OLGAR NIELSEN STILLAR UPP FYRI SJÁLVSTÝRI

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Olgar Nielsen, næstformaður í Unga Sjálvstýri, verður valevni til komandi løgtingsval.

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Olgar Nielsen, næstformaður í Unga Sjálvstýri, verður valevni til komandi løgtingsval.

Olgar er 25 ára gamal, og er búsitandi í Tórshavn. Hann er útlærdur bilsmiður hjá Reyni Service og hevur starvast har í 7 ár.

– Handverkaranir eru fullkomiliga forsømdir í okkara samfelag. Í fólkaskúlanum hava næmingarnir einans 2 tímar um vikuna í handverk og list, tað haldi eg er for galið, tí meiri enn 50% av okkum føroyingum, eru handverkarar. Tískil eiga vit m.a. at dagføra fólkaskúlan soleiðis, at tað verður størri dentur lagdur á at tillaga skúlagongdina eftir einstøku næmingunum.

Víðari sigur Olgar, at hann ynskir at betra um korini hjá lærlingum.

– Tað er heilt ótrúligt, at politiska skipanin ikki hevur tikið stig til at betra um umstøðurnar hjá lærlingum. Ímeðan íbúðarprísir, matvøruprísir og alt annað hækkar, standa lærlingalønirnar í stað.

– Tískil er tvingandi neyðugt, at vit beinanvegin taka stig til at betra um sømdirnar hjá lærlingum, soleiðis at vit vísa teimum tað virðing teir hava uppiborið.

Sum Suðuroyingur ætlar Olgar sær eisini at seta sjóneykuna á Suðuroynna, og harumframt at vera við til at skumpa undir grønu umstillingina, og at taka størri stig á Sjálvstýrisleið.

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu