Sámal Petur aftur til røturnar

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin
Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Sámal Petur í Grund verður valevni til komandi løgtingsval.

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Sámal Petur í Grund verður valevni til komandi løgtingsval.

– Eftir at hava verið í útlegd í nøkur ár, kennist hetta sum at koma heimaftur. Eg meti, at tað hevur ongantíð verið størri tørvur á Sjálvstýrinum enn júst nú.

Sámal Petur sigur víðari, at hann heldur, at tann kósin ið formaðurin hevur stungið út í kortið, er tann rætta.

Fyritreytin fyri at vit framhaldandi kunnu hava eitt sterkt vælferðarsamfelag í framtíðini, er at vinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir, og at politiska skipanin fær eina breiðari semju um okkara fiskivinnu. Fiskivinnan er eitt av mínum hjartamálum, bæði tí eg dagliga havi nógv við part av fiskivinnuni at gera, og tí eg veit, hvussu stóran týdning hon hevur fyri okkara samfelag.

Harafturat hevur tað alstóran týdning, at vit sum land taka nógv størri fet á sjálvstýrisleið, so vit taka fult ræði á okkara landi.

Eisini íbúðarmøguleikanir hjá okkara lesandi uttanlanda liggja honum frammalaga í huga.

Virðulig viðurskifti til teirra sum hava borðið samfelagið uppi í teirra bestu árum er eitt hjartamál.

Samferðslan oyggjana og bygdanna millum er eisini eitt hjartamál.

Sámal Petur er gamal í garði í føroyskum politikki. Hann gjørdist landstýrismaður í Mentanar- og samskiftismálum í septembur 1994, og sat í hesum sessi til desembur 1997. Hann bleiv valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998, og gjørdist í februar 2001 landstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesum sessi sat hann í til juni 2002, tá nýggj samgonga bleiv skipað.

Til løgtingsvalið í 2011 og 2015 stillaði hann upp á listanum hjá Framsókn, men hevur hann nú gjørt av at venda nøsina heimaftur.

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu