Familjan, hornasteinurin í samfelagnum

Hevur familjan tað ikki gott, hevur samfelagið tað heldur ikki gott.

Tað er okkara størsta ábyrgd sum samfelag, at tryggja øllum familjum, óansæð hvørjari støðu tey eru í, so góð og livilig kor sum gjørligt.

Tíverri, hóast allarbestu tíðir, eru tað alt ov nógvar familjur ið ikki hava nøktandi kor. Hetta eru m.a. familjur, ið ikki hava møguleikan at fáa tak yvir høvdi, vegna manglandi alternativar bústaðarmøguleikar.

Vánalig polittisk búskaparstýring farnu árini, við samanklumpaðum óframskygdum og stuttíðar planløgdum verkætlanum, hevur lagt byggimarknaðin undir so stórt trýst, at tað nærum er ómøguligt hjá fólki at fíggja sær tak yvir høvdi!

Tí liggur tað polittiska mynduleikanum til ábyrgds, at gerða ein neyvætlaðan bústaðarpolitikk, sum í fyrstu atløgu lítur 4 ár fram, og loysir bráðfeingis bústaðartørvin, og síðani ein langtíðar bústaðarpolitikk, ið lítur 10 ár fram, hvussu bústaðarviðurskiftir skulu skipast.

Eitt ítøkiligt átak ið verðuliga munar her og nú, er at gerða tað ómøguligt at leiga út til Airbnb, og enn meira attraktivt at langtíðarleiga til føroyingar. 
Ferðavinnan kann brúka gistingarhúsvinnuna, sum ger stórar íløgur til tað sama í løtuni, til at hýsa ferðafólki.

Hetta er eitt av teimum málunum ið eg fari at stríðast fyri at finna eina skjóta loysn á, á Føroya Løgtingi.

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu