Valevni ynskjast

Ert tú áhugað/-ur í politikki og manglar ein politiskan pall og kundi hugsað tær at stilla upp, so hava vit í Sjálvstýri tørv á valevnum til løgtingsvalið.

Seinasta hálvtannað árið er farið fram eitt miðvíst arbeiði fyri at nýskipa flokkin. Arbeiðið hevur gingið væl, og hava øll lokalfeløgini hjá flokkinum staðið saman um hetta arbeiðið.

Sum navnið leggur upp til, so er flokkurin ein sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri. Málið er, at føroyingar fáa fullan avgerðarrætt í egnum landi, og verða viðurkendir sum tjóð í øllum altjóða og millumlanda viðurskiftum.

Flokkurin er sosialliberalur. Samfelagið skal byggja á privata ognarrættin og frælsa fyritaksemi.

Støðið undir samfelagnum er ein demokratisk vælferðarskipan, har øll mennast og trívast.

Flokkurin ásannar, at neyðugt er við almennari stýring og eftirliti, og verður hetta at fremja við skynsemi og undir ábyrgd mótvegis vinnuni og einstaka borgaranum.

Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna. Flokkurin verjir trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar og vinnufrælsi. Allir borgarar skulu hava somu rættindi, skyldur og somu møguleikar.

Á hesum grundarlagi, hevur Sjálvstýri sett sær fyri, at tryggja lívsgrundarlag og sjálvsøgd rættindi hjá øllum borgarum. At fremja ein rættvísan sosialan politikk eftir føroyskum fortreytum og at menna føroyskan siðarv, mál og mentan.

Sjálvstýri leggur dent á:

  • At styrkja og menna førleikan hjá tí einstaka, at taka ábyrgd við miðvísari tráan eftir útbúgving, gransking, mentan, heilsubót og rættartrygd.
  • At hjálpa menningartarnaðum, sálarsjúkum, fólkum við breki, eldri fólkum, sum eru óhjálpin, og familjum teirra.
  • At nýhugsan á øllum økjum skal slóða fyri bíligari rakstri, einføldum lógarkarmum og kunngerðum – bæði hjá øllum borgarum landsins, allari vinnu, og tí almenna.
  • At náttúran og umhvørvið fær hægstu verju. 

Skuldi hetta havt tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við formann floksins, Sámal Petur í Grund, á telefon 211722. Tú kanst eisini skriva til lasse@sjalvstyri.fo.