Varaborgarstjórin í Runavík stillar upp fyri Sjálvstýri

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Terje Beinir Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, verður valevni til komandi løgtingsval. Terje er 46 ár, búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu og eiga tey 3 børn saman.

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Terje Beinir Vestergaard, varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu, verður valevni til komandi løgtingsval. Terje er 46 ár, búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu og eiga tey 3 børn saman.

–       Vit skulu hava ein sjálvberðandi búskapi, so vit kunnu fullføra dreymin um frælsu Tjóðina Føroyar. Grundarlagið undir okkara samfelag skal grundast á fedrana arv, kristnu siðalæruna har trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi verður vart, og har øll, sum velja Føroyska samfelagið, skulu hava tað gott, sigur Terje B. Vestergaard.

–       Tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, at vit knýta oyggjarnar meiri og meiri saman. Tí hevði tað alstóran týdningin, at Sjálvstýri, við Kára P. Højgaard á odda, setti skjøtil á Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Hesar íløgur fara at broyta alt samfelagið, og gevur okkum øllum nýggjar møguleikar at virka og liva, sigur Terje B. Vestergaard.

Við Terja á liðnum, fáa vit eitt sterkt umboð á listan í Eysturoy. Terje hevur, sum býráðspolitikkari í 7 ár, víst hegni og vilja til politiskt arbeið, sum avgjørt stuðlar undir arbeiðið, sum stendur fyri framman, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Terje ætlar í valstríðnum m.a. at seta sjóneykuna á at skumpa undir grønu umskiftingina, at veita verandi og nýggjari vinnu betri kor, og at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur má gerast greiðari.

Eisini ynskir Terje at viðvirka til broyttan politiskan hugburð, har politiska skipanin í størri mun gerst før fyri at gera semjur tvørtur um miðjuna.

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu