Grønland og Føroyar – tvey lond, eitt ríki

Mong gerast bilsin, tá ið tey hoyra, at Grønland og Føroyar eru eitt og sama ríki.

Mong gerast bilsin, tá ið tey hoyra, at Grønland og Føroyar eru eitt og sama ríki.

Ofta hoyrist um Danmarkar ríki, samansett av trimum pørtum: Danmark er ein, Føroyar ein annar og Grønland triði parturin.

At Danmark er eitt  ríki, og hevur verið tað í meira enn túsund ár, er einki loyndarmál.

Men at Grønland og Føroyar eru tvey lond í einum øðrum ríki enn Danmark, er ein púra fremmandur tanki, ikki bara fyri dønum, men sanniliga eisini fyri føroyingar og grønlendingar.

Tá ið ein so týdningarmikil spurningur sum hesin skal svarast, er neyðugt at kanna, hvussu alt í veruleikanum hongur saman.

Haag-dómstólurin – heimsins hægsti myndugleiki

Í hesum førinum eru vit í tí óvanliga hepnu støðu, at spurningurin er viðgjørdur av heimsins hægsta løgfrøðiliga myndugleika, sum er Fasti Dómstólurin fyri Millumtjóða Rættargongd í Haag. Málið varð lagt fyri Haag-dómstólin í 1931, og dómur varð sagdur 5. apríl 1933.

Málið varð reist, tí at Noreg og Danmark vóru ósamd um ognarrættin til ein part av Eystugrønlandi. Londini samdust um at leggja trætumálið fyri Altjóða Dómstólin í Haag.

Í dómsstólinum vóru 12 fastir limir, og teir vóru heimsins fremstu fólkarættarserfrøðingar. Eingin teirra var úr Noregi ella Danmark. Heitt varð tí á hesi ríki um at tilnevna hvør sín  serliga dómara (dómara ad hoc) til at viðgera málið. Bæði londini játtaðu, og málið varð tí dømt av 14 dómarum.

Tá ið dómur varð sagdur 5. apríl 1933, vísti tað seg, at ein av teimum 12 føstu dómarunum hevði serstøðu. 2 av teimum føstu dómarunum søgdu í einari felagsfrásøgn, at tað vórðu fleiri grundgevingar fyri dóminum, sum teir ikki tóku undir við, men at teir kortini tóku undir við høvuðs niðurstøðuni, sum gekk Noreg ímóti.  9 av teimum føstu dómarunum vóru í øllum lutum samdir, bæði tá ið talan var um grundgevingarnar og dómin sjálvan, og danski ad hoc dómarin tók eisini uttan nakað fyrivarni undir við meirilutanum. 10 av teimum fjúrtan dómarunum atkvøddu fyri dóminum. Serligi norski  dómarin atkvøddi sjálvandi ikki fyri dóminum.

Eitt uppáhald, sum donsku advokatarnir (MM. Bøg, as Advocate, Gustav Rasmussen, as deputy Advocate, i Adatci et al. p. 25) høvdu sett fram, var, at Grønland, Føroyar og Ísland í ógvuliga langa tíð høvdu verið partar av Danmarkar ríki. Teir kundu ikki greiða frá, nær innlimingin var farin fram, men hetta søgdu teir vera veruleikin, og tí kundi Noreg ikki nú koma og siga, at ein partur av Grønlandi var norsk ogn.

Norski advokatarnir førdu fram, at í øll hesi mongu ár Grønland, Føroyar og Ísland skuldu hava verið partar av Danmarkar ríki, høvdu tey verið partar av Noregs ríki.

Hvat segði dómstólurin – við undirtøku frá danska dómaranum – so um hetta málið?

Dómurin var á fronskum og enskum. Um ivamál stungu seg upp, so var tað enski teksturin, sum var galdandi.

Í enska frumtekstinum stendur:

“Up to the date of the Treaty of Kiel of 1814, the rights which the King posessed over Greenland were enjoyed by him as King of Norway. It was as a norwegian posession that Greenland was dealt with in Article 4 of the Treaty, whereby the King ceded to the King of Sweden the Kingdom of Norway, “la Groenlande…non comprise ..” The result of the Treaty was that what had been a Norwegian possession remained with the King of Denmark and became for the future a Danish possession. Except in this respect, the Treaty of Kiel did not affect og extend the King´s rights over Greenland (Adatci et al.,p.51 i Permanent Court of International Justice. Series A./B. Judgements, Orders and Advisory Opinions. Fascicule No. 53. Legal Status of Eastern Greenland. 1933, XXVlth Session. Judgment of April 5th, 1933).

Í føroyskari týðing:

Til Kiel-sáttmálin frá 1814 kom í gildi,  var tað sum Noregis kongur, at kongur ráddi yvir Grønlandi. Tað var sum  norsk ogn, at Grønland varð viðgjørt í grein 4 í sáttmálanum, har kongur letur frá sær kongsríkið Noreg, “Grønland ….  ikki uppíroknað …” til Svøríkis kong. Sáttmálin hevði við sær, at tað, sum hevði verið norsk ogn, var verandi hjá danska konginum, og skuldi frameftir vera donsk ogn. Kiel-sáttmálin ávirkaði ella víðkaði ikki á annan hátt kongsins rættindir yvir Grønlandi.

Øll tann danska strembanin eftir at sannføra dómstólin um, at Grønland, Føroyar og Ísland høvdu verið partar av Danmarkar ríki í ógvuliga langa tíð áðrenn 1814 hevði verið til fánýtis. Kongur hevði ikki sitið og stýrt Grønlandi, Føroyum og Íslandi sum danskur kongur, men sum norskur kongur. Fyri at einki ivamál skuldi vera, skoyttu dómararnir uppí, at kongsins rættindir yvir Grønlandi, Føroyum og Íslandi vóru tey somu eftir sum fyri 1814.

Altjóða rættarstøða Grønlands, Føroya og Íslands er á henda hátt staðfest á hægsta stigi. Til 14. januar 1814 vóru hesi lond í Noregs ríki. Hendan dagin varð Noregs ríki býtt sundur í tvey ríki: annað ríkið var á meginlandinum, og tað gjørdi avtalu við Svøríki um, at hesi bæði ríkini skipaðu seg í eina samgongu. Hitt ríkið lá úti í Atlantshavi og hevði somu løgfrøðiligu støðu sum áðrenn 14. januar 1814, hvørki meira ella minni. Hetta merkti, at ríkið í Atlantshavi, eins og áðrenn 14. januar 1814 , var í samgongu við Danmarkar ríki. Hendan samgongan hevði einki alment navn. Tað var gloymt, tá ið ríkini í síni tíð fóru í samgongu. Skuldi hetta mistakið rættast, skuldi tað sambært fólkarættarligu reglurnar gerast á tann hátt, at bæði ríkini samdust um eitt navn, men tað varð ongantíð gjørt. Felags kongurin var nevndur Danmarkar og Noregs kongur. Viðhvørt blivu sameindu kongsríkini í sáttmálum við onnur lond av praktiskum orsøkum nevnd Danmark. Hetta varð eisini gjørt í sáttmálanum í Kiel 14. januar 1814, men sum kendi danski løgfrøðingurin Anders Sandøe Ørsted, sum hettá ár starvaðist í ovastu donsku fyrisitingini, skrivaði í bók síni frá 1850 um heildarstatin: “øll vistu, at hesin sáttmálin var gjørdur av dansk-norska konginum Noregs vegna.”

Orðingin í dóminum  um, at hesin parturin av tí Noregs ríki, sum hevði verið higartil, skuldi vera saman við (remain vith) Danmarkar kongi, var framhaldandi røtt. Samgongusáttmálin við Danmark var galdandi fyri okkara ríki, men kongurin ráddi ikki her sum danskur kongur men sum kongur í okkara ríki. Orsøkin til, at dómstólurin sigur, at  Grønland. Føroyar og Ísland nú skulu vera danskir ognarlutir, er eyðsædd. Hóast hesir partarnir av norska ríkinum, sum var, varðveita sína støðu sum javnbjóðis sáttmálapartur við kongsríkið Danmark, avgjørdi danska stjórnin, at í framtíðini skuldi fólkarættarliga eindin, sum fevndi um tey bæði javnbjóðis ríkini, eita Danmark. Hetta var so líka til, tí sum nevnt var hetta navnið ofta nýtt áðrenn 1814. Tað var kortini eitt brot á fólkarættin, at myndugleikarnir hjá øðrum partinum áseta eitt felags navn at nýta úteftir, uttan samtykki frá hinum partinum. Tað er tó torført hjá øðrum ríkjum at blanda seg upp í innanhýsis mál hjá øðrum, og eingin mótmælti hesum broti á fólkarættin.

Dómararnir í Haag lótu um seg ganga, at danska stjórnin lætst at hava rætt til at kalla ríkjasamgonguna fyri Danmark, hóast hetta ikki var formliga í lagi. Noreg kundi saktans mótmælt, men teir høvdu annað at hugsa um í 1931. Í mun til høvuðsinnihaldið í málinum vóru hetta smálutir, og dómararnir kundu ikki taka mál upp, sum partarnir vóru samdir um. Lat tað so fara, at dómararnir søgdu, at Grønland, Føroyar og Ísland vóru partar Danmark í 1814. Hetta Danmark var í teirra hugaheimi navnið á ríkjasamgonguni, sum var komin til Haag at verja síni landamørk.

Ein av ásetingunum í sáttmálanum var, at bara tann parturin av Noreg, sum varð latin til Svøríkis, skuldi í framtíðini hava rættin til navnið Noreg. Tí hevði tann parturin av tí, sum higartil hevði verið norska kongsríkið, men sum lá í Atlantshavi, og sum framvegis var eitt kongsríki fyri seg við somu rættarstøðu sum fyrr, rætt til at fáa nýtt navn. Tað eru íbúgvarnir, sum avgera, hvussu ríkisins navn skal vera. Hóast kongur var einaveldigur, hevði hann ikki rætt til at avgera, hvat almenna navnið á hansara norðuratlantiska kongsríki skuldi vera.

Tað skuldi ikki verið so torført at funnið eitt hóskandi, óalment navn til kongsríkið Grønland, Føroyar og Ísland. Tað var samansett av vestara partinum av tí Noregs ríki, sum higartil hevði verið. Eitt hóskandi navn kundi verið Vesturríki; tá á døgum var eitt keisaraveldi, sum æt Eysturríki.

Í hesum riti verður roynt at nýta hetta óalmenna navnið.

Vesturríki  –   søgugongdin

Øll viðurskifti í sambandi við ríkjasamgonguna millum Vesturríki og Danmark eru alment kend.

Noreg kom saman við Danmark, tí at seks ára gamli norski prinsurin Ólavur, sonur Noregs kong Hákun VI, og Margrethu, dóttir Danmarkar kong Valdermar Afturdag, í 1376 varð valdur til kong í Danmark. Tá Hákun VI doyði í 1380, arvaði Ólavur sambært norsku arvalógina Noregs ríki.

Í 1450  gjørdu bæði ríkini ein sáttmála, sum ásetti, at tey skuldu hava felags kong og standa saman i kríggi. Í aðrar mátar skuldu tey, hvørt í sínum lag,  varðveita sítt sjálvstýri og hava egna stjórn. Hvørki av ríkjunum kundi á nakran hátt blanda seg uppí hjá hinum. Ein slíkur fólkarættarligur sáttmáli er galdandi til báðir partar semjast um at siga hann upp. Hvørt ríki hevði sína egnu grundlóg, sum ríkisins íbúgvar høvdu samtykt.

Í 1661 fingu Noreg og Danmark nýggjar grundlógir. Har buðu borgararnir kongi arvarætt til trúnuna og einaveldi. Kongur tók av tilboði dana og norðmanna. Tí hevði kongur eisini eftir 1814 alt vald í Danmark og Vesturríki.

Men 22. mars 1848 boðaði Fríðrikur VI kongur frá, at hann vildi ikki longur vera einaveldiskongur. Hann vildi sleppa frá ábyrgdina av teimum avgerðum, sum stýrið tók. Hereftir skuldi hann vera stýrisskipanarligurkongur,  t.v.s. kongur uttan nakað vald. Hereftir stýrdi hann gjøgnum sínar ráðharrar, sum høvdu ábyrgdina av øllum tiknum avgerðum, og kongur skuldi onga ábyrgd hava.

Í grundlógunum, sum vóru galdandi frá 1661, høvdu danir og norðmenn sagt frá sær rættin til at hava egnar stjórnir, soleiðis sum teir annars høvdu rætt til sambært samgongusáttmálan. Í staðin kundi kongur, teirra vegna, stjórna báðum ríkjunum.

Men nú var hendan kongliga stjórnin ikki til longur. Tí var neyðugt at kanna grundlógirnar, sum høvdu verið galdandi síðani 1661, at vita, hvat ið nú var galdandi, eftir at kongur hevði latið valdið frá sær. Til 22. mars 1848 hevði kongur framt sítt einaveldi í Danmark eftir tí heimild tey innbornu í Danmark høvdu veitt honum 10. Januar 1661 og aftaná. Á sama hátt bygdi einaveldið í Vesturríki á, at forfedrarnir høvdu samtykt norsku gundlógina frá 7. august 1661. Rætt er tað, at undirtøkan frá íslendingum og føroyingum kom ikki fyrr enn eitt ár eftir 1661, og grønlendingar samtyktu á tann hátt, at teir í 1700-talinum gjørdust virknir limir í kongsins norsku kirkju. Kongur var tí einaveldiskongur í tveimum ríkjum, Danmark og Vesturríki. Tá ið hann á ríkisráðsfundinum 22. mars 1848 læt einaveldið frá sær, varð tað gjørt uttan fyrivarni av nøkrum slag. Tað merkir, at hann læt einaveldið frá sær bæði í Danmark og í Vesturríki.

Nú var neyðugt at tilnevna nýggja stjórn av innbornum dønum til at stýra Danmark, og á sama hátt eina stjórn av innbornum vesturríkarum at stýra Vesturríki, soleiðis sum samgongusáttmálin ríkjanna millum ásetti.

Longu sama dag, 22. mars 1848, tilnevndi kongur eina danska stjórn, sum av røttum kundi stýra Danmark.

Einki hevði verið nátúrligari, enn at nýtilnevnda danska stjórnin sama dag tilnevndi eina stjórn í Vesturríki. Flestu vesturríkarar búðu í Íslandi. Í 1843 hevði Ísland fingið sítt egna alting, sum hevði havt fundir í 1845 og 1847. Ein av altingsmonnunum, Jón Sigurðsson, sum hevði havt stóra ávirkan á samráðingar tingmanna, búði í Keypmannahavn. Danska stjórnin kundi uttan himpr havt tilnevnt Jón Sigurðsson til forsætisráðharra í Vesturríki. Sum íslendingur leyk hann treytina um at vera innborin vesturríkari. Hann kendi væl fleiri dugnaligar menn, sum kundu umboða bæði Grønland og Føroyar í eini slíkari stjórn. Vit vita t.d., at hann hevði góða samvinnu við føroyingin V. U. Hammershaimb. Ein slík stjórn kundi av røttum tikið allar avgerðir viðvíkjandi Grønlandi, Føroyum og Íslandi.

Hetta var tað, sum Vesturríkið sambært fólka- og statsrættin kundi krevja. Men danska stjórnin kom ikki til kong 22. mars 1848 við ráðharralista til eina stjórn í Vesturríki, við navni Jón Sigurðssonar ovast, so at Fríðrikur kongur VI eisini kundi gjørst  srýrisskipanarligur kongur í Vesturríki. Eftir hendan dag kundi kongur einki gera, tí eftir tað, at hann hevði sagt frá, at hann var stýrisskipanarligur kongur, hevði hann einki politiskt vald. Tey brot á fólka- og statsrættin, sum fóru  fram mótvegis Vesturríki, hevði kongur sostatt ikki ábyrgdina av, men danska stjórn hansara.

Ein av høvuðsreglunum í fólkarættinum er, at ein gerð, sum er í stríð við fólkarættin, gevur ikki lógbrótaranum nakran rætt. Tá ið vesturríkarar aftaná 14. januar 1814 høvdu somu rættarstøðu sum áðrenn henda dag, høvdu teir rætt til at liva í einum ríki við egnum navni. Tá ið kongsins stjórn, sum hevði valdið í Vesturíki, hvarv 22. mars 1848, hevði nýggja danska stjórnin ikki longur lógliga heimild at avgera nakað sum helst í Vesturríki, uttan at tilnevna stjórn  har. Líka mikið hvussu mangar avgerðir danska stjórnin hevur tikið síðani, so vikar tað einki við tann fólkarættarliga veruleika, at Vesturríki síðani 1848 og til hendan dag hevur havt rætt til egna stjórn, sum tekur avgerðir í øllum innlendis málum, og er javnsett við donsku stjórnina, tá ið talan er um uttanríkis politiskar spurningar.

Ein av teimum mongu ógyldigu avgerðunum, sum tiknar eru, var tá ið danska stjórnin kunngjørdi Danmarkar ríkis grundlóg frá 5. Juni 1849 í Føroyum. Hetta hendi í 1850. Men Føroyar høvdu – tá ið hetta hendi – eina aðra galdandi grundlóg, hana frá 1661, sum var galdandi í øllum Vesturríki, og hana kundi danska grundlógin, smb. statsrættin, ikki skúgva til viks í tí partinum av Vesturríki, sum fevndi um Føroyar. Skuldi Vesturríki hava nýggja grundlóg, kundi tað bara gerast á tann hátt, at grønlendingar, føroyingar og íslendingar valdu umboð til eitt grundlógargevandi ting, sum so avgjørdi, hvussu grundlógin skuldi vera.

Sama kann sigast um hinar donsku grundlógirnar, sum eru komnar síðani, og sum danska stjórnin hevur kunngjørt í Føroyum. Tær eru lýstar á ein hátt, sum stríðir ímóti fólka- og statsrættinum við tað, at tær bert eru galdandi fyri ein part av Vesturríki, og løgfrøðiliga eru tær tí ikki galdandi.

Men ein avgerð, sum tikin var av donsku stjórnini aftaná 1848, hevur fólkarættarligt gildi fyri Vesturríki.

Tað snýr seg um stovnsetingina av íslendska ríkinum 1. desember 1918.

Tann avgerðin er galdandi, hóast framferðarhátturin stríddi bæði ímóti fólkarættinum og statsrættinum.

Fram til 1. desember 1918 var Ísland partur av Vesturríki, sum fólkarættarliga var javnsett við Danmarkar ríki. Vesturríki hevði eina grundlóg, sum segði, at ríkið kundi ikki býtast sundur í fleiri partar. Í Vesturríki vóru londini Grønland, Føroyar og Ísland. Um so var, at Ísland vildi sleppa burtur úr ríkjasamgonguni Danmark-Vesturríki, var ein neyðug fyritreyt, at tað fór burtur úr Vesturríki. Stjórnin í  Vesturríki skuldi í so fall leggja málið fyri eitt fólkavalt ting av grønlendingum, føroyingum og íslendingum,  sum skuldi taka støðu til, um tað vildi loyva íslendingum at fara burtur úr Vesturríki. Og um tað hendi, skuldi tað  samstundis góðkenna, at Grønland og Føroyar vóru verandi í samgonguni við Danmarkar ríki.

Hetta hevði verið ein uttanríkispolitisk avgerð. Fyri at hon skuldi fáa gildi, mátti sáttmáli skrivast millum ríkjasamgonguna Vesturríki-Danmark og Ísland. Sáttmálin skuldi so verða góðkendur av báðum pørtum í ríkjasamgonguni, Danmark og Vesturríki, sum enn fevndi um Ísland eisini, og harumframt av tí nýggja ríkinum Íslandi, sum tá ið sáttmálin fekk gildi fór burtur úr Vesturríki og ríkjasamgonguni og gjørdist eitt sjálvstøðugt ríki.

Men hesin lógligi framferðarhátturin varð ikki nýttur.

Tað, sum hendi, var, at danska stjórnin bar seg at, sum um hon hevði heimild til at avgera øll bæði innanríkis- og uttanríkismál hjá Vesturríki, júst sum hon vildi. Tí kundi danska stjórnin fara undir at petta Vesturríki sundur á ein hátt, sum stríddi ímóti bæði fólka- og statsrættinum. Uttan at lata Grønland og Føroyar vita av, hevði danska stjórnin samráðingar við íslendska altingið um ein sáttmála, sum viðurkendi Ísland sum ein sjálvstøðugan luttakara í heimssamfelagnum. Hendan sáttmálan góðkendu Ísland og danska stjórnin, men hann varð ikki lagdur fyri lógligu myndugleikar Vesturríkis. Grønlendingar og føroyingar kundu aftaná bara staðfesta, at Vesturríki teirra var minkað við landastødd og fólkatali Íslands.

Tá ið sáttmálin var komin í gildi, var hann kortini  sambært fólkarættin galdandi, og vesturríkarnir, sum eftir vóru, máttu bara góðtaka hann sum ein óreingiligan veruleika.

Bara Grønland og Føroyar í Vesturríki frá 1. desember 1918

Síðani 1. desember 1918 vóru bara tey tvey londini Grønland og Føroyar í Vesturríki.

At Ísland fór burturúr, fekk ongar sum helst avleiðingar fólka- og statsrættarliga fyri Vesturríki. Og samgongan millum Danmark og Vesturríki helt fram óbroytt. Vesturríki hevði framhaldandi rætt til at hava egna stjórn, mannað við innbornum, vald av íbúgvunum. Hendan stjórnin hevði sama vald sum danska stjórnin, tá ið talan var um uttanríkispolitiskar avgerðir.

Men politiskt fekk tað stóran týdning fyri Vesturríki, at Ísland fór burturúr. Higartil hevði Ísland haft fleiri íbúgvar enn Grønland og Føroyar tilsamans. Nú vóru um tað lagið líka nógvir íbúgvar í hvørjum av teimum báðum eftirverandi londunum, heldur meira í Grønlandi. Um danska stjórnin hevði góðtikið fólkarættar- og statsrættarligu veruleikarnar, var støðan tann, at grønlendingar høvdu havt valdið í Vesturríki, sum var Danmarkar ríki eitt javnsett samgonguríki.

Hetta útlitið hugaði ikki á nakran hátt donsku stjórnini. Tað ráddi tí mest um at forða fyri, at samvinnu kom í lag millum grønlendingar og føroyingar. Hetta var nakað, sum saktans læt seg gera, tí Danmark hevði fult tamarhald á vinnulívinum gjøgnum grønlendska einahandilin og allar sínar embætismenn. Orðið “apartheit” var ikki komið út millum manna tá, men hetta fyribrigdi var ein rættvísandi lýsing av tí múri, sum danska stjórnin uttan heimild reisti millum tey tvey londini í Vesturríki.

Tað skar heilt í eyguni aftaná 1924. Tá bleiv eitt sindur lýggjari veðurlag, og tað gjørdi at ynglið undan fjarðatoskinum fekk livilíkindi og fór út á teir stóru bankarnar við Vesturgrønland. Føroysku veiðiførini høvdu leingi verið hart kroyst á vanligu fiskileiðunum av meira framkomnum trolarum úr Vestureuropa, men nú gjørdist brádliga møguligt at reka lønandi fiskivinnu í einum øðrum parti av føroyinga og grønlendinga felags ríki. Men tað sampakkaði ikki við danska avbyrgingarpolitikkin, at samvinna skuldi koma í lag millum grønlendingar og føroyingar; teir sendu tí herskip til Grønlands at forða fyri, at føroyingar skuldu kunna reka lønandi vinnu.

Dómurin í Haag 5. apríl 1933 varð tí ein rættiligur skelkur fyri donsku stjórnina. Nú kundi einhvør fólkarættarserfrøðingur í øllum heiminum, bara við at kveita at dóminum, síggja, at Danmark hevði als ongan rætt til at leggja upp í innlendis viðurskifti hjá Grønlandi og Føroyum. Donsku embætismeninir í Grønlandi og Føroyum høvdu als ongan rætt til at vera har, og teir, sum sótu í Danmark og arbeiddu við innanríkisviðurskiftum í Vesturríki, máttu flytast í annað starv.

Men danska stjórnin ikki so mikið sum droymdi um at boyggja seg. Hóast stjórnin visti, at støðan var hættislig, royndi hon av øllum alvi at bjarga tí, sum bjargast kundi. Fyrsti verjugarðurin var at fagna við ovfarakæti, at norska kravið um ein part av Eysturgrønlandi varð afturvíst. Grundgevingarnar fyri dóminum vóru, at Vesturríki hevði havt somu støðu mótvegis Danmark, sum Noreg hevði havt áðrenn 1814, og at danska stjórnin vegna Vesturríki fekk undirtøku fyri høvuðskravinum, tí Noreg aftaná 1814 hevði góðtikið sundurbýtingina, og at Vesturríki framhaldandi hevði tilknýti til Danmark. Mótvegis útheiminum varð tagt um hetta, men tað var sanniliga ikki gloymt í donsku stjórnarskrivstovunum.

Á hendan hátt eydnaðist at byrgja fyri almennum áhuga fyri tí týdningi, dómurin hevði á viðurskiftini millum Vesturríki og Danmark.

Í Føroyum vóru tað, eftir øllum at døma, bara tveir menn sum veruliga skiltu týdningin av dóminum. Tað vóru teir báðir, sum í 1932 stovnaðu Sjóvinnubankan, nevniliga Thorstein Petersen og Christian Holm Jacobsen.

Teir royndu at fáa samvinnu í lag millum føroyingar og grønlendingar, og sum eitt lið í hesi stremban góvu teir einum dampara, sum skuldi fiska við opnum bátum á bankunum, eitt grønlandskt navn. Navnið var Anana, sum á grønlandskum merkir móður.

Undir seinna heimsbardaga vóru Føroyar hersettar av Stórabretlandi og Grønland av USA. Hetta fór fram í samráð við danskar embætismenn, sum ansaðu væl eftir, at einki slag av samvinnu skuldi vera millum grønlendingar og føroyingar.

Tá ið heimsbardagin var av í 1945, beyð danska stjórnin føroyska løgtinginum at senda eina nevnd til Keypmannahavnar at samráðast um, hvussu viðurskiftini millum londini skuldu verða í framtíðini.

Danska stjórnin hevði als onga heimild til at heita á Føroyar um slíkar samráðingar. Føroyar eru partur av Vesturríki, og um so er, at danska stjórnin hevur hug at samráðast um Føroya støðu til Danmarkar, so skulu samráðingarnar fara fram millum stjórnirnar báðar í Vesturríki og Danmark.

Men danska stjórnin veik ikki frá sínum ólógliga kravi. Løgtingið gav eftir og sendi eina samráðingarnevnd avstað. Tá ið gongd var komin á samráðingarnar, kom fram, at stjórnin ætlaði at broyta ta støðu, sum dómurin í Haag avdúkaði, at Vesturríki hevði. Føroyar skuldu skiljast frá Grønlandi og halda uppat at vera partur av Vesturríki. Hetta skuldi fara fram á tann undirfundiga hátt, at Føroyar vórðu limaðar inn í Danmarkar ríki og blíva ein kommuna fyri seg við kommunalum sjálvstýri. Til tess at fremja hetta, skuldu føroyingar góðtaka grundlóg danska ríkisins, sum so varð galdandi í Føroyum. Við hesum viðgingu danir, at tær royndir, sum higartil vóru gjørdar at innlima Føroyar, vístu seg at vera ógyldigar, um lurtast skuldi eftir niðurstøðuni í Haag-dóminum, sum staðfesti fólka- og statsrættarligu støðu Vesturríkis.

Í samráðingunum var Thorstein Petersen formaður fyri løgtinsins samráðingarnevnd, hóast flokkur hansara, Fólkaflokkurin, ikki hevði meiriluta í løgtinginum, har vantaði ein limur.

Mótparturin hjá Torsteini var ein stjórnarnevnd, sum var vald til hetta endamálið.

Útspæl stjórnarinnar var, at Føroyar skuldu verða “partur av Danmarkar ríki og verða fevndar av grundlóg danska ríkisins.”. Á seinasta fundinum, 25. mars 1946 var split komið í donsku samráðingarnevndina, og Gustav Rasmussen, uttanríkisráðharri fekk orðingarnar í danska uppskotinum broyttar til, at Føroyar skuldu hava somu støðu sum áðrenn 1940, men framhaldandi stóð, at skipanin skuldi verða innan fyri grundlógarinnar karmar. Thorstein Petersen mælti ímóti og hevði tað við sær, at samráðingarnar slitnaðu uttan semju.

Ósemjan millum Gustav Rasmussen og Thostein Petersen var ikki av tilvild.

Gustav Rasmussen var tann ráðharrin í stjórnarinnar samráðingarnevnd sum hevði størstu vitanina um vandamálini í sambandi við Vesturríki. Hann var ein so mikið dugnaligur løgfrøðingur, at hann var tilnevndur sum varaadvokatur stjórnarinnar í Haag 1931-33. Tá ið dómurin var sagdur, varð heitt á hann um at týða hann til danskt. Tá ið Danmark varð hersett 9. apríl 1940, starvaðist hann í donsku sendistovuni í London. Eftir at Bretland hevði hertikið Føroyar 13. apríl 1940, var amtmaðurin í Føroyum beinleiðis undirlagdur sendistovuni í London. Ein av hugsandi vandastøðunum, sum kundi koma fyri, var at kongliga útnevndi amtmaðurin í Føroyum doyði. Tað var neyðugt at taka eina støðu til, hvør ið so skuldi taka við eftir hann. Sendistovan gjørdi av, at um so var, skuldi Grustav Rasmussen vera amtmaður í Føroyum. Ágrýtin og samvitskufullur sum hann var, fylgdi hann sjálvandi væl við øllum tí fløkta samskifti, sum Thorstein  hevði við danskar embætismenn og sendistovuna í London undir krígnum. M.a. gav hann sær far um, at Thorstein Petersen 3. mai 1943 vann fólkatingsvalið í Føroyum og gjørdist einasta umboð fyri Føroyar í fólkatinginum, og at hann hevði agiterað við, at danska grundlógin var ikki galdandi í Føroyum. Við kunnleika sínum til Haag-dómin sá Gustav Rasmussen ivaleyst fyri sær, at løgfrøðingurin Thorstein Petersen kundi hava verið komin til hesa niðurstøðu av at lesa dómin. Tá ið Thorstein aftaná kríggið kom til Keypmannahavnar at taka við sum fólkatingsmaður, noktaði hann at geva hátíðarliga lyftið um at halda grundlógina; lyftið, sum øll, sum eru vald í fólkatingið, verða kravd eftir. Fólkatingið tordi tó ikki í hesum førinum at halda fast við, at hann skuldi geva lyftið, tí um teir samtyktu, at hann ikki slapp at verða limur, hevði verið neyðugt at hava nýtt fólkatingsval í Føroyum, har tað ikki kundi útilokast, at hann varð afturvaldur.

Uppgáva Gustav Rasmussens sum danskur embætismaður og nú sum uttantíkismálaráðharri var at forða fyri, at Føroyar fóru burtur úr tí fólkarættarligu eindini, sum hann umboðaði úteftir. Við stóra kunnleika sínum til føroysk politisk viðurskifti var tað sjálvsagt fyri honum, at Thorstein Petersen var ein vandamikil maður fyri valdsstøðu donsku stjónarinnar í Føroyum.

Tað, sum gjørdi Thorstein Petersen so vandamiklan, var, at hann ikki beinleiðis segði, at hann ætlaði at loysa frá Danmark. Hansara skrá var júst tað, sum føroyingar høvdu rætt til sambært Haag-dómin: stovningin av einari stjórn, sum fekk fult ræði á øllum innanlendis viðurskiftum, uttan uppíblanding frá danskari síðu. Fekk hann meirilutan í løgtinginum við sær, kundi hann siga stjórnini, at hon skuldi kalla allar teir donsku embætismenninar heim. Hesum  royndi Gustav Rasmussen fyri alt í verðini at forða fyri.

Ósemjan í samráðingarnevnd stjórnarinnar á samráðingarfundinum 25. mars 1946 kom eisini fram á ein annan hátt.

Fólkaatkvøða í Føroyum 14. september 1946

Knút Kristensen, forsætisráðharri. helt at um Føroyar vístu samráðingaruppskotinum frá sær, mátti avleiðingin vera, at sambandið millum Føroyar og Danmark helt uppat. Har afturímóti helt Gustav Rasmussen, at Føroyar so fóru aftur í amtsstøðuna.

Fyri at sleppa burtur úr hesi tvístøðu var eitt uppskot um fólkaatkvøðu tilevnað, har veljararnir fingu tveir valmøguleikar.

Tann fyrri var soljóðandi: ynskja tygum at uppskot stjórnarinna verður sett í gildi?

Hin var: Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

Stjórnin vildi ikki vera einsamøll um hesa avgerð, men legði málið fyri allar teir politisku flokkarnar, sum vóru umboðaðir á fólkatingi, uttan Thorsein Petersen, sum umboðaði føroyska flokkin Fólkaflokkin. Allir teir donsku flokkarnir vóru fullkomiliga samdir um, at fólkatkvøðan skuldi fara fram á hendan hátt.

Fólkastkvøðan fór fram leygardagin 14. september 1946. Sunnumorgunin klokkan 2.30 varð úrslitið kunngjørt:

Stjórnaruppskotið   49%

Loysing                      51%

Knút Kristensen, forsætismálaráðharri, sum hevði málsøkið Føroyar undir sær, kunngjørdi longu sama dag, 15. september, at hetta merkti, at Føroyar nú gjørdust ein sjálvstøðugur statur, og hann roknaði við áðrenn langt um leið at hitta eina føroyska samráðingarnevnd, sum kom til Keypmannahavnar at avgreiða tær avtalurnar, sum neyðugar vóru í sambandi við loysingina.

Knút Kristensen, forsætismálaráðharri

Mánadagin 16. september var málgagn Fólkafloksins, Dagblaðið, prentað, men útgávudagurin stóð at vera 17. september. Har hevði formaður Fólkafloksins, Thorstein Petersen, skrivað eina grein, sum var dagfest mánadagin 16. Thorstein Petersen var fegin um, at føroyska fólkið hevði sagt nei til eina skipan, har Føroyar skuldu vera innan fyri eina grundlóg, sum danska fólkið hevði gjørt til síns sjálvs. Hann segði, at longu áðrenn fólkaatkvøðuna, hevði hann sagt, at tað fyrsta sum skuldi gerast aftaná at fólkaatkvøðan hevði felt danska stjórnaruppskotið, var at stovnseta eina føroyska stjórn, sum kundi samráðast við donsku stjórnina. Sum hann skilti ústsøgnina  hjá Knúti Kristensen, forsætismálaráðharra, í danska útvarpinum sunnukvøldið, vóru teir heilt samdir, tí hann ynskti samráðingar í sátt og semju um loysingina. Thorstein hugsaði á sama hátt, at einans ein føroysk stjórn við fullari ráðharraábyrgd mótvegis Føroya fólkavalda tingi kundi átaka sær hesar samráðingar. Hann legði dent á, at samráðingarnar fóru at vera drúgvar, og tær fóru at snúgva seg um viðurskifti Føroya til aðrar tjóðir, og serliga til donsku tjóðina.

Nógv bendir á, at Thorstein hesa løtuna roknaði við, at semja var í løgtinginum um at fremja loysingina frá Danmark, og viðmerkingarnar frá hinum flokkunum bendu eisini tann vegin.

Mikudagin 18. september var løgtingsfundur, har Thorstein Petersen sum tingformaður segði, at Føroya fólk við fólkaatkvøðuni hevði givið løgtinginum boð um, at alt valdið í Føroyum nú var “her í landinum”.

Havandi í huga, tað sum sagt var bæði frá danskari og føroyskari síðu, skuldi einki   verið meir sjálvsagt.

Fólkarættarliga støðan var tá, at Føroya vóru partur av Vesturríki, sum hevði fullan avgerðarrætt í øllum innlendismálum. Uttan heimild hevði danska stjórnin forað vesturríkararnum at fremja fólkarættarliga heimilaða rætt sín til innlendis sjálvstýri og egna stjórn, sum var javnsett við donsku stjórnina. Men nú var tað hent, at danska stjórnin hevði givið føroyingum,  sum var ein minniluti í Vesturríki, atkvøðurætt  og harvið møguleika at siga frá, um teir ynsktu at fara burtur úr samgonguni við Danmarkar ríki.

Orðing Thorstein Petersens, sum  gjørdi vart við, at føroyingar nú fóru undir at fremja sín sáttmálagivna rætt, varð ikki sett undir atkvøðu í tinginum, men samráðingarnar høvdu víst, at ein meiriluti í løgtinginum tók undir við henni.

Hetta skuldi á allan hátt verið púra natúrligt.

Forsætiisráðharrin hevði fingið undirtøku frá øllum teimum donsku flokkunum at halda fólkaatkvøðu í tí partinum av Vesturríki, har stjórnin hevði gjørt av, at íbúgvarnir skuldu hava atkvøðurætt. Harumframt hevði ráðharrin, sum hevði ábyrgd av málinum, sagt, at samráðingar skuldu vera um at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni. Skuldi tingformaðurin rátt til nakað annað enn at fremja úrslitið av atkvøðuni, so hevði tað verið eitt grovt brot  á allar fólkaræðisligar spælireglur.

Men nú hendi tað, at øll berserkagongd kom á alla ta donsku valdsskipanina. Thorstein Petersen varð skýrdur uppreistrarmaður. Hóast danska stjórnin 5. apríl 1933 í Haag fekk at vita, at hon ongan rætt hevði til at blanda seg í innlendis viðurskiftini í Vesturríki, sendi hon eitt herskip  til Føroya, og ætlanin var at handtaka teir løgtingslimirnar, sum tóku undir við Thorsteini  Petersen. Tá ið løgtingið kortini gav Thorsteini sín stuðul, sendi danska stjórnin løgtingið til hús, og skrivaði út nýval, at verða 1 ár og 2 dagar eftir at sitandi løgting var valt at sita í 4 ár.

Thorstein Petersen

Tann, sum hevur hug at siga, at her er talan um eina stjórn sum fremur grov brot á fólka- og statsrættin, fer ikki at hava ilt við at verja  støðu sína.

Ein av løgnu hendingunum hetta heystið kann kanska varpa ljós á løgna atburð donsku stjórnarinnar.

Uttanríkisráðharri Danmarkar, Gustav Rasmussen, segði í november 1946 ST frá, at Grønland var danskt hjáland, og at hjálandanevnd ST´s skuldi hava umsjón við landinum. Henda nevnd var komin í lag, tí at bæði USA og USSR vildu hava, at evropeisku londini sleptu sær av við hjálondini.

Men at siga fyri ST, at Grønland var danskt hjáland var hvørki í samsvari við fólkarætt ella statsrætt.

Eingin hevði betri fyritreytir at vita um rætta samanhangin enn uttanríkisráðharri Danmarkar, Gustav Rasmussen, við sínum royndum frá rættinum í Haag og starvi sínum í donsku sendistovuni í London undir krígnum. Hann visti fullvæl, at Grønland ikki var danskt hjáland, men tað hevði síðani 1918 havt meirilutan og harvið valdið í Vesturríki, sum var ein javnbjóðis statur í samgonguni Danmark-Vesturríki. Hann var vitandi um, at hesin staturin ikki kundi taka sær nakað uttanríkispolitiskt fyri, um ikki stjórnirnar í Vesturríki og Danmark vóru samdar um tað.

Gustav Rasmussen visti tí, at um ríkjasamgongan Danmark-Vesturríki skuldi siga ST frá, at Grønland var danskt hjáland, so skuldi avgerð fyrst verða tikin av stjórnini í Vesturríki, har Grønland var í meiriluta. Síðani skuldi Danmark taka undir við uppskotinum, áðrenn kunngerðin varð latin ST. Einhvør kann siga sær sjálvum, at hetta hevði ongantíð komið í lag, um rætti framferðarhátturin varð nýttur.

Men hvat mundi tað vera, sum elvdi Gustavi Rasmussen til at fremja slíkan yvirgang móti Grønlandi og Vesturríki, og harvið eisini ímóti Føroyum, sum vóru minnilutin í Vesturríki?

Ein sannlík tilgiting er, at tá ið forsætisráðharrin 15. september 1946 vegna stjórnina hevði góðkent úrslitið av fólkaatkvøðuni í Føroyum, og Thorstein Petersen dagin eftir, 16. september, byrjaði at úttala seg sum sigurharra og mikudagin 18. september sá út til at hava fingið meiriluta í løgtinginum fyri loysingini, ásannaði Gustav Rasmussen, at hann hevði sovið í tímanum, tá ið stjórnin og allir donsku flokkarnir góðkendu, hvussu fólkaatkvøðan skuldi skipast.

Tí, hvat var tað í veruleikanum, stjórnin hevði samtykt?  Hon hevði góðkent eina fólkaatkvøðu í Føroyum, har føroysku veljararnir kundu gera av, at Føroyar kundu loysa frá Danmark. Tað vóru ikki teir stóru trupuleikarnir við hesum, tí tað var tað, sum stjórnin hevði givið Íslandi loyvi til í 1918.

Men føroyska avgerðin um at loysa frá Danmark var ikki ein avgerð um at loysa frá Grønlandi. Grønland var, sum Gustav Rasmussen visti alt um, ein partur av Vesturríki eins og Føroya vóru tað. Nú skuldi Thorstein Petersen koma til Danmarkar at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni. Gustav Rasmussen kendi væl Thorstein Petersen og var stórliga bangin fyri, at hann sum norskur generalkonsulur í Føroyum kundi fáa samband við norskar serfrøðingar í fólkarætti og alla ta neyðugu vitanina frá teimum til at argumentera fyri at føroyska loysingin  mátti galda Grønland eisini.

Próvgrundirnar hildu.

Sambært dómin í Haag var grundlóg Noregs ríkis frá 1661 galdandi fyri alt Vesturríki, og hon loyvdi ikki, at ríkið varð limað sundur (dimembreret). Tí var tað ikki loyvt Danmark at siga, at tað frælsi, sum var játtað føroyingum við tað at teir við fólkaatkvøðu kundu taka avgerð um loysing frá Danmark, ikki eisini var galdandi fyri grønlendingar, sum ikki høvdu atkvøðurætt. Sjálvandi átti fólkaatkvøðan eisini at hava verið farin fram í Grønlandi, tí rættur grønlendinga til loysing frá Danmark saman við føroyingum kundi ikki verða tikin frá teimum, sjálvt um danska stjórnin í andsøgn við bæði fólka- og statsrætt hevði tikið atkvøðurættin frá  grønlendingunum.

Eitt slíkt rættarbrot gav ikki  donsku stjórnini nakran rætt.

Gustav Rasmussen himpraðist ikki við at spilla Thorstein Petersen út og fáa hinar ráðharrarnar í stjórnini at gera sær dælt av statsins yvirmakt til at fáa sett Thorstein frá sum leiðara fyri samráðingunum. Einki av hesum hevði stjórnin heimild til. Men vandin fyri, at onkur frá føroyskari ella grønlandskari síðu skuldi fáa eyguni upp fyri veruligu fólka- og statsrættarligu støðuni, var stórur. og tí hevði Gustav Rasmussen  skund. Loysnin, hann valdi, var at laga tað soleiðis, at Vesturríki, hóast landsins grundlóg bannaði tað, kundi tykjast at vera sundurlimað, soleiðis at apartheitpolitikkur stjórnarinnar í Grønlandi kundi halda fram. Hetta fekst í lag við at lata Grønland vera undir umstjón ST´s sum hjáland. Nú kundu samráðingarnar við Føroyar fara fram, uttan at danska stjórnin hevði tað damoklessvørð hangandi yvir høvdinum, at hon kkundi fara at missa Grønland saman við Føroyum.

Tann einasti, sum kundi fremja eitt slík lokabragd, var ein ráðharri, sum var listinlærdur í samráðingarsnildum. Bara skundurin, sum alt hendi í, er avdúkandi. 18. september 1946 frættist, at Thorstein Petersen fyrsta dagin kundi koma til Keypmannahavnar sum stjórnarleiðari. Bara ein mána seinni vórðu boðini send til ST um, at Grønland var eitt danskt hjáland. Tað ber ikki til at ímynda sær slíka snarferð, um ikki  ráðharrin hevur givið sínum embætismonnum boð um, at hetta málið skuldi fáa skundviðgerð.

Í fyrsta umfari fekk Gustav Rasmussen tað, sum hann vildi. ST góðtók áheitanina. ST setur ikki borandi spurningar um innanhýsis viðurskifti hjá limalondum. Um eitt land av fríum vilja kemur og sigur, at tað hevur gjørt tað rættarbrot, at tað hevur lagt undir seg eitt land sum hjáland, má ST bara taka tað til eftirtektar.

Gustav Rasmussen

Við fólka- og statrættarliga ólógligari íblanding í politisku tilgongdina í Vesturríki eydnaðist at fáa ein lagaligari samráðingarleiðara enn Thorstein Petersen, og úrslitið gjørdist heimastýrislógin, sum kom í gildi 1. apríl 1948.

Rættarliga grundarlagið undir heimastýrislógini er ólógliga valdstøkan í Vesturríki, sum danska stjórnin framdi 22. mars  1848. Hon er hvørki í samsvari við fólka- ella statsrættin, tí hon brýtur bannið, sum er í grundlógini, fyri at lima Vesturríki sundur.

Men tá ið hendan tilgongdin var at enda komin, var eisini vandin fyri, at bæði londini í Vesturríki skuldu taka felags stig, av. Tí vildi danska stjórnin nú afturkalla fráboðanina til ST um Grønland sum hjáland.

Greiðligast  hevði verið at sagt ST frá, at fráboðanin um støðu Grønlands sum hjáland stavðaði frá einum mistaki. Eftir nærri kanningar var stjórnin komin til tað úrslit, at Grønland var ikki danskt hjáland, men ein partur av Vesturríki, ið var ein javnsettur partur í ríkjasamgonguni Danmark-Vesturríki. Øll kunnu mistaka seg, og tað er einki at ivast í, at ST hevði góðtikið ein slíkan boðskap og strikað Grønland av listanum yvir hjálond.

Men hetta rætta háttalagið nýtti Danmark ikki fyri at fáa valdið yvir Grønlandi aftur frá ST,

Ein onnur grundgeving varð fingin til vega.

Kongaríkið Danmark fekk tann 5. juni 1953 nýggja grundlóg. Grein 1 hevði hetta orðalag: Hendan grundlógin er galdandi fyri allar partar av danska ríkinum. Grundlógin varð kunngjørd at fáa gildi fyri allar partar av Danmarkar ríki sama dag, nevniliga 5. juni 1953.

Men hendan danska grundlógin frá 5. juni kundi ikki fáa gildi í Føroyum og Grønlandi eftir hesi kunngerðini. Um Føroyar og Grønland høvdu verið partar av danska ríkinum áðrenn 5. juni 1953, hevði einki verið í vegin fyri, at grundlógin fekk gildi í Grønlandi og Føroyum, tí so hevði tann í Keypmannahavn útsenda kunngerðin verið galdandi bæði í Grønlandi og Føroyum, tí at hesi lond vóru limað inn í Danmarkar ríki.

Men í Grønlandi kundi kunngerðin ikki vera galdandi, tí eftir at Gustav Rasmussen í 1946 hevði givið ST boð um, at Grønland var eitt danskt hjáland, kundi Danmark ikki halda uppá, at Grønland var limað inn í Danmark.  Hugtakið “hjáland” verður allýst sum eitt øki, har ein annar partur ræður, men hjálandið kann ikki vera partur av tí sum ræður.

Men hvussu við Føroyum? Har varð grundlógin ikki galdandi 5. juni 1953, tí tann í Danmark lýsta kunngerðin var ikki galdandi fyri Føroyar.

Tað var einki nýtt í hesum í 1953. Longu tá ið junigrundlógin varð kunngjørd í Danmark 5. juni 1848 stóð í henni, at hon kom í gildi í staðin fyri grundlógina, sum donsku stættirnir evnaðu til í 1661. Grundlógin í Vesturríki var ikki tilevnað av donsku stættunum og kundi tí ikki koma í staðin fyri grundlógina, sum danska fólkið samtykti í 1849, um ikki markið millum Danmark og Vesturríki var broytt soleiðis, at Føroyar vóru blivnar partur av Danmarkar ríki frammanundan.

Men hetta var ikki hent áðrenn 5. juni 1953. Frágreiðingin er, at bæði Grønland og Føroyar tann 14. januar 1814 vóru partar av Noregs ríki, og tí var tann í Noreg galdandi grundlógin eisini galdandi í Grønlandi og Føroyum. Tá ið Noregs ríki í 1814 varð býtt í tvey ríkir, varðveitti Vesturríki tey rættindi, tað higartil hevði havt í Noregs ríki, men eisini skylduna til at vera saman við Danmarkar kongi. Tá ið kongur gav frá sær einaveldið, merkti tað, at tey sum búðu í Vesturríki, fingu alt valdið aftur, sum kongur higartil hevði havt teirra vegna.

Hetta var rættarstøðan 5. juni 1953. Kongaríkið Danmark var ein statur, sum hevði sína egnu grundlóg, sum í grein 1 nágreinaði, at hon var galdandi fyri alt tað danska ríki (hvar skuldi hon annars verið galdandi?). Kongaríkið Danmark var í samgongu við kongsríkið Vesturríki, og samgonguskjalið segði, at hesi bæði kongsríkini vóru javnsett, og skuldu ikki blanda seg í innanlands viðurskifti hjá hvørjum øðrum.

Vandamálið var, at danska stjórnin aftaná 22. mars 1848 hevði brotið sínar fólkarættarligu skyldur við at viðgera Vesturríki sum eitt javnsett kongsríki í samgonguni. Men á summum økjum hevði stjórnin tó virt tær fólkarættarligu skyldur, hon hevði átikið sær.

Ein av hesum glottunum var virðingin fyri markinum millum Danmark og Vesturríki. Tá ið Vesturríki var í samgongu við Danmark, vóru reglurnar í fólkarættinum galdandi fyri broyting av landamørkum millum teir statir, sum gjørdu samgonguna. Hvat ið tí viðvíkur kenna vit royndirnar hjá øðrum samgongum. Í nøkrum førum eru mørkini millum statir í USA broytt. Fyri at hesar broytingarnar kunnu fremjast, krevst, at stjórnirnar í báðum statunum semjast um tað.

Hetta er í samsvari við reglurnar í fólkarættinum fyri hvussu mørk millum sjálvstøðugar statir kunnu broytast. Nógvar reglur í fólkarættinum vísa seg at vera torførar at hondhevja, men størsta brotsverkið móti fókarættinum er, at ein statur ognar sær ein størri ella minni part av landaøkinum hjá øðrum stati, uttan so, at statirnir báðir hava gjørt avtalu um hetta.

Mong brot á fólkarættin og statsrættin er danska stjórnin sek í í viðgerðini av Vesturríki, síðani hon læt vera við at tilnevna stjórn í hesum ríki 22. mars í 1848, men við ikki at hava innlimað Grønland og Føroyar fyri 5. juni 1953 uttan avtalu við stjórnina í Vesturríki, hevur Danmark ikki framt ringast hugsanliga brotsverkið sum eitt ríki yvirhøvur kann fremja móti øðrum ríki.

At stjórnin so kunngjørdi grundlóg Danska ríkisins bæði í Føroyum og Grønlandi var sjálvandi í stríð við fólkarættin og statsrættin, men havandi í huga, at Vesturríki frammanundan hevði sína egnu grundlóg, og ikki kundi fáa eina aðra uttan so at íbúgvarnir har ynsktu tað, hevði hendan kunngerðin ongan rættarligan virknað, men var tað løgfrøðingar kalla ein nullitet.

Vit taka samanum – niðurstøða

Vesturríki var aftaná 1. desember 1918 samansett av Grønlandi og Føroyum.

Við friðarsáttmálanum í Kiel 14. januar 1814 varð Noregs ríki býtt millum núverandi Noreg og táverandi Vesturríki.

Sambært Haag-dómin frá 5. apríl 1933 hevur Vesturríki aftan á 14. januar 1814 somu ríkisrættarligu støðu sum alt Noregs ríki hevði fyri 14. januar 1814.

Vesturríki er tí eitt kongsríki, sum er í einari fólkarættarligari samgongu við Danmark, ein og Noreg var tað fram til 14. januar 1814.

Ríkisrættarliga hevði Noregis ríki í 1814 sína egnu grundlóg, sum aftaná sundurskiljingina framhaldandi var galdandi í Vesturríki.

Undir sínum grundlógum høvdu íbúgvarnir í Danmark eins og teir í Noreg boðið kongi einaveldi. Kongur tók av.

Men 22. mars 1848 kunngjørdi kongur, at hann vildi ikki longur hava einaveldi, men heldur verða stýrisskipanarligur kongur. Við hesi avgerð kom valdið aftur til íbúgvarnar í Danmark og Noregi. Teir skuldu nú fáa stjórnir, hvørs ráðharrar fingu ábyrgdina av teimum avgerðum, sum tiknar vórðu, meðan kongur var uttan ábyrgd og tí uttan nakað politiskt vald.

Sama dag varð stjórn tilnevnd av innbornum dønum at stjórna Danmark. Hendan stjórnin hevði, sambært fólka- og statsrættin, skyldu at tilnevna eina stjórn við ábyrgd, mannað við vesturríkingum at stýra Vesturríki, men hon gjørdi tað ikki, og fór heldur í gongd við sjálv at stýra Vesturríki.

5. juni 1849 fingu danir nýggja grundlóg, sum avloysti ta galdandi. Vesturríkingar fingu onga tilsvarandi grundlóg. Royndin sum danska stjórnin gjørdi at seta donsku grundlógina í gildi í einum parti av Vesturríki, nevniliga í Føroyum, eydnaðist ikki, longu av tí orsøk, at grundlógin í Vesturríki loyvdi ikki, at ríkið kundi býtast sundur.

Í 1918 gjørdi danska stjórnin avtalu við Ísland um at tað skuldi gerast ein sjálvstøðugur statur. Hóast hendan avtalan varð gjørd, uttan at vera løgd fyri lógligu myndugleikar Vesturríkis,  hevur hon kortini gildi fólkarættarliga, sum ein staðfestur veruleiki.

14. september 1946 helt danska stjórnin eina fólkaatkvøðu í einum parti av Vesturríki, í Føroyum. Føroyingar kundu velja ímillum at verða limaðir inn í Danmark ella loysing frá danska ríkinum, 51% valdu loysing.

Fólkaatkvøða varð ikki hildin í Grønlandi, har meirilutin av vesturíkingum búðu. Síðani 22. mars 1848 hevur danska stjórnin latið vera við at geva grønlendingum atkvøðurætt ella møguleika fyri at stovna sína egnu stjórn í Vesturríki. Einastu vesturríkarar, sum hava havt atkvøðurætt asíðan 1918, nevniliga teir í Føroyum, avgjørdu við fólkaatkvøðu at fara burtur úr samgonguni við Danmark. Men føroyingar hava ikki gjørt av at slíta sambandið við Grønland, sum er partur av Vesturríki, men ikki av Danmark.

Tá ið føroyska løgtingið fór undir at stovna stjórn í Vesturríki, sum Danmark ikki hevði viljað gjørrt síðan 22. mars 1848, sendi danska stjórnin einasta fólkavalda ting í Vesturríki til hús, og kunngjørdi fyri ST, at Grønland sum danskt hjáland skuldi undir ST-umsjón. Hetta gjørdi, at samráðingarnar millum donsku stjórnina og løgtingið kundu halda fram, uttan at verða órógvaðar av Grønlands-málinum.

Danska stjórnin pástendur nú, at føroyska heimastýrisskipanin frá 1948 hevur við sær eina góðkenning av, at Føroyar eru limaðar inn í danska ríkið, og kunngerðin av donsku grundlógini í Grønlandi og Føroyum í 1953 er endaliga góðkenning grønlendinga og føroyinga av, at teir eru innlimaðir í danska ríkið og at teirra egna  ríki er upployst..

Men allur hesin glantrileikurin byggir á, at Danmark ikki vil viðganga, at stjórnin ikki helt sínar rættarligu skyldur, tá ið hon ikki tilnevndi eina stjórn í Vesturríki 22. mars 1848.  Hendan stjórnin hevði haft somu heimildir at taka avgerðir og seta embætismenn í Vesturríki, sum danska stjórnin hevði í Danmark.

Við støði í hesum fólkarættarliga broti hevur danska stjórnin síðani uttan heimild blandað seg upp í innlendismál í Vesturríki. Stovningin av føroyska heimastýrinum er ein av hesum óheimilaðu gerðum. Fólkarættarliga bindandi samgongusáttmálin ásetur, at ríkini ikki kundu blanda seg uppí innanlands viðurskifti hjá hinum partinum; tí kann danska stjórnin ikki gera avtalu við ein part av Vesturríki um heimastýri. Hartil kemur at grundlógin í Vesturríki ikki loyvir at ríkið verður býtt sundur.

Øll skipanin byggir á brot á galdandi fólkarættarligar og statsrættarligar normar.

Tað er frá donsku stjórnini, at tað hoyrist um, at ríkið er samansett av trimum pørtum: Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Tað er eftir øllum at døma av stórum týdningi at skáka sær undan at siga frá, hvussu viðurskiftini í veruleikanum hanga saman.

Veruleikin er, at Danmark í heimildarloysi hevur forðað grønlendingum og føroyingum at stovna stjórn í Vesturríki.

Av tí at Vesturríki hevur havt hendan rætt síðan 22. mars 1848, kunnu vesturríkarar nær tað skal vera, og uttan at biðja um loyvi frá donsku stjórnuni, stovna egna stjórn.

Stjórnin í Vesturríki kann krevja, at kongur Danmarkar skal taka við sum stýrisskipanarligur  kongur í Vesturríki, eins og hann higar til hevur verið tað í tí javnsetta Danmark.

Hendan stjórnin hevði frá fyrsta degi allan myndugleika yvir øllum viðurskiftum í Vesturríki, t.d. yvir verjumálum og løgreglu og øllum øðrum málsøkjum.

Men eins og stjórn Danmarkar kundi stjórnin í Vesturríki ikki tikið avgerð um at fara í kríggj ella tikið aðrar uttanríkispolitiskar avgerðir uttan samtykki frá hinum partinum.

Soleiðis eru fólkarættarligu og ríkisrættarligu veruleikarnir, sum vesturríkarar og danir liva undir.

Zakarias Wang

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu