Eitt ættarliðsskifti er neyðugt

Tey 33 fólkavaldu umboðini á Føroya Løgtingi hava sum høvuðsuppgávu at royna at gera tað so liviligt sum gjørligt her á landið.

Av teimum 33 fólkavaldu umboðunum á Føroya Løgtingi, eru einans tvey umboð ið eru undir 40 ár. Øll hesi fólkavaldu umboðini hava sum høvuðsuppgávu at umboða allar føroyingar – menn, kvinnur, børn, familjur, minnilutar, siðvenjur vinnu og land. Men ein annar bólkur ið hesi fólkavaldu umboðini skulu umboða, er ungdómin.

Eg skal ikki siga, at eldri politikkarar ikki kunnu umboða ungdómin – men tað skerst ikki burtur, at fyri at kunna gera sítt arbeiði so gott sum yvirhøvur gjørligt, so er neyðugt at veruliga kenna umstøðurnar sum tey ungu eru í.

Ungdómurin í dag stendur við fleiri avbjóðingum – mín egna sannføring er, at politiska skipanin á ongan hátt hevur megnað at taka hond um hesar avbjóðingar – og mín egna sannføring er eisini, at hetta skildast, at politiska skipanin simpulthen veit ov lítið um ungdómin.

Tí bjóði eg meg fram at umboða ungdómin í føroyskum politikki, og geva mítt íkast til politisku skipanina.

Mótsatt flestu øðru valevnunum ið bjóða seg fram í hesum døgum, so minnist eg ikki so øgiliga langt aftur tá tað kemur til politiska søgu. Er hetta ein vansi? Avgjørt ikki, um tú spyr meg. Eg fari tí við fullum huga eftir úrslitum tvørtur um miðjuna – hví skulu søgulig atlit forða fyri møguligum loysnum, ið vil gagna framtíðini?

Við einum opnum sinnið, vil eg í komandi valskeiði arbeiða við fylgjandi:
– Betra um korini fyri tey við sálarsjúku
– Kollvelta mátan vit lofta neyðtøkuoffrum – hetta fyri at tey kunnu liva eitt virðuligt lív
– Seta veruliga ferð á orkuskiftið, soleiðis at vit kunnu gera okkara íkast, til at loysa størsta trupulleikanum ið alheimurin stendur yvirfyr
– Gera neyðugar dagføringar í skúlaverkinum
– Betra um viðurskiftini á Setrinum
– Broyta hugburðin til føroyskan politikk, soleiðis at vit fáa fólkið í miðdepilin’

Tann 31. august seta vit gongd á eitt ættarliðsskifti í føroyskum politikki – nú skulu vit hava ungdómin við í fremstu røð tá avgerðir vera tiknar.

Eg bjóði meg fram at ganga á odda fyri hesum ættarliðsskifti.

Set krossin við meg tann 31. august, og saman kunnu vit broyta mátan vit gera politikk uppá í Føroyum.

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu