KOMANDI VALSKEIÐ VIL SJÁLVSTÝRI GEVA

Fiski- og alivinnuni

líknandi karmar

Sjálvstýri vil tryggja fiskivinnuni langtíðarkarmar, ið gera tað áhugavert at fremja íløgur í nýggja tøkni og framkomin skip

Fiskivinnan skal styrkjast

Við risastórum íløgum, og møguleika fyri at leggja langtíðarætlanir eigur alivinnan at vera fyridømi fyri fiskivinnuna.
Vit eru ikki í kapping við okkum sjálvi, vit eru í kapping við umheimin!

Munurin millum vinnurnar er eyðsýndur. Meðan fiskivinnan er blivin ein politisk kastibløka, hevur alivinnan tryggar vinnukarmar, har felags kassarnir tó eisini fáa ein part av ágóðanum av framgongdini umvegis loyvisgjøld og skattainntøkur annars.


Tryggir karmar við langtíðarloyvum uttan uppboðssølu og menningarkvotur
Nú skulu fortreytirnar skapast fyri nýggjum framburði í fiskivinnuni, har tað verður eggja til nýíløgur í skip og grønar umleggingar. Uppboðssøla av fiskirættindum skal avskaffast, og í staðin skal trygg loyvisskipan verksetast við 8-12 ára gildistíð og hóskandi ásettum tilfeingisgjøldum.

Økismenningarkvotur skulu avskaffast, har vit í staðin brúka ein part av kvotunum til íverksetarakvotur. Málið er at stimbra undir nýskapan við at gera gáttina lága fyri nýggjum og verandi framfýsnum fiskivinnufyritøkum við tí góða hugskotinum. Geografi skal sostatt ikki vera avgerandi longur og heldur ikki skal munur gerast á hvør stendur aftanfyri verkætlanina.


Fiskidagaskipanin varðveitast og fleiri vinnuligar royndir á Føroya Banka
Fyri heimaflotan skal fiskidagaskipanin varðveitast og víðarimennast, har tað skulu gerast møguleikar fyri at gera fleiri vinnuligar royndir á Føroya Banka.

Málið má vera, at vit hava somikið kappingarførar karmar um fiskivinnuna í Føroyum, at vinnuligi framburðurin aftur sæst aftur í framfýsnari menning av flotanum og virðisskapanini í fiskivinnuni.

Samstundis vil ein burðardygg víðari menning av fiskivinnuni eisini gera, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum til felags kassarnar kann gerast ein støðug og munagóð fígging av vælferðarsamfelagnum yvir tíð.


Langsigtaður vinnupolitikkur
Sjálvstýri vil virka fyri, at ein verðuligur langsigtaður vinnupolitikkur verður gjørdur, og í nógv størri mun skal landið taka vinnulívið við í ætlaninum. Hetta vil gerða tað trygt og lætt hjá vinnuni at virka og seta sær langsigtaði mál og geva betri fortreytir fyri íløgur og menning.


Trygdarskeið í fólkaskúlan
Sum liður í fiskivinnupolitikkinum hjá Sjálvstýri, vilja vit fáa trygdarskeið inn í 9. flokk, so allir næmingar hava møguleikan at fara til skips, tá ið tiðin í fólkaskúlanum er liðug. Sum partur av okkara mentanararvi, eigur tað at verða øllum møguligt, at sleppa at royna lívð á sjónum.

TRYGGAR OG KAPPINGARFØRAR KARMAR TIL FISKIVINNUNA

  • Fiskivinnan og alivinnan skulu hava líknandi karmar
  • Tilfeingisgjaldið skal líkjast tøkugjaldinum, har gjaldið fylgir søluprísi
  • Menningarkvoturnar skulu avtakast
  • Avtaka uppboðssøluna
  • Fleiri vinnuligar royndir á Føroya Banka
  • Fáa breiðari langtíðarsemjur um ­vinnu- og fiskivinnupolitik
  • Trygdarskeið til allar næmingar í 9. flokki
Luk menu