Sjálvstýri og fólkatingsvalið

Jógvan Skorheim er ein rættiligur sjálvstýrismaður. Flokkurin er sprottin úr jólafundinum í tinghúsinum 1888, tá føroyingar reistu seg ímóti danska yvirvaldinum, sum vildi noyða danskt inn á okkum. Flokkurin hevur fyri mongum árum síðani sett sær fyri at fáa avtikið fólkatingssessirnar, og nú hevur Jógvan Skorheim stillað upp fyri at fáa hetta mál endaliga avgreitt.

Hjá okkum hava vit tveir møguleikar.

Á einum vali boða veljararnir frá hvat teir halda um tað, sum valevnini siga.

Tað Jógvan sigur, er at vit ikki skulu hava umboð á fólkatingi, tí vit vilja heldur ikki hava at danir hava umboð á okkara tingi. Fyri at senda ein greiðan boðskap fer flokkurin ikki at taka sess á fólkatingi, men lata sessin standa tóman. Fólkatingsmaður floksins fer tí ikki at taka við løn frá donsku skattgjaldarunum og fer heldur ikki at søkja um stuðul frá danska statinum fyri hvørja atkvøðu sum hann fær á valinum.

 Umboðsmaður floksins fer heldur ikki at geva nakra hátíðarliga váttan um at halda donsku grundlógina.

Fólkið í Føroyum hevur tí á hesum fólkatingsvali fingið tvinnar greiðar kostir í at velja. Annar er at velja sjálvstýri, sum sigur at vit ongar fólkatingsmenn skulu hava og tí ikki geva nakað lyfti um at halda grundlógina. Hin er at velja ein av hinum flokkunum og geva lyfti um at halda grundlógina.

Hetta er ikki hissini munur á flokkum.

Í aðrari fylkingini hava vit Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, sum kappast um at fáa veljararnar at greiða atkvøðu fyri monnum, sum standa kropp av kroppi fyri at sleppa at geva lyfti um at halda grundlógina. Afturfyri fáa teir løn frá danskarnum og pening frá statinum til at dálka alt landið við plakatum.

Samstundis tosa teir um, at teir vilja hava meir rásarúm í uttanríkismálum. Men hvat sigur tann grundlóg, sum teir geva lyfti um at halda? Jú, í grein 19 stendur, at stjórnin ræður í øllum uttanríkismálum. Hetta er veruleikin, og passar tað stjórnini kann hon nær tað skal vera taka allan samráðingarrætt frá okkum uttan mun til hvussu dugnalig okkara samráðingarfólk eru.

Eitt eru allir flokkar á tingi samdir um, og tað er at okkara unglingar ikki skulu noyðast at tæna herskyldu í danska herinum. Men hvat sigur tann grundlóg, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava givið hátíðarligt lyfti um at halda? Jú, í grein 81 stendur, at hvør einasti víggjaførur maður við likami sínum hevur skyldu til at verja fosturlandið – og tað er fosturlandið Danmark, talan er um! Hóvar tað danska statinum at seta hesa skyldu í verk hjá okkum, nyttar tað einki hjá hesum flokkum at mótmæla, tí harvið bróta teir tað lyfti til danska statin, sum teir hava givið.

Men danski staturin stendur á leirfótum. Um so er at veljararnir í Føroyum taka undir við Sjálvstýri kemur spurningurin fram, hvønn rætt donsku ráðharrarnir nakrantíð hava havt til at lýsa grundlógina í Føroyum. Tá hevði komið fyri ein dag, at teir hvørki hava rætt til at skriva út fólkatingsval ella at krevja av okkum at geva lyfti um at halda donsku grundlógina, tí vit hava okkara egnu grundlóg, sum ikki kann broytast uttan av okkum og okkara grønlendsku landsmonnum.

Hesa tilgongd fram móti sjálvstýri eru tað bert vit sum kunnu fáa í lag.

Við at atkvøða fyri teimum flokkum, sum ganga undir donsku grundlógina og taka við donskum stuðli verður sjálvstýristilgongdin seinkað. Við at atkvøða fyri Sjálvstýri nærkast tann dagur, tá vit fáa tann rætt, sum vit í altjóðarætti hava til at stýra øllum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum og eisini hava ræði á okkara uttanríkispolitikki, soleiðis sum vit í heimsins tólvt størsta ríki hava uppiborið.

Annar er at velja Sjálvstýri, sum virkar fyri at vit fáa tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til. Vit eru eitt kongsríki. Tann kongur, vit hava valt, útnevnir eina stjórn, sum hevur hægsta vald í ríki okkara. Vit hava tí lóggevandi vald, útinnandi vald og dømandi vald. Vit hava okkara egnu hermegi, sum kann verja okkum ímóti útlendskum ágangi.

Hin valkosturin er at velja ein av teimum flokkum, sum geva eina hátíðarlig váttan um at halda donsku grundlógina. Teir góðkenna sostatt, at danska stjórnin hevur ræði á okkara uttanríkismálum. Hóvar tað henni, kann hon lata okkum samráðast við onnur lond og gera sáttmálar, sum hóva henni. Men akta vit ikki, so fáa vit kortanei.

Eitt annað, hesir flokkar hava góðkent, er at okkara unglingar hava verndarskyldu til donsku hermegina. Enn hevur tað ikki hóvað stjórnini at senda boð eftir okkara 17 ára gomlu at møta upp til herskráing (sessión). Orsøkin sigst vera, at stjórnin hevur illbata av, at teir kundu havt hug at venda riflunum skeivan veg. Men stendur á hjá stjórnini, kunnu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki siga eitt kis ímóti, tí teir hava givið hátíðarligt lyfti um at stjórnin hevur henda rætt.

Tann løn, hesir flokkar fáa fyri at svíka ta skyldu teir hava móti okkara fosturlandi, er at teir fáa pengar. Hvør veljari, sum setur kross fyri einum av hesum flokkunum, gevur teimum møguleika at søkja um at fáa 33 krónur um árið frá danska statinum fyri hesa atkvøðuna. Ein flokkur, sum vinnur tann stóra gekkin og fær ein valdan á fólkating, fær harumframt meir enn tvær milliónir um árið sum donsku skattgjaldararnir eisini fíggja.

Veljarin skal avgera, um hann heldur, at hesin sorgarleikur fyri danskar pengar skal halda fram.

Við at sita heima ella atkvøða fyri Sjálvstýri sigur veljarin, at hann ikki tekur undir við at danska stjórnin skal reka okkara uttanríkispolitikk ella lata okkara unglingar doyggja í teimum kríggjum, donsku stjórnini dámar so væl at leggja útí. 

Her skuldi tí verið lætt at valt.

Zakarias Wang

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu