Kaja er 48 ára gomul og er varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Kaja ætlar nú at trína upp á landspolitiska pallin, har hon stillar upp fyri Sjálvstýri.
Kaja varð til kommunuvalið í ár 2020 vald í býráðið í Runavík, og er hetta fyrsta setan hjá Kaju. Henni hevur dámt væl at verið í politikki.
Kaja er útbúgvin privatkundaráðgevi hjá Betri, umframt hetta er Kaja útbúgvin farmakonom útlærd hjá Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Kaja er gift við Christian Joensen, og tey búgva á Saltangará og eiga tveir synir.
Vit fegnast um at hava Kaju við á uppstillingarlistanum hjá Sjálvstýri