði eru umleið 30 pláss komin afturat, og í løtuni verður arbeitt við at fáa 30 afturat. Trivnaður hevur stóran týdning fyri okkum øll og helst allarmest fyri børnini. Á okkara klettum við skiftandi veðurlagi er umráðandi, at vit hugsa um bæði inni- og útiøkir. Vit vilja gera Klaksvík til ein barnavinaligan bý við nýggjum innan- og uttandura spæliplássum, har yngstu borgararnir kunnu stuttleika sær í tryggum kørmum.
Eisini eigur tað at gerast lættari at trilla og koma runt ímillum ymsu tilboðini og grønu fríøkini í býnum við barnavognum. Og hóast Klaksvík er væl fyri á dagstovnaøkinum, so er eisini tørvur á fleiri plássum og tí vilja vit raðfesta ein nýggjan barnagarð, sum skal avloysa mongu gomlu hølini, ið als ikki eru tíðarhóskandi.

Fleiri upplivingar
Klaksvíkingar eru undangongufólk, bæði tá ið tað kemur til fiskivinnu, ítrótt, tónleik og nýhugsan. Okkara borgarar eru eitt tilfeingi, sum kommunan eigur at gagnnýta nógv betri, soleiðis at meira verður at uppliva í Klaksvík.
Vit vilja hjúkla um tey góðu hugskotini, sum eru við til at skapa trivnað og nýggjar møguleikar, eitt nú innan ferða- og upplivingarvinnu, lista- og mentanartiltøk og ítrótt. Klaksvíkar Svimjihøll, Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og ymsu standmyndirnar í kommununi eru góð dømi um upplivingar, sum seta Klaksvík á breddan, og hesum vilja vit hava meiri av. 
Kommunali leikluturin í hesum sambandi er at vera viðspælari og skapa neyðugu karmarnar fyri, at góðu hugskotini hjá okkara borgarum kunnu umsetast til veruleika.

Halda fast í góðu gongdini
Klaksvíkar kommuna hevur verið í støðugari menning seinastu árini. Vit hava rokkið fleiri av teimum málunum, sum vórðu sett í vakstrarætlanini í 2010, og tí skal vakstrarætlanin dagførast, soleiðis at vit kunnu seta okkum nýggj mál.
Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd, sum bera kommununa langt fram í menningini, og hesar verkætlanir vilja vit bera á mál. Mentanarhúsið, har listin fær virðiliga innivist, og miðbýurin, sum fer at kollvelta og dagføra býarmyndina. Skúlin, har børnini kunnu læra í tíðarhóskandi karmum, og sjóhitaskipanin, sum fer at stempla okkum sum grønastu kommunu í landinum.
Harafturat er umfatandi kanningararbeiði gjørt á eldraøkinum, ið skal tryggja, at allir partar verða hoyrdir og at atlit verða tikin, soleiðis at hvør einstakur borgari fær ein góðan aldurdóm, sum nøktar tørvin hjá tí einstaka. Vitanin, sum vit hava fingið í hesum arbeiðnum, skal nú brúkast til at betra um tænastuna á eldraøkinum, og hesum ynskja vit framhaldandi at vera partur av.

Hví steðga her?

2015

close x
download

Brochure

Enter Your Info Below And We Will Send
You The Brochure To Your Inbox!

Thank you!
Your submission has been received!

Oops! Something went wrong while submitting the form

see hero 1
welcome

Business
Conference
2016

This Dicember 15-18
in Houston, Tx.