Hvør tosar um kloyvdar tungur, Magni?

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin
Fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi, sum fær løn úr danska statskassanum, stuðul til Tjóðveldisflokkin og pening til spinndoktarar, umboðar ein flokk, sum roynir at siga fyri Føroya fólki, at vit sum tjóð kunnu standa á egnum beinum – uttan nakran stuðul úr Danmark.

At vit, sum tjóð, klára okkum uttan ríkisstuðul, tað kunnu vit vera samdir um.

Men tað røkist ikki fyri, at vit blíva samdir um, at flokkarnir í Føroyum skulu klára seg uttan danskar pengar. Eg haldi, at flokkarnir skulu klára seg sjálvar, men tað ger Tjóðveldi so ikki.

Eg gleði meg til Royal Run, og eins og við allari aðrari vitjan, so vísa vit fegin føroyskt gestablídni fyri øllum, ið ynskja at koma til Føroya.

Eg havi millum annað eisini verið vertur fyri íslendska forsetanum við frú. Hóast vit ótu saman, og brúktu eina løtu saman, so føli eg meg ikki sum ílslendig, og ei heldur havi eg nakað ynski um at trampa inn í Altingi at atkvøða.

Krúnprinsinum havi eg eisini verið vertur fyri áður, og bjóði eg honum fegin aftur til ein betri bita, skuldi hann lagt leiðina framvið eina aðruferð.

Mentanarhúsið
Stuðul til mentanarhúsið er komið frá Slots- og Kulturstyrelsen, og rætt er tað at Sjúrður Skaale hevur gjørt sítt til at fingið hendan peningin til vega. Sjúrður arbeiðir undir tí skipan, vit í dag hava, og tað er tann skipanin, ið vit ynskja broytta. Eingin hevði verið glaðari enn eg, um vit fingu pening til mentanarhúsið í Klaksvík úr øðrum londum eisini. Eru Íslendingar, Normenn ella Sviar áhugaðir at koma við peningi, so eru teir meiri enn vælkomnir til tað.

Ja, og hevði samgongan í Føroyum komið við peningi til hesa spennandi verkætlan, so skuldu vit heldur ikki sagt nei.

Tjóðveldi
Eg hevði ynskt, at Tjóðveldi setti handling aftanfyri orð. Heldur Magni, at føroyingar skulu vera lóggevarar í danska fólkatinginum? Er Magni ikki samdur við mær í, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og í Danmark skulu danir ráða?

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu