Herborg stillar upp fyri Sjálvstýri

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin
Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Herborg Hansen úr Klaksvík verður valevni fyri Sjálvstýri til komandi løgtingval. Herborg er 28 ára gomul og er útbúgvin innan tónleikavinnu og sangsmíð.

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Herborg Hansen úr Klaksvík verður valevni fyri Sjálvstýri til komandi løgtingval. Herborg er 28 ára gomul og er útbúgvin innan tónleikavinnu og sangsmíð.

Herborg er í løtuni fløguaktuell við nýggju fløgu hennara ”Eyðkenni”, og tað er júst mentanarøkið ið liggur henni sera nær. Herborg ynskir at vera við til at seta størri sjóneyku á mentan í breiðari merking.

– Tað er týdningarmikið, at vit betra um karmarnar fyri mentanarligum og kreativum virksemi. Tað skal gerast hugaligari hjá tí privata at stuðla mentan, soleiðis at virksemi gerst meiri fjølbroytt og breitt kring alt landið. Hetta kann m.a. gerast við eini endurskoðan av toll og meirvirðisgjøldum.

Eftir at hava búð uttanlanda í 10 ár, fegnast Herborg um at vera flutt heim. Hon sigur seg vóna, at hon við sínum royndum og førleikum, kann vera við til at seta síni fingramerki á samfelagið.

Jógvan Skorheim, floksformaður, fegnast um at Herborg verður á listanum til komandi val.

– Vit í Sjálvstýri fegnast um at Herborg hevur játta at stilla upp. Herborg vil við sínum royndum og førleikum vera eitt sterkt íkast til listan til komandi val, sigur Jógvan Skorheim.

Herborg arbeiðir á Bakkafrost á Glyvrum, og er við fyrsta barn saman við skotska sjeikinum James Clarke.

Í 2018 flutti Herborg heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð uttanlanda í 10 ár. Hon hevur gingið á altjóða miðnámsskúla í Norra, passað børn og lært franskt í Frankaríki, og lisið á fróðskaparsetri í Skotlandi. Í Føroyum er hon møguliga mest kend fyri at vera sterkasti kvinnuligi telvari, tó tað er ein løta síðani hon hevur fingist nógv við ítróttin.

Herborg hevur lokið Bachelor og Master útbúgving innan tónleikavinnu og sangsmið, og hevur roynt seg við ymiskum mentanarligum arbeiði, eitt nú samskipan og útinnan av tiltøkum, festivalum, listaframsýningum og fløguútgávum. Eisini hevur hon verið uppi í politikki, sum umboð fyri lesandi á fróðskaparsetri í Skotlandi.

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu